– Eg eri kvik at biðja um umbering
Lívsstílur
– Eg eri kvik at biðja um umbering
Henni dámar væl at skriva, lesa, gera mat og práta við fólk, og so er hon er sosial og serakensluborin – Eri ikki eitt menniskja, sum iðri meg og angri avgerðir... men um eg haldi, at eg havi sagt okkurt, sum hevur sárað ella er misskilt, so eri eg kvik at biðja um umbering, sigur Armgarð Arge millum annað í samrøðu um millum annað barndómin, lívið og arbeiðslívið
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Amy Hansen 06.07.2023

Armgarð Cathrina Mortensen Arge er gift við Finnboga Arge og eigur fýra døtur. Hon er útbúgvin guðfrøðingur frá Universitetinum í Århus og hevur síðani 1989 starvast í Kringvarpi Føroya, har hon í dag er samskipari á átrúnaðarliga økinum. Hon ger millum annað vælumtóktu sendingina Credo.

Hvat er besta ráðið, tú ynskir at geva børnunum?
At ongin munur er á kynunum, tá tað ræður um at smíða sær lukkuna góða. At tað er umráðandi at vera sjálvbjargin, eisini fíggjarliga, og tí at tryggja hetta grundarlagið við at fáa einaútbúgving. Eg havi roynt at lagt dent á og eggja gentunum at gera góðan mat. Ein góð máltíð saman við kærum andlitum gleðir likam og sál. At vera semjusøkjandi, at ansa sær og fara væl um og við sær sjálvariog øðrum. Royna at vera eitt gott fólk og gera tað besta tú kanst, tí onki menniskja er ein oyggj, vit eru øll tengd at hvørjum øðrum. 

Almikið kunnu vit lesa um í ymsum bókum, men eitt menniskja, sum sigur frá sín egnu søgu, er heilt serstakt

Hvør persónur, sum tú hevur hitt í tínum arbeiðslívi, hevur gjørt eitt serligt inntrykk?
Øll tey hundraðtals menniskjuni, sum eg gjøgnum mítt arbeiði í Kringvarpinum havi spurt, um tey kundu koma niðan í útvarpsstovuna at siga mær sína søgu. Tey hava gjørt eitt sera stórt inntrykk á meg og fleiri teirra “beri eg við mær”. Tað eru søgur um livað lív, og um hendingar, har tey hava tikið brókatøk við lívið. Frásagnir um, hvussu fólk koma til sættis við lívið, tá tað er miskunnarleyst, og tá tað er allarmest gleðiligt. Almikið kunnu vit lesa um í ymsum bókum, men eitt menniskja, sum sigur frá sín egnu søgu, er heilt serstakt. Havi veruliga virðing fyri teimum, sum vilja og vildu deila søguna við lurtaran, tí tað kann sannføra onnur um, at tey ikki eru einsamøll í teirra støðu. Onnur hava verið har, og teirra frágreiðing um, hvussu tey hava klárað støðuna og eru komin heilskapaði víðari í lívinum, er lívsvísdómur, sum ikki kann keypast. Og so øll tey, sum eg eisini havi spurt um filosofi, um virus og føroyska mentan,um átrúnað og fólkanøvn, um bøkur og rák, bara fyri at nevna nøkur øki. Tey eru nógv, sum eg millum ár og dag havi “plágað”, bæði leik og lærd, sum øll havagjørt sítt inntrykk.

Nær var síðstu fer, tú græt?
Eg eri eitt kensluborið menniskja, sum flenni nógv og ofta, men sum eisini eri skjót at vísa sárar kenslur. Men tár kunnu sanniliga eisini vera gleðistár. 

