– At missa heimið er eitt tað ringasta, tú kanst uppliva
Lívsstílur
– At missa heimið er eitt tað ringasta, tú kanst uppliva
Í januar í 2018 misti 59 ára gamla Jean Dela Cruz Guðjonsson alt, tá húsini, hon búði, í brunnu í grund. Hon er ein kvinna, sum leggur nógv í jólini og høgtíðina, og hon greiðir frá, at jólini eftir eldsbrunan, tá hon einki veruligt heim átti, vóru grúulig. – Tá jólini stóðu fyri durum, kendi eg eina stóra og djúpa sorg. Eg royndi alt, eg var ment at gleðast, men tað var ikki, sum tað plagdi. Tað kendist, sum var eg flótandi, tí øll framtíðin var óviss.
Eftir: Anniku Kunoy Im 15.12.2023

Jól á Filipsoyggjunum kunnu ikki samanberast við nakað annað. Blinkandi ljós, tónleikur, gávur, jólatrø í fleiri litum, stjørnur, jólakúlur, krubbur við Jesubarninum, Jósef og Mariu, daglig kirkjugongd, jólatónleikur, góður matur og enn meir blinkandi ljós bæði inni og úti á húsum og bygningum. Á Filipsoyggjunum ber alt hetta boð um hátíðarhøld og siðvenjur, ið vara umleið ein triðing av árinum. Tí nógv verður gjørt burturúr jólunum, og jólahýrurin byrjar longu í september og heldur á heilt til 13. januar. Hóast alla stákanina er tað tó samveran við familju, vinir og kenningar, sum er tað, ið er mest umráðandi.

Tá hendan høgtíðin fyllir so nógv í mentanini, er tað ikki løgið, at í øllum førum ein brotpartur av siðvenjunum fylgdu við, tá 59 ára gamla Jean Dela Cruz Guðjonsson í 1985 flutti úr Filipsoyggjunum til Klaksvíkar.

Jólini broyttust sjálvsagt, tá hon flutti í eina mentan, sum var heilt øðrvísi enn mentanin, hon var uppvaksin í, men jólini eru umráðandi fyri Jean og bera altíð brá av tí filipinsku mentanini - eisini í dag.

– Í Filipsoyggjunum savnast vit øll og hava stóra veitslu um jólini, men her í Føroyum er eitt sindur øðrvísi, tí her hátíðarhalda vit bara saman við nærmastu familjuni, men eg gangi framvegis høgt uppí jólini.

Jean hevði búð í Klaksvík í 18 ár, tá hon saman við familjuni flutti til Danmarkar, har hon fór undir bachelor- og síðani masterútbúgving. Hon og maðurin vórðu eisini skild hetta tíðarskeiðið, og tá útbúgvingin varð lokin, flutti hon heim aftur til Føroya, fekk starv í Norðoya Sparikassa og flutti inn í eini lítil eldri hús millum sparikassan og Skúlatrøð, sum hon leigaði frá sparikassanum.

Tað ringasta, sum kann henda

Nýútbúgvin og støk flutti Jean í húsini saman við børnunum, og hon búði har í tíggju ár. Men hin 19. januar í 2018 hendi ein ræðulig vanlukka.

– Eg og børnini vóru farin av húsum hendan kalda kavaklædda vetrarmorgunin, men mamma mín, sum býr tætt við hjá mær var komin á gátt. Sum morgunin leið, varð hon svong. Hon sá, at har lógu nakrar restir frá døgurðanum, og hon fór undir at hita upp. Vit høvdu steikt kips í olju kvøldið fyri, og tí stóð nakað av olju á komfýrinum. Meðan hon hitaði matin á pannuni, fekk mamma, sum stutt fyri hetta hevði verið undir skurði, har gallið varð tikið, knappliga eina ógvusliga stingandi pínu í búkin. Hon legði seg niður á sofuna eina lítla løtu. Hon raknaði við aftur og sá, at eldur var í pannuni á komfýrinum, og logarnir rukku upp í eymheyttuna, sigur Jean frá.

