Børnini brúka ofta allar pengarnar beinanvegin – men soleiðis lærir tú tey at spara sjálvi
Lívsstílur
Børnini brúka ofta allar pengarnar beinanvegin – men soleiðis lærir tú tey at spara sjálvi
Hesu ferð veitir Kaja góð ráð til, hvussu lummapengar, uppsparing og smáar uppgávur kunnu hjálpa børnunum at læra raðfesta – uttan at tú mást tvinga tey.
Eftir: Kvinnu í samstarvi við Betri Banka 22.08.2025

Tosar tú við tíni børn um pengar, hvussu tosar tú við tey um pengar, og hvussu gevur tú barninum eina góða fíggjarliga byrjan uppá lívið? Nú er Kaja aftur við góðum ráðum, og hesa ferð snýr evnið seg um børn og pengar.

Børnini spegla sær í pengavanunum hjá okkum vaksnu. Gerandisdagurin gevur okkum nógvar møguleikar at venda samrøðuna við barnið inn á evnið um pengar, nýtslu, raðfestingar og fíggjarstøðu annars. Vit skulu ofta bara vera uppmerksom og brúka møguleikan, tá hann býðst. Fáa vit góðar pengarvanar sum børn, eru sannlíkindi fyri, at vit eisini hava góðar pengavanar sum vaksin. Tískil er tað umráðandi at tosa við okkara børn um pengar og uppsparing. Tað er okkara uppgáva at læra tey at raðfesta og hugsa um, hvussu vit brúka pengarnar skilagott.

 

Vit vaksnu eru fyrimyndir
Vísir barnið áhuga fyri pengum, kanst tú byrja tíðliga at tosa við tað um pengar. Sjálvandi við útgangsstøði í barninum. Børn byrja ofta tíðliga at hava áhuga fyri pengum. Tey eru til dømis lítil, tá tey byrja at spæla handil. Tey eru við okkum til handils, og tá kunnu tey sleppa at gita prísir á vørum, sum tey kenna.

Alt hetta eru natúrligar støður, har vit kunnu práta við børnini um pengar, og um hvussu vit mugu læra okkum at raðfesta – tí ein kann jú ikki fáa alt. Soleiðis kunnu vit eisini læra tey, at tað ofta er gott at sova uppá ynskini og merkja eftir, um tey veruliga ynskja at brúka pengar til júst hetta. Vit eiga at læra tey, at brúka vit pengar til okkurt í dag, verða vit helst noydd at velja okkurt annað frá.

Vit vaksnu eiga at ganga á odda og vísa okkara børnum, hvussu vit brúka pengar. Eru vit impulsiv, har tað hevði verið skilabetri at brúkt 48-tíma regluna? Fylgja vit rákum og keypa nógv, sum vit als ikki hava brúk fyri ella hava ráð til, bara tí hini gera tað?

Um skúlaaldur byrja tey kanska at fáa lummapengar, og tá seta tey eisini orð á ymiskt, sum tey  ynskja sær. Hvat gert tú, um barnið hjá tær til dømis ynskir sær eina nýggja súkklu, telefon ella nýggjasta PlayStation, tí nú hevur vinmaðurin ella vinkonan fingið tað?

Her haldi eg, at tað er umráðandi, at barnið sleppur at samla sær pengar til síni ynskir. Tað kann vera, at barnið hevur føðingardag í næstum og kann velja at ynskja sær pengar í føðingardagsgávu og harvið samla upp til ynskini. Barnið kann eisini samla fløskur ella hjálpa til við onkrum heima og fáa eitt oyra afturfyri. Vit vaksnu kunnu eggja og stuðla barninum at spara upp við at siga, at tá tað hevur samlað helvtina ella meir, kunnu vit gjalda rest.