Um tú kundi valt heilt sjálv, hvørjum kundi tú so hugsa tær at fingið eitt gott kaffiprát við?
Ein spontanur kaffimunnur kann vera framúr, og eg elski kaffi, haldi hann er ein gudadrykkur. Men ein kaffimunnur við mammu og pápa úr mammusa vøkru kaffikoppum, saman at sita og flenna og roksa sum í “gomlum døgum” fyri skjótt so nógvum árum síðani, kundi verið stuttligt aftur. Og so er tað abbi mín í suðri. Hann varð studentur á Sorø og fór at lesa guðfrøði á Keypmannahavnar universiteti. Eg havi hansara próvtøl og skjøl, og hann hevur dugað væl, men hann gavst við lesnaðinum, tá hann nærum var komin á mál. Eg havi arvað hansara bøkur frá guðfrøðislesnaðinum, og tað er serstøk kensla at lesa í bókum heilt aftur til 1857 og síggja hansara viðmerkingar, og so ikki vita, hví hann gavst. Og jú ein kaffimunnur við Kierkegaard ella Mandela hevði ivaleyst verið framúr, men tað eigi eg nokk á! 

Um eg haldi, at eg havi sagt okkurt, sum hevur sárað ella er misskilt, so eri eg kvik at biðja um umbering

Hvørja avgerð hevur tú angrað?
Eri ikki eitt menniskja, sum iðri meg og angri avgerðir, tí ofta vendist ikki aftur, og gjørd gerð fær onga vend. Tað, sum er farið, er farið og er søga, men vit læra av øllum, sum hendir okkum í lívinum, so ella so. Okkurt taka vit við okkum, og annað koyra vit burtur. Men um eg haldi, at eg havi sagt okkurt, sum hevur sárað ella er misskilt, so eri eg kvik at biðja um umbering. 

Hvat er títt besta barnaminni?
Havi nógv og góð minni frá summarfrítíðini hvørt summar á Tvøroyri. Tá eg í dag líti aftur, so hava tað verið heilt serstakir góðir dagar í ommusa deiliga húsi, har so nógv var at lesa og spæla við, sílaferðir við pápa og Johan, og øll tey stuttligu fólkini, sum búðu har um vegir. Men tá mann er barnvaksin í rabarbukvarterinum í Havn við øllum børnunum har í grannalagnum, so vóru vetrarkvøldini heilt serstøk. Skreiða í brekkuni, gera tok í KFUKbønum, ella ganga á garðum og øll bóltspølini. Minnist, hvussu illa mann tímdi inn, tá mammurnar róptu á børnini, at nú var songartíð.V it vóru nógv børn í Brekkugøtu, og øll húsini og fólkini í teimum vóru litrík. Ein fantastisk gøta! Og ein prentsmiðja var á Heygsbreyt, og Einars prent var í Tvørgøtu, og har gingu vit børn javnan inno g bóðu “um strimlar”. Fóru pyntaði í barnaføðingardagar kl.15, og mann fekk kakao, róma, bollar og køku, alt á vøkrum dúki. Ongin fartelefon, so mann fór og bankaði uppá og spurdi, um børnini komu út at spæla. Um húskið sat og át, so fór mann útum at bíða. Fekk onkur meslingar ella fárasjúku, so vórðu øll sjúk í senn. Vit vóru næstan bara úti og spældu. Onkur gekk til fimleik, og av og á fóru vití biograf, og so stóð man í tímavís í kø til mann fekk eitt atgongumerki. Vóru eisini ofta í biograf í Sjónleikarahúsinum,og harn eyðhelt mann sær í trappunum, til tey lótu upp. Ofta slitnaðu filmarnar, og so trampaðu og róptu øll,til onkur kom og bað fólk taka tað róligt, og so rigggaði aftur.

Nær ert tú allarmest eydnusom?
Tað er ikki ein støðug kensla at vera eydnusom. Lívið er løtur. Meiri umráðandi er at vera takksom, og úr takkseminum sprettur kenslan at vera eydnusom. Fer mann at royna at neyðhalda einari kenslu, so gleppur hon tær av hendi. Mann kann ikki seta sær fyri at vera hetta ella hatta ella leita upp tað stóra og glæsiliga, og so halda, at alt verður gott. Piet Hein sigur í einum av sínum grukkum, “at den Guds klarsyn falder på, ser det store i det små” –og tá er manneydnusamur. Men, ein mamma er ein mamma og ein omma, og tá øll børnini hava tað gott, so hevur ein mamma tað eisini gott. Hava tey tað ikki gott, so bíðar mann bara til tað verður betri, soleiðis er tað nú einaferð!

Greinin varð prentað í Kvinnu summarið 2020.