– Alt hendi so ómetaliga skjótt. Vit høvdu ein eldsløkkjara og brandteppi, men mamma hugsaði ikki um tað júst tá. Í knappari vending tók hon eitt dýggjandi vátt handklæði og tveitti tað á eldin. Og í somu stund vuksu logarnir og tjúkkur svartur roykur fylti alt rúmið. Mamma gjørdist bangin og leitaði sær út, og tá hon nærkaðist úthurðini, stóð ein av lærarunum á skúlanum í hurðini og hjálpti henni út. Ein næmingur hevði sæð gjøgnum vindeygað, at eldur var í grannahúsunum.

– Eg var til arbeiðis í Norðoya Sparikassa, tá ein kundi kom rennandi inn og segði mær, at tað var eldur í. Ræðsla kom á meg, tí eg visti, at mamma var inni hjá mær. Eg rann út gjøgnum dyrnar og yvir til húsini, og í tí eg kom inn gjøgnum portrið, sá eg, at mamma var á veg út. Ein starvsfelagi koyrdi okkum heim til mammu, og síðani fóru vit á sjúkrahúsið, tí mamma skuldi kannast fyri roykeitran, og eg veit ikki ordiliga, hvat síðani hendi, men eg veit, at alt hendi ómetaliga skjótt, og einki stóð til at bjarga.

– Tíbetur hevði mamma ikki roykeitran, men læknarnir sóu tá, at okkurt var galið við hjartanum, og hon hevði fleiri tiptar æðrar, og tí vórðu vit sendar til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið, har mamma fekk bypass skurðviðgerð og fimm nýggjar æðrar.

Jean var í Danmark saman við mammu síni í tríggjar vikur, meðan børnini vóru heima uttan ognir ella pløgg. Yngsta dótturin, Rósa, var bert 11 ára gomul, og hon var heima hjá ommu og abba sínum í Klaksvík, og elsta dótturin, Angeli, kom eisini úr Havn at taka sær av lítlusysturini. Sonur Jean, John Daniel, var heima hjá damuni hjá sær. Meðan Jean var í Danmark, fekk hon nakað av peningi frá tryggingini til klæðir til sín og børnini.

Tá vit vóru heimafturkomnar, spurdi sonur mín: ‘mamma, ert tú vís í, at tú vilt síggja húsini?’ Og eg svaraði ja. Eg fór inn og varð yvirtikin av ræðuligum brendaroyki; at kallað alt var uppkolað. Eg átti einki eftir og mátti keypa alt; Innbúgv, køksamboð, klæðir, kryddurtir  - ja, enntá tannbust og undirklæðir. At missa heimið er eitt tað ringasta, tú kanst uppliva

–Tá vit vóru heimafturkomnar, spurdi sonur mín: ‘mamma, ert tú vís í, at tú vilt síggja húsini?’ Og eg svaraði ja. Eg fór inn og varð yvirtikin av ræðuligum brendaroyki; at kallað alt var uppkolað. Eg átti einki eftir og mátti keypa alt; Innbúgv, køksamboð, klæðir, kryddurtir  - ja, enntá tannbust og undirklæðir. At missa heimið er eitt tað ringasta, tú kanst uppliva, sigur Jean, sum varð boðin inn í eini hús í Klaksvík at vera í tríggjar vikur, eftir at hon kom heim aftur við mammu síni.

Jólini uttan heimið

Jean hevði skrivað seg upp til íbúð í Biskupstorgi í Klaksvík, men tann byggingin tók longri enn væntað, og íbúðirnar vóru ikki klárar at flyta inn í fyrr enn í mai mánaða í 2019 - altso fimm ár eftir, at hon hevði skrivað seg á bíðilistan. Ímeðan Jean bíðaði, var hon at kalla heimleys.

– Tað var sera trupult at finna nakað at búgva í, men til endans funnu vit eini eldri hús at leiga í eina tíð. Húsið var møblerað, so eg fekk ikki keypt nakað nýtt til mín sjálvs tað tíðarskeiðið. Hóast eg var ómetaliga takksom fyri tak yvir høvdið, var tað trupult hjá mær, tí eg hevði mist alt, og eg vildi so fegin eiga míni egnu ting.

