
Carrie, Miranda og Charlotte eru aftur at síggja á skíggjanum í framhaldinum til væl umtóktu røðina 'Sex & the City'.
'And just like that' kann nú stroymast á HBO Max.
Bersøgna Samantha er ikki við hesa ferð. Í røðini verður sagt, at hon og Carrie eru vorðnar óvinir, og Samantha er flutt til London, har hon nú arbeiðir.
Vinkonurnar eru nú í 50'unum, og tær eru onkursvegna tær somu, sum tá vit søgdu farvæl við tær í 2004. Bara eldri.
Sarah Jessica Parker, sum spælir høvuðsleiklutin sum Carrie Bradshaw, fekk í sambandi við upptøkurnar fleiri viðmerkingar um, at hon er eld.
Hon hevur sagt við miðlar, at talan er um misogyni, og serliga á sosialu miðlunum fær hon nógvar viðmerkingar um sína útsjónd.
– 'Hon hevur ov nógvar rukkur, hon hevur ikki nóg nógvar rukkur.' Tað kennist sum fólk ikki vilja hava okkum at hava tað fullkomuliga ókey við, hvar vit eru. Tað er næstan, sum tey njóta tað, um vit pínast av, hvørjar vit eru í dag - sama um vit velja at eldast náttúrliga og ikki síggja fullkomnar út, ella um tú gert okkurt, sum fær teg at kenna teg betur... Eg veit, hvussu eg síggi út. Eg havi onki val. Hvat skal eg gera við tað? Steðga við at eldast? Hvørva?, hevur Sarah Jessica Parker úttalað í sambandi við neiligu viðmerkingarnar.
'And just like that' er í 10 pørtum og kann stroymast HER, um tú hevur eitt hald til HBO Max.