Dagurin, sum enn einaferð minti okkum á, hví vit renna saman
Lívsstílur
Dagurin, sum enn einaferð minti okkum á, hví vit renna saman
Kvinnurenningin 2026 varð ein summarlig løta við sól, góðum hýri og sterkum felagsskapi
Eftir: Kvinnu 17.05.2026

Dagarnar undan Kvinnurenningini fylgdu vit spentar við veðrinum og kannaðu forsøgnirnar ferð eftir ferð. Og hesaferð fingu vit meira, enn vit høvdu torað at vónað. Sólin kagaði fram, luftin var lýggj, og Hoydalar vístu seg frá síni allarfagrastu síðu. Tað kendist sum ein mild, vónrík og góð byrjan upp á summarið, sum nú stendur fyri durum.

Í ár varð Kvinnurenningin hildin á 17. sinni, og enn einaferð møttu eini 900–1000 kvinnur upp fyri at vera partur av degnum. Tað eru luttakarnir, sum gera Kvinnurenningina til nakað heilt serligt. Luttakarar, sum ár eftir ár gleða seg til ein dag við rørslu, láturi, práti, felagsskapi og góðari orku.

Tað er rørandi at síggja kvinnur úr øllum landinum savnast. Kvinnur í øllum aldri og øllum lívsstøðum. Summar renna, aðrar ganga. Summar koma saman við vinkonum, aðrar við mammu, dóttur, systur ella starvsfeløgum. Men allar eru har við sama endamáli: at vera saman um eina góða, virkna og positiva uppliving. Á rutuni varð prátað, flent og heppað, og tað var eyðsýnt, hvussu nógv tað gevur okkum, tá ið vit røra okkum saman við øðrum.

Í ár byrjaðu vit við Studentaskúlan í Hoydølum. Í góða veðrinum og grøna umhvørvinum var byrjanin bæði hugnalig og vøkur, og síðani gekk leiðin móti Vaglinum, har málið var. Har tóku tónleikur, gott huglag og góðir smakkir ímóti luttakarunum. Grøna Matveitingin borðreiddi við leskiligum mati, og Oy bjóðaði alkoholfría øl, sum hóskandi setti punktum fyri ein virknan og lívligan dag.

Dagurin endaði við myndatøku og stóra lutakastinum, har luttakararnir við sínum renninummari kundu vinna stórar vinningar. Sí vinningarnar her.

Vit vilja takka øllum tykkum, sum vóru við og gjørdu dagin so serligan. Takk til allar luttakararnar, sum møttu upp við góðari orku og góðum hýri. Takk til stuðlar, fyritøkur, sjálvboðin, vinir og familju, sum á hvør sín hátt hjálptu til. Eitt serligt tøkk til Rennifelagið Bragdið fyri tykkara dygdargóða arbeiði. Og takk til høvuðsstuðlar okkara, Thomas Dam Intersport og Aqua d'Or.

Vit eru takksamar, rørdar og ómetaliga glaðar fyri undirtøkuna.

Takk fyri í ár. Vit gleða okkum longu til næstu Kvinnurenning.

Vegna Kvinnu
Sólja, Svanna, Hanna, Annika & Tóra




Viðkomandi greinar