Deyðsóttin stýrdi mær fullkomiliga
Lívsstílur
Deyðsóttin stýrdi mær fullkomiliga
Í gjár var altjóða sálarheilsudagur, og í tí sambandi endurgeva vit grein úr Kvinnu um Evu Black, sum livdi við ræðuligum deyðsótta, eftir at hon hevði átt fyrsta barnið í 2012
Eftir: Eydnu Skaale / Mynd: Rósa Tovudóttir 11.10.2021

Nakrar mánaðir eftir barnsburð fór ein óskilborin ótti at gera um seg hjá Evu Black. Hon var plágað av deyðsótta, og at enda var hon sum ein fangi, ið hvørki kundi koyra bil, ferðast, eta, njóta lívið – ella flyta seg ov langt frá Landssjúkrahúsinum. - Nú eri eg komin heilt fyri meg aftur, og eg vil so fegin vísa øðrum í somu støðu, at tey ikki eru einsamøll, og at tað er ein útvegur úr líðingini, sigur Eva Black úr Klaksvík.

Fyrsta herðindið av angist kom brádliga í 2012, tá Eva Black var 24 ára gomul.

Hon og systirin høvdu verið í Danmark og sótu í flúgvaranum á veg heim aftur. Eftir eini løtu boðaði flogskiparin frá, at orsakað av einum frostskaða kundu tey tíverri ikki servera kaffi og te hendan túrin.

– Men eg festi meg bara við orðið “frostskaði”. Og so fóru tankarnir at mala. Hvat um okkurt var galið? Hvat um flúgvarin datt niður? Hvat um eg skuldi enda mínar dagar í tí ísakalda Atlantshavinum? Skuldu mamma og babba missa tvær døtur í senn? Hvat um eingin fór at finna okkum aftur? Og eg hugdi at øllum fólkunum umborð og var púra vís í, at vit øll skuldu doyggja.

Skjótt var Eva sannførd um, at flúgvarin fór at detta niður, og at hon bara hevði fáar løtur eftir av lívinum.

– Eg fekk harða hjartabankan, kaldasveitta, vildi spýggja – og eftir eini løtu var tað, sum hálsurin snørdi seg saman, so eg ikki fekk andað. Tað var ein sansaleys ræðsla, sum eg ikki kundi stýra, minnist Eva.

Frá himmali til helviti

So skjótt, sum flúgvarin lendi, hevði hon tað gott aftur – og so hevði hon tað í høvuðsheitum gott til 2015. Hon var kortini við í einum bólki fyri ungar kvinnur við angist á Psykiatriska deplinum nakrar ferðir, men føldi ikki, at tað var tað rætta fyri hana tá.

– Tá var eg blivin við barn, og tað var sum at vera á einum skýggi. Alt var gott, og eg kendi meg næstan rúsaða. Góða kenslan helt á fyrstu seks mánaðirnar eftir barnsburðin, men so kom óttin aftur sníkjandi. Ábyrgdin, sum fylgdi við lítla lívinum, kendist stór, og óttin fyri, at eg skuldi doyggja frá soninum, fylti støðugt meiri.

– Eg fekk óttaherðindi á sama hátt sum í flúgvaranum, tá eg koyrdi buss. So eg gavst við tí. Síðani fekk eg óttaherðindi, tá eg koyrdi bil. So gavst eg við tí.

Støðugt breiddi óttin seg til fleiri øki. Hóast Eva altíð hevur havt eina søta tonn, varð hon knappliga tilvitað um, at nógvar sjúkur kunnu standast av sukri. So hon gavst púrasta at eta søtt. Hon hevði roykt av og á og smakkað sær á viðhvørt, men eisini hesum gavst hon við. Hon tordi ikki at eta fisk, um hon setti eitt bein í hálsin, og hon át ikki høsnarunga ella kjøt av ótta fyri, at hon fekk onkra bakteriu.

– Onkuntíð, tá eg hevði sitið og pilkað á tallerkinum og fingið nakrar fáar bitar niðurum, rann eg út á vesið og stakk fingurin í hálsin, tí eg helt, at maturin var vandamikil. Eg tordi ikki at vera einsamøll, tí eg var so bangin fyri at fáa hjartasteðg. Og at enda tordi eg ikki at fara ov langt frá Landssjúkrahúsinum, tí um nú okkurt skuldi hent mær, mátti eg vera nær við sjúkrahúsið.

– Eg hevði paniskan ótta fyri øllum tí, sum ger lívið gott. Og í mínum stóra ótta fyri at doyggja sá eg ikki, at tað einasta vandamikla í grundini var mín atburður. Eg helt meg ansa væl eftir mær sjálvari, og eg sá ikki, hvussu sjúk eg í veruleikanum var, minnist Eva.

