![Bint eina bamsu til ugga fyri eitt barn](https://kvinna.cdn.fo/savn/3h1l2jhy/screenshot-2024-04-24-at-112821.png?width=1200&height=680&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=SrgxKfm27JH9xO0ppccPcnzXML8)
– Onkuntíð kann lívið hjá einum barni vera órímiliga hart. Politistar eru ofta ímillum tey fyrstu á staðið, tá ið okkurt álvarsamt er hent, og vit halda altíð serligt eyga við, um eitt barn er partur av hendingini. Ein bamsulummavinur er ein lítil bamsa, sum politisturin kann hava í lummanum – klár til at veita barninum ugga í einari svárari støðu, soleiðis skrivar Føroya Politi á Facebook vanga teirra í dag.
Hugskotið um bamsulummavinir fekk politsturin Astrid úr Norðurjyllandi, ið hevur gjørt eina lætta uppskrift til at binda ella hekla fittu bamsuna burtur úr tógvrestum. Í síðstu viku royndi bindiklubburin hjá Føroya Politi at binda bamsulummavinir, og væl var latið at.
Um tú kundi hugsað tær at roynt uppskriftina, kann hon heintast her: https://politi.dk/.../bamselommevenner-opskrift-web.pdf
![](https://kvinna.cdn.fo/savn/tq4bnqxn/screenshot-2024-04-24-at-113204.png?rmode=max&width=571&height=375&bgcolor=fff&format=jpg&s=ItQFt-HHNjsItv-0s-cUqiCVq8k)