 

Gerandisdagurin gevur okkum nógvar møguleikar at venda samrøðuna við barnið inn á evnið um pengar, nýtslu, raðfestingar og fíggjarstøðu annars

 

Lummapengar og uppgávur
Fær barnið lummapengar, og hvat skal tað gera fyri at fáa lummapengarnar? Við at geva barninum lummapengar, hava vit sum foreldur møguleika at læra barnið góðar pengarvanar. Vit kunnu til dømis seta geva teimum uppgávur heima, so sum at tøma uppvaskimaskinuna, støvsúgva ella okkurt annað, og so fáa tey lummapeningin afturfyri. Skulu tey læra nakað av hesum, er tað er tí umráðandi, at vit vaksnu standa fast við tað, sum tey fáa og ikki traðka til, um barnið velur at brúka allar pengarnar beinanvegin og síðani biðja um meiri. 

 

 

 

Uppsparing
Hevur barnið uppsparing? Nógv foreldur gera fastar mánaðarligar flytingingar til uppsparingarkontoir hjá børnunum, meðan onnur halda, at tey ikki hava ráð til tað. Sjálvt ein lítil flyting hvønn mánað kann vera eitt gott ískoyti til, tá barnið verður 18 ár. Ein barnauppsparing skal sjálvandi taka útgangsstøði í fíggjarligu støðuni hjá hvørjum einstøkum og ikki, hvat vinfólk ella onnur geva sínum børnum. Barnið kann eisini hava eina bússu at samla í.

Tað er eisini skilagott at læra barnið, at tá tey hava havt føðingardag, fer ein partur inn á barnauppsparing, sum er bundin til tey eru 18 ár. Fortel barninum at hetta eru pengar, sum tey skulu brúka, tá tey taka koyrikort, fara uttanlands at lesa ella okkurt heilt annað. 

Um barnið er í einum aldri, tá ynskini byrja at vera stór og dýr, kann tað vera skilagott, ikki at seta allar pengarnar inn á bundna konto. Ístaðin kann barnið brúka partar av føðingardagspengunum til tað, sum tey nú einaferð ynskja sær. Eg haldi tað riggar væl at barnið hevur eina konto við opnari uppsparing, sum kann nýtast til pengar, sum ikki skulu brúkast beinanveg, men áðarenn barnið er 18 ár. Kontan er ikki knýtt til kort.

Nógv børn byrja eisini tíðliga at arbeiða og forvinna sínar egnu pengar. Tá er skilagott at læra barnið til ikki at brúka alla lønina til fjas, men seta partar av hvørji løn inn á uppsparing.

 

Kontantir, kort og digitalt fíggjarligt yvirlit
Vit liva í einum alsamt meira digitaliseraðum samfelag, og vit brúka minni av reiðum peningi og oftari og oftari gjaldskortini. Tað er eisini galdandi fyri børnini, sum tíðliga fáa kort og fíggjarligt yvirlit á telefonini. At byrja við síggja tey bert upphæddina, tey hava á kontoini, men tá tey gerast eldri, fáa tey størri atgongd. Foreldur avgera, hvat barnið sleppur at síggja og gera á sínum kontum, til børnini verða 18 ár. Men eg haldi, tað kann vera stuttligt og motiverandi fyri barnið at síggja eina uppsparing vaksa . Tað kann gera tey meir umhugsin, tá pengarnir einaferð skulu brúkast. 

Á heimasíðuni hjá Betri, er ein roknari, har man kann spæla við tøl og síggja hvat ein føst mánaðarlig flyting gevur um ávíst áramál. 

Við kortinum og netbankayvirliti læra tey tíðliga, at gjaldskort ikki bert er nakað foreldrini kunnu keypa óendaligt við, men talan er um veruligar pengar, sum bert kunnu nýtast eina ferð.

 

 

Góð ráð við Kaju

  1. Tosa við barnið um pengar - svarandi til aldur og menning hjá barninum

  2. Byrja tíðliga at spara upp til barnið - ein lítil upphædd ger eisini mun, tá tey eru 18 ár

  3. Lær barnið at klára seg og umsita sínar vikuligu lummapengar

  4. Minst til, at vit vaksnu eru fyrimyndir, og barnið speglar sær í okkum

  5. Brúka roknarin á heimasíðuni



Viðkomandi greinar