Eg fekk ein fyrimun á tilfeingisbreytini
Lívsstílur
Eg fekk ein fyrimun á tilfeingisbreytini
24 ára gamla Jórunn Elisdóttir Wang hevur gingið á tilfeingisbreytini á Miðnám í Vestmanna. Tað hevur verið ein góð og røtt avgerð, sum hevur veitt henni ein fyrimun, nú hon lesur sjúkrarøktarfrøði á Setrinum
Eftir: Anniku Kunoy Im Lýsingagrein / Gjørd í samstarvi við Miðnám í Vestmanna 02.03.2023

Jórunn Elisdóttir Wang úr Sandavági angrar ikki, at hon í 2018 valdi at fara á tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna. Í veruleikanum hevur tilfeingisbreytin givið henni ein fyrimun, nú hon er farin undir at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum. Serliga er tað grundleggjandi vitanin innan lívfrøði, sum hevur givið henni ein fyrimun, greiðir hon frá.


– Eg hevði møguleika at velja millum ymiskar lærugreinar, men eg valdi at taka lívfrøði á A-stigi, tí eg visti, at eg vildi lesa til sjúkrarøktarfrøðing efir miðnám, og tað hevur hjálpt mær heilt ómetaliga væl, nú eg eri farin undir víðari lestur, sigur Jórunn Elisdóttir Wang, sum tók fyrsta árið á FSF á Glasi í Havn, men sum síðani valdi at taka restina av miðnámútbúgvingini í Vestmanna.

Sjálv heldur Jórunn Elisdóttir Wang, at tað er umráðandi at varpa ljós júst á hesa tilfeingisbreytina, tí tað eru mong, ið hava spurt hana, hvat hon kann brúka sína miðnámsútbúgving til, tí tey hava hildið, at hon bert snýr seg um at lata dyr upp til útbúgvingar á ali- ella fiskivinnuøkinum.

– Tað er púra skeivt, tí soleiðis er tað als ikki, tí í mínum føri kann eg brúka útbúgvingina til meira, enn eg hevði kunnað, valdi eg okkurt annað ístaðin. Eg havi trivist væl og vil veruliga viðmæla tilfeingisbreytina, tí møguleikarnir eru nógvir við einum slíkum prógvi.

Skúlin er lítil, persónligur og heimligur – tað kendist næstan sum ein familja, har øll eru saman, og tað riggaði ógvuliga væl til mín og mína persónsmensku

– Eg valdi millum annað at taka restina av miðnámsútbúgvingini í Vestmanna, tí skúlin er lítil, persónligur og heimligur – tað kendist næstan sum ein familja, har øll eru saman, og tað riggaði ógvuliga væl til mín og mína persónsmensku. Skúlin hevur ein køk við tveimum stórum kuldaskápum, komfýri og mikroovni, sum næmingarnir kunnu brúka. Møtti eg tíðliga, ella hevði eg ein frítíma, kundi eg fara í køkin at gera mær mat, og tað kendist so fjálgt og heimligt - og júst tað heimliga var umráðandi fyri meg, sigur hon og greiðir nærri frá sínum upplivingum.

Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.

– Vit hava eisini verið nógv úti í føroysku náttúruni og hava verið eftir havhestum og bæði flett seyð og haru. Tað eru neyvan upplivingar, tú fært á øðrum miðnámsskúlum.

– Ein annar fyrimunur við einum minni miðnámsskúla er, at tað er lættari at fáa samband við og hjálp frá lærarunum, sum eru á skúlanum. Tað kennist, sum hava lærararnir betri tíð til einstaka næmingin. Tað er ómetaliga gevandi.

Um tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna
Tilfeingisbreytin er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur trý ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi. Á breytini eru tvær lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava.

Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.

Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medisin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og til djóralækna.

Hevur tú hug at søkja?
Innskrivingin til Miðnám er opin. Innskrivingin fer fram á heimasíðuni her. Minst bert til, at umsóknarfreistin er 15. mars 2023.




Viðkomandi greinar