Tey tingini, sum stóðu í kjallaranum, tá húsini brendu, vórðu bjargað. Harímillum jólaprýðið, sum var goymt í eini plastikkeskju, og Jean greiðir frá, at hon fekk pyntað við sama jólapynti, men kortini minnist hon hugtung aftur á jólatíðina tað árið.

– Tá jólini síðani stóðu fyri durum, kendi eg eina stóra og djúpa sorg. Eg royndi, alt eg var ment at gleðast, men tað var ikki, sum tað plagdi. Tað kendist, sum var eg flótandi, tí øll framtíðin var óviss, tí eg havi stóra ábyrgd, sum stakur uppihaldari. Tí kendist tað so heilt ómetaliga friðsælt, tá vit endiliga kundu halda jól heima hjá okkum sjálvum aftur í 2019.

– Eg má tó leggja aftrat, at vit fingu ómetaliga stóra hjálp og stóran stuðul frá so nógvum fólki. Tað er ótrúligt, hvussu skjót fólk eru at traðka til, tá ið á stendur.

Tað ringasta eg havi upplivað

– Smá trý ár eru liðin, síðni eldur kom í húsini, greiðir hon frá við skelvandi rødd, meðan tárini renna strítt.

– Man sigur altíð, at tey materiellu tingini kunnu erstattast, men tað passar ikki. Eg eri mest kedd av, at eg misti allar myndirnar og videoupptøkurnar av børnunum og alt tað, sum tey hava teknað og gjørt gjøgnum árini. Tað fái eg ongantíð aftur. Eg hugsi ofta um, at eg ikki kann leita eftir gomlum filmum og myndum at vísa til brúdleypini hjá børnunum. Nú royni eg at goyma alt, sum ommubørnini koma við, tí eg veit, hvussu virðismikið tað er. Tað kann ikki keypast fyri pengar.

– Mær dámar eisini væl at keypa flottar kjólar, og eg átti so heilt ómetaliga nógv klæðir, sum øll vórðu oyðiløgd.

– Vit hugsa ikki um, at eldur kann koma í okkara hús, men sannleikin er, at eingin veit, hvar ella nær tað kann henda. Tað kann henda okkum øllum, og tí vil eg fegin viðmæla, at øll endurskoða innbúgvstryggingina, soleiðis, at tú ert tryggjað, skuldi tað ræðuligasta hent.

– Eg eri enn stúrin, tí eg havi upplivað at mist hjúnabandið, mist pápa mín, næstan mist mammu og mist heimið - eg havi havt fleiri óttaherðindi, og eg stúri eisini fyri, at eg sjálv verði sjúk, tí tað eri eg ikki klár til. Eg havi tó trúnna á Gud, og eg trúgvi, at hann veit, hvat er best fyri okkum. Tey, sum hava upplivað at missa alt, skilja, hvussu tað er, sigur hon kensluborin.

Í vitrinuskápinum í ljósu og rúmligu stovuni í íbúðini hjá Jean í Biskoptorginum í Klaksvík stendur eitt vakurt jólastell frá Royal Copenhagen, sum Jean keypti beint áðrenn eldsbrunan, tí hon vildi hava okkurt ítøkiligt fyri pening, hon hevði arvað eftir pápa sín, og hon hevði ynskt sær hetta jólastellið.

– Eg hevði keypt hetta stellið, stutt fyri at húsini brendu, og eg hevði tey frammi tey jólini. Eg var ikki komin so langt, sum at pakka tað niður aftur. Tað stóð í plastikkeskju í køkinum, og lukkutíð var tað óskalað, og nú stendur tað her, sum eitt minni um pápa mín og um ræðuligu hendingina, sum vit upplivdu. Eitt minni vit taka fram um jólini, tá vit hátíðarhalda vónina og hvønn annan.

Fakta
Navn: Jean Dela Cruz Guðjonsson
Aldur: 59 ár
Familja: Trý børn og trý ommubørn
Yrki: Bachelor í Business Administration og Master í Finance og International Business. Starvast í kundatænastuni í Norðoya Sparikassa

Greinin var upprunaliga prentað í jólaKvinnu í 2021




Viðkomandi greinar