At enda var hon so hungrað og undirfødd, at hon mátti til læknan.

– Eg vigaði bara 49 kg, tað mól fyri mær og eg orkaði einki. Læknin tók ymsar blóðroyndir og tað vísti seg, at eg hevði stórt trot á ymsum vitaminum – til dømis D-vitaminum. Eg fekk so boð um at taka sterkar D-vitaminir, men heldur ikki tað megnaði eg. Eg royndi fleiri ferðir, men eg var so bangin um at svølgja hesa tablettina, tí hvat um okkurt vandamikið var í? So skjótt, eg hevði svølgt, fekk eg aftur panikkangist og mátti stinga fingurin í hálsin fyri at fáa hesa neyðugu vitaminina úr kroppinum aftur.

Eva minnist hesa tíðina sum fullkomiliga ræðuliga. Uppá stutta tíð fór hon frá himmali - við gleðini um nýfødda sonin - til helviti - við tí fongslinum, sum deyðsóttin setti hana í. Hon kendi seg sera einasamalla, tí eingin skilti hana.

Fleiri av hennara næstu eggjaðu henni at fara til lækna, men hon vildi ikki, tí hon var bangin fyri at fáa heilivág – og hon fór kortini ikki at tora at taka hann. Hartil var hon bangin fyri at siga tað hart, hvussu hon hevði tað, tí so mátti hon ásanna, at hon hevði ein sálarligan trupulleika.

Ásannan av sjúku

– Eftir eitt gott ár kom tó brádliga vend í. Eg eri sera familjukær, og eg vildi so fegin sleppa til Klaksvíkar at halda jól saman við familjuni. Men tað merkti, at eg bæði mátti koyra og flyta meg burtur frá Landssjúkrahúsinum, greiðir Eva frá.

Men longsulin eftir at halda jól í Klaksvík vann, og hon setti seg tí í bilin saman við sjeikinum og soninum.

– Eg fekk ikki luft, græt illa og spýði á vegnum norðeftir, tí eg var heilt vís í, at lívið nú fór at enda. Men vit komu norð í øllum góðum, og tá sá eg fyri fyrstu ferð, at tað, eg upplivdi, ikki var satt. Eg doyði jú ikki á hesum túrinum, sum eg annars var vís í, at eg fór at gera.

Eva fór á netið og leitaði eftir vitan um tað, hon upplivdi. Har var eingin ivi. Tað var ein støðugur deyðsótti, sum alsamt át seg inn á fleiri øki í hennara lívi, so lívsgleðin mestsum var horvin.

Men kortini søkti hon onga hjálp, og hon kom ikki inn í psykiatrisku skipanina.

– Tá eg endiliga mannaði meg upp og greiddi kommunulæknanum frá støðuni, svaraði viðkomandi, at eg kanska bara átti at tikið meg saman. Tað var sum at fáa ein frammaná, tí tað var jú tað, eg mest av øllum vildi gera.

Men Eva fall ikki í fátt. Í óttabólkinum, hon hevði verið í, hevði hon hoyrt um »stigvísa eksponering«, ið merkir, at fólk við angist spakuliga skulu gera tað, tey óttast fyri at síggja, at óttin er ógrundaður. Nú skilti hon veruliga týdningin av tí.

– Eg skilti, at fyri at fáa tað betri, mátti eg fyrst fáa tað ordiliga ringt við at gera tað, sum eg helt fór at drepa meg. Sjeikurin fór at koyra biltúrar við mær, har eg altíð kundi leypa úr bilinum, um óttin tók yvir. Seinni vágaði eg mær upp í bussin, meðan sjeikurin koyrdi aftaná, so hann kundi fanga meg, um eg mátti leypa úr. Spakuliga tvingaði eg meg at eta tað, eg hevði ræðst. Eg fekk mær ein guv og sá, at eg ikki bleiv trong, men at eg væl fekk andað kortini.

Eva viðgongur, at tað var ófatiliga tungt at gera beint ímóti sínum egna heila og sonsum. Men við einum sera stuðlandi baklandi sá hon skjótt, at hon fekk tað betri. Og tá kom lívsgleðin aftur – nógvar ferðir sterkari, enn hon nakrantíð hevði verið áður, tí nú tók Eva einki sum eina sjálvfylgju.

Vil hjálpa øðrum

Eva greiðir frá, at meðan hon í einsemi stríddist við at fáa tað betri og at uppsøkja tað, sum hon ræddist, gjørdi hon eina avtalu.  Um hon nakrantíð slapp heilt burtur úr óttanum, lovaði hon sær sjálvari, at hon afturfyri skuldi hjálpa øðrum í somu støðu.

