
Støkk inn dansiverkstovurnar eru partur av skránni hjá Fjølmentanarvikuni, sum er í døgunum 22. til 31. oktober. Hetta er triðja árið skipað verður fyri dansidegnum í Norðurlandahúsinum.
Vit sessast í sofahorninum, har borðreitt er við kaffi og smákøkum, og livandi ljós verða tendrað. Vit falla beint í hugnaligt prát, og eg spyrji, hvussu tær byrjaðu at dansa, og hvønn týdning dansurin hevur fyri tær.
Sharon og leiðin til Bachata
Sharon starvast dagliga sum lærari, er gift og eigur tveir synir. Harumframt undirvísir hon í Bachata. Sharon byrjaði at dansa Bachata - ein suðuramerikanskan pardans, ið upprunaliga stavar úr Dominikanska Lýðveldinum - fyri skjótt fimm árum síðani.
Tá ið bróðurkona hennara, Matilda, ið hevði dansað nógv meðan hon búði uttanlands, flutti til Føroya, fór hon at skipa fyri Bachata undirvísing her heima. Sharon og maðurin vóru við frá fyrsta skeiði, og bæði blivu heilt bergtikin av livandi dansinum. Eftir stutta tíð tóku tey bæði yvir og fóru at skipa fyri dansiskeiðunum.
Sharon greiðir frá, hvussu dansurin er vorðin ein stórur partur av hennara samleika. “Dansurin fær ein at droyma seg burtur í ein ljósareyðan heim, har øll føla seg væl í sínum egna kroppi. Tað besta við Bachata er, at øll kunnu dansa tað, og at øll føla seg væl í felagsskapinum, sum vit hava skapað. Tað gevur mær nógva gleði, tá ið eg hoyri um fólk, sum hava havt tað trupult í lívinum, men sum nú føla seg sum ein partur av einum felagsskapi - vinarskapi,” greiðir Sharon frá.
Bipasha uppvaksin við dansi
Bipasha flutti saman við mammu síni og beiggja sínum til Føroya úr lítla býnum Nagaon í India fyri góðum fýra árum síðani. Bipasha greiðir frá, hvussu hon er uppvaksin í einum umhvørvi har list, tónleikur og dansur vóru ein ósundurskiljandi partur av lívinum. Trý ára gomul byrjaði hon at dansa, eins og bæði mamman og mosturin, ið báðar eru eldhugaðir dansarar. Bipasha er vandur dansari innan fimm klassiskar indiskar dansir og frá ungum aldri, hevur hon luttikið í ymiskum dansiframførslum runt í India.
Dansur hevur altíð verið hennara máti at úttrykkja seg.
“Tá ið eg eri glað, so dansi eg. Og eg tá ið eg eri kedd ella ill, so dansi eg. Dansurin er ein so djúp kensla, sum ikki kann lýsast í orðum,” fortelur Bipasha.
Hon greiður frá, at tann indiski dansurin er ein samanrenning av tónleiki, rútmum og dansi. Gjøgnum dansin verða søgur fortaldar; søgur um gudar. Gudurin Krishna og kærleikin - og øvundleikin - millum hann og gudinnuna Radhu, er eitt afturgangandi tema.
Hvat kunnu luttakarar vænta av dansiverkstovunum í Norðurlandahúsinum 26. oktober?
Sharon: Luttakarar fáa grundleggjandi undirvísing í Bachata. Tað er ikki neyðugt at duga at dansa ella vera í góðum formi. Øll kunnu luttaka, og støðið verður lagt eftir støðinum hjá luttakarunum. Høvuðsendamálið er at spreiða dansigleði. Og hóast talan er um ein pardans, er ikki neyðugt at hava ein partnara við sær.
Bipasha: Luttakarar fáa innlit í klassiskan indiskan dans og læra grundleggjandi fótarbeiði og hondrørslur. Dansiverkstovan er fyri øll tey, sum eru forvitin og kundu hugsað sær, at roynt klassiskan og spirituellan dans.
Fleiri dansiverkstovur í Norðurlandahúsinum sunnudagin 26. oktober
Umframt dansiverkstovurnar í Bachata og indiskum dansi, verður eisini møguleiki at royna seg í Modern Jive og Samba. Sí fjølbroyttu skránna hjá Fjølmentanarvikuni á torshavn.fo og fylg við á Instagram og Facebook.