Eg eri her men hjartað er heima
Lívsstílur
Eg eri her men hjartað er heima
Tá tú ert flóttafólk, livir tú eitt dupult-lív, og tú ert ikki ordiliga til staðar í landinum tú óviljað ert flýggjað til. Tað er trupult at uppbyggja vinaløg og eina tilveru, tá heimlandið er í sori, greiðir 37 ára gamla Ksenia Kara frá, sum kom í juli í fjør flýddi úr Ukraina til Føroya saman við sjey ára gomlu dóttur síni.
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Amy Hansen 11.05.2023

–Tá tú ert flóttafólk, livir tú eitt dupult-lív, sigur 37 ára gamla Ksenia Kara.

Hon tosar av egnum royndum.

37 ára gamla Ksenia Kara er flóttafólk. Saman við sjey ára gomlu dóttur síni, Mariu, tók hon til rýmingar úr krígsrakta heimlandinum, Ukraina, í juli í fjør, har rakettálop hava oyðiligt alt. Landið, býin, íbúðina. Ja, alt tað, ið hon fyrr kallaði heim.v Vinfólkiniveru farin í allar ættir–tey eru eisini flýdd. Nú býr hon í Havn.

–Eg eri her, men hjartað er heima, sigur hon, tá hon verður spurd nærri um, hvat hon meinar við, tá hon sigur dupult-lív.

Hon greiðir sorgtung frá, at eitt er at flýggja óviljað til eitt ókent land, men samstundis sum tú flytur teg gjøgnum tímarnar, dagarnar, vikurnar og mánaðirnar, so ert tú ikki ordiliga tilstaðar.

Dagarnir eru ymiskir. Kenslurnar eru mangar. Sorg. Saknur. Vreiði. Angist. Vónloysi. Vón. Einsemi.

–Eg royni at vera positiv, sigur hon við sorgtungari rødd.

Hetta dupult-lívið hevur gjørt tað trupult hjá henni at uppbyggja vinaløg í nýggju tilveru síni.

– Júst á hesum økinum hevur tað gingið ógvuliga seint. Eg havi ikki tilfeingið, sum krevst fyri at uppbyggja vinaløg, tí uppmerksemið hjá mær er í Ukraina. Eg lesi tíðindi um kríggið alla tíðina. Eg fái eisini fráboðanir, hvørja ferð familjan hjá mær skal í bumbuskýli, sigur hon friðarliga.

– Fyrstu mánaðirnar í Føroyum var eg sálarliga illa fyri. Eg hevði einki yvirksot, og sum joga-lærari má eg geva av mær sjálvari. Eg hevði einki at geva av.T að er ikki fyrr enn nú, at eg eri farin at merkja eitt sindur av kensluligum yvirskoti, sigur hon síðani.

– Summar tilgongdir kunnu ikki framskundast. Soleiðis kendi eg tað í hesi prosessini. Tað tók tíð at koma fyri meg. Nú havi eg arbeiði og undirvísi í joga, og mítt professionella sjálvsálit verður spakuliga styrkt, greiðir hon frá.

– Myrki, føroyski veturin hevur eisini verið tungur. Deprimerandi, sigur hon, men leggur síðani flennandi aftrat, at hon hevur lært seg at binda.

–Nú føli eg meg eitt sindur føroyska, sigur hon.

Kvøldini verða brúkt við stokkum í hond og við at tosa í telefon við familjuna í Ukraina. Í veruleikanum rættiliga sigandi. Gomlu foreldrini búgva í eini íbúð í Kiev saman við manni og vermammu hennara. Ein íbúðK senia uppiheldur teimum í. Enn er maður hennara ikki innkallaður í herin, men framtíðin er óviss. Hon stúrir nógv um tey....

Longri samrøða við Kseniu Kara, sum er flótti í Føroyum, kann lesast í Kvinnu, sum er á hillunum í sølubúðunum nú. Í greinini greiðir hon nærri frá um kríggið í heimlandinum, flýggjanina til Føroya og nýggja veruleikan hjá sær og dóttur síni.