Og tað lyftið vil hon halda.

– Eg slapp av við allan óttan – eisini ógvusliga deyðsóttan, sum hevði stýrt mær so. Men óttin fyri at flúgva spøkti framvegis. Tvey ár seinni fór eg til ein sálarfrøðing fyri flogóttan. Tað var í einum flogfari, at alt byrjaði. Og tað vísti seg, at hon sjálv hevði drigist við ótta, so eg kendi meg veruliga skilta. Tað hjálpti mær væl. Og tá eg so í fjørsummar aftur setti meg í eitt flogfar, var tað ókey. Tástani kendi eg, at óttin endiliga hevði slept takinum á mær, greiðir Eva frá.

Hon legði eitt skriv út á sosialu miðlarnar, har hon greiddi frá, hvussu hon hevði havt tað, men at hon nú loksins var fríað frá óttanum. Skrivið kom óvart á nógv fólk.

– Eg hevði jú ikki tosað opið um tað. Bert tey heilt nærmastu vistu, hvussu støðan var. Og sjálvt tey skiltu tað heldur ikki heilt. Eg hevði jú eisini sagt óteljandi hvítar lygnir fyri øllum, tí eg vildi ikki greiða frá, hvussu eg veruliga hevði tað.

Hon ivaðist kortini eitt sindur, áðrenn hon legði skrivið út. Tað eru nógvir fordómar um sálarligar líðingar, og Eva var serliga bangin fyri, at tað skuldi ganga út yvir sonin. At hann skuldi fáa at hoyra fyri, at mamma hansara var »veik« ella »sálarliga sjúk« ella »óstabil«, sjálvt um hon nú var púra frísk aftur.

– Men eg hevði samstundis eisini ynskt, at onkur hevði skrivað okkurt líknandi, tá eg hevði tað ringast, so eg ikki skuldi kenna meg so einsamalla. Eg føldi tað, sum at eingin skilti meg. Og í grundini skilti eg heldur ikki tey. Eg skilti ikki, hvussu tey kundu koyra bil, eta sukur og flúgva, tá tey vistu, at tað kundi vera vandamikið. So eg kendi meg ótrúliga einsamalla, sjálvt um øll tey nærmastu hava verið ófatiliga tolin við mær.

Eva fekk bara jaligar viðmerkingar fyri skrivið. Og kvinnur skrivaðu til hennara og takkaðu henni fyri opinleikan, tí tær stríddust við tað sama.

– Eg bleiv ovfarin av, at so nógvar kvinnur, sum eg ikki kenni, skrivaðu til mín – og eg varð eisini ovfarin av at sígga, at fleiri, sum eg kenni væl, stríðast við tað sama, uttan at eg visti av tí. Tað sigur eitt sindur um, hvussu lítið vit tosa um hetta evnið og hesa støðuna, heldur hon.

Eva ásannar, at tað er ótrúligt, at heilin kann taka yvir í so stóran mun og stýra øllum sonsunum soleiðis. Hon skilir væl, at tað má vera ringt hjá øðrum at skilja, júst hvat tað er, sum hendir.

- Eg havi eina vinkonu, sum hevði havt angist áðrenn eg. Og tá skilti eg als ikki, hvussu hon kundi lata seg stýra av einum so ógrundaðum ótta. Eg hugsaði viðhvørt »ahhh - come on!«, tá hon avlýsti okkara avtalur orsakað av ótta. Men knappliga stóð eg í støðuni sjálv.

– Summi hava sagt við meg, at eg átti at tikið meg saman, tí tað, sum eg ræddist, bara var í mínum høvdi. Men tað er tað jú ikki. Tað eru ikki bara tankar, men eisini sterkar kropsligar reaktiónir, sum hjartabankan, kaldasveitti og andaneyð. Tú følir tað á kroppinum, sum um tú ert við at doyggja – samstundis, sum heilin fortelur tær, at tú ert í stórum vanda. Tá ber ikki til at taka seg saman – og tá hjálpir tað einki, at onnur siga tað vera ógrundað.

Í dag hevur Eva tað ordiliga gott. Hon er sloppin heilt burtur úr stýrandi óttanum, og hon nýtur lívið í nógv størri mun, enn áðrenn. Hon hevði ikki viljað verið tíðina við deyðsóttanum fyriuttan, tí hon er vorðin eitt sterkari menniskja av royndunum. Hon er eisini vorðin betri til at meta um, hvat veruliga hevur týdning – og at sálda restina frá.

– Týdningarmesti boðskapurin er, at tey, sum fara ígjøgnum hetta, ikki eru einsamøll. Og so tað, at tað ber til at sleppa burtur úr tí aftur.