Dagsljós er avgerandi fyri trivnaðin
Lívsstílur
Dagsljós er avgerandi fyri trivnaðin
Verður tú eisini tung í huga, døpur, móð og lekkursultin um veturin? So hevur tú møguliga vetrartunglyndi. Vetrartunglyndi rakar oftari kvinnur enn menn.
Eftir: Anniku Kunoy Im 14.12.2022

Fyri mong okkara er tað er myrkt, tá vit fara upp og út av húsum um morgnarnar, og tað er somuleiðis myrkt, tá vit fara heim aftur seinnapartin. Myrkur, regn og stormur – dag inn og dag út í fleiri mánaðir.

Nógvar okkara fáa lítið av dagsljósi nógv av tíðini, og dagsljós er grundleggjandi og avgerandi fyri trivnaðin. Fleiri leingjast eftir summarinum og langu, ljósu døgunum og droyma seg burtur til heitari støð, meðan onnur verða rakt av vetrartunglyndi – also møði, ringum hýri og vaksandi matarlysti.

Tey, ið fáa vetrartunglyndi verða tung í huga, og sjálvsvirðið og lívsgóðskan minka - tey verða minni sosial, missa hugin til sex og fáa ringa samvitsku

Vetrartunglyndi er rættiliga vanligt, og sambært donskum tølum fáa 10 prosent av okkum vetrartunglyndi so ella so, og fýra prosent verða álvarslig rakt. Á leið tveir triðingar eru kvinnur – oftast undir 45 ár. Tað er serliga fólk, ið búgva í londum longst frá ekvador, ið verða rakt av vetrartunglyndi. Eyðkennini byrja ofta í oktober-november og minka í mars-apríl, tá tað aftur verður ljósari.

Fyri summi minka eyðkennini um jólini, tá ljós og hugni fylla dagarnar, men eyðkennini halda síðani á restina av myrku tíðini.

Tað eru serliga á tveimum økjum, at vetrartunglyndi uppførir seg øðrvísi enn tunglyndi (depressión). Eitt er, at tey, ið verða rakt av vetrartunglyndi, verða troyttari um veturin og kunnu lættliga sova fleiri tímar longri um náttina vetrarhálvuna. Hitt er, at tey, ið verða rakt av vetrartunglyndi, eisini eru nógv svangari og munga oftari eftir søtum, umftamt, at orkan til rørslu er lítil og eingin.

Vetrartunglyndi líkist eisini tunglyndi (depressión), tí tey, ið fáa vetrartunglyndi verða tung í huga, og sjálvsvirðið og lívsgóðskan minka - tey verða minni sosial, missa hugin til sex og fáa ringa samvitsku. Oftast eru eyðennini fyri vetrartunglyndi tó ikki eins ógvuslig og álvarsom sum við tunglyndi (depressión).

Hvat kanst tú gera?
Í stuttum kann sigast, at vit fáa vetrartunglyndi av vetrarmyrkrinum – ella væntandi dagsljósi. Tað er ikki heilt víst, hvat hendir í heilanum, men okkurt bendir á, at svøvn-hormonið melatonin spælir ein leiklut. Tá tað er myrkt, framleiðir heilin meira av júst hesum hormoninum. Minni ljós ávirkar eisini horminið serotonin, og samanhangur er millum ov lítið av serotonin og tunglyndi.

Hevur tú vetrartunglyndi, minst so til at fáa nóg mikið av ljósi í dagtímunum, tá tú kanst. Um til ber, far út og gang ein túr í 30-60 minuttir hvønn dag, áðrenn tað fer at skýma. Tað kann tað eisini vera eitt gott hugskot at nýta eina ljósterapi-lampu við minst 10.000 lux dagliga. Eisini er gott at røra seg hvønn dag, tí rørsla eisni hormonelt ger teg í betri lag. Um tað ber til, kann ein ferð til heitari lond um veturin koma væl við. 
Tosa eisini við læknan, um tú kenni teg aftur í hesum, tí eyðkennini kunnu líkjast eini veruligari depressión, og tá er umráðandi við læknafakligari hjálp og viðgerð.

Keldir: sundhed.dk, apoteket.dk, videnskab.dk