Eg geri alt upp á mín máta
Lívsstílur
Eg geri alt upp á mín máta
Tarin rúnabant hana fyrstu ferð, tá hon var tannáringur, og líka síðan tá hevur Agnes Mols Mortensen verið hugtikin av hesum gátuføra plantuvøkstri. Í dag livir Agnes av taranum, og dreymurin er at byggja eina nýggja vinnu, sum hvílir á taranum. Vit hava hitt Agnes til eitt prát um arbeiðslív, familjulív, um deyðan, átrúnað og um náttúruna. 
Eftir: Birgith Lassen / Mynd: Amy Hansen 24.06.2022

“Tann, sum fylgir við mongdini, kemur ikki longur enn mongdin. Tann, sum torir at ganga sína egnu leið, finnur fram til støð, eingin nakrantíð hevur sæð”. Orðini átti Albert Einstein, og tað eru undangongufólk sum hann, sum tankarnir leiða til, tá tú hoyrir søguna hjá Agnes Mols Mortensen, sum í sínum barnaárum eygleiddi taran í mølini á Tvøroyri og í dag er altjóða viðurkend fyri sína taragransking.

– Eg geri alt upp á mín máta, sigur Agnes Mols Mortensen sum nakað av tí fyrsta. Og tað er tað eingin ivi um. Hárið er síðari enn vanligt, stivlarnir eru tyngri enn hjá hinum og gongulagið er avgjørt, tá vit ganga eftir gongini á Granskingarsetrinum iNOVA. Her er ein kvinna, sum ikki fylgir mongdini, men heldur torir at ganga sína egnu leið.

Eg bleiv lívfrøðingur, tí eg fann taran. Eg fann ikki taran, tí eg fór at lesa lívfrøði.

Agnes er bara ein í hópinum av granskarum, sum starvast her, og saman skapa tey eitt heilt serstakt vísindaligt umhvørvi. Her er púra kliniskt og fult í tólum, sum tú ongantíð hevur sæð áður. Sambært viðurkenda sálarfrøðinginum David Keirsey, eru vísindafólk ofta introvert, hugsandi og dømandi. Tey eru ordilig, vælskipað og tey seta høg krøv til sín sjálvs og umhvørvið. Men hvør er Agnes? Og hvussu gjørdist hon ein av teimum fremstu taragranskarunum í heiminum? Hvar finnur hon dirvið at ganga undan mongdini?  Og hvussu fær hon familjulívið at ganga hond í hond við eitt arbeiðslív, sum krevur so nógv av henni? Spurningarnir eru nógvir, tá vit sessast á kontórinum, umgyrdar av smáum posum av turkaðum tara, sum Agnes og beiggi hennara selja bæði í Føroyum og á altjóða marknaðinum.

Tarin dró hana at lesa lívfrøði
Agnes vaks upp á Tvøroyri saman við foreldrunum og tveimum beiggjum. Barnaárini hava í stóran mun ávirkað Agnes til, at  júst áhugin fyri taranum kveiktist í barnaárunum á Tvøroyri.

– Sum barn spældi eg altíð í mølini á Tvøroyri. Beiggi mín, Mortan, sum eg reki fyritøkuna saman við, var mín fyrimynd, og tað var gjøgnum hann, at eg fekk eyga á tað áhugaverda í sjónum. Hann var púra vekk í øllum hesum við vatni, og tá hann varð konfirmeraður, keypti hann sær drakt, og tá vaks mín áhugi eisini. Vit høvdu bát og neyst, so eg eri vaksin upp við hesum, og tað hevur verið góð atgongd til sjógvin.

Agnes greiðir frá, hvussu hon brúkti tímar og aftur tímar í mølini. Eygleiðandi hesa gátuføru og dragandi vatnplantu, sum kemur til sjóndar, tá fjøra er, og krógvar seg aftur, tá flóð er.

– Eg hevði ikki havt tol til at sitið og bíðað eftir einum fugli. Plantur eru róligar. Tær renna ikki undan, tá tú vilt eygleiða tær, sigur Agnes og greiðir frá, at ætlanin var ikki at gerast lívfrøðingur. Men áhugin fyri taranum dró hana tann vegin.

– Eg bleiv lívfrøðingur, tí eg fann taran. Eg fann ikki taran, tí eg fór at lesa lívfrøði.

Skuldi ikki hava børn
Foreldrini hava altíð lagt í Agnes, at hon skal kunna klára seg sjálva. At hon ikki skal vera bundin at nøkrum øðrum. Boðini hevur Agnes aktað væl, og tað er kanska viðvirkandi til, at hon hvíldi fullkomiliga í avgerðini um ikki at skula hava børn. Men tá Agnes var mitt í tretivunum, útbúgvin ph.D og hevði ferðast um allan heimin við sínari gransking, tók tilveran brádliga eina vend.

– Eg var mitt í tretivunum, og mítt longsta parlag hevði varað í tríggjar mánaðir. So eg hevði lagt alt tað á hillina, sigur Agnes flennandi. Eitt kvøldið á Tvøroyri hitti hon ein gamlan vinmann hjá beiggja sínum, og fast varð. Nú býr Agnes í Syðrugøtu saman við unnustanum Sólarni, hon er mamma at tveimum og eykamamma at Tróndi, sum Sólarn átti, áðrenn hann hitti Agnes.

Agnes hevði livað eitt langt lív, og hon var ikki von at vera bundin at nøkrum.

– Kanska havi eg trupult við at loyva fólki innum, men Sólarn var avgjørdur, og hann slapp innum, og kortini gekk long tíð, har eg ikki ordiliga trúði uppá, at hann veruliga vildi hava meg, fortelur hon. Tá tú hevur livað eitt langt lív, áðrenn tú slær teg niður, eru summi ting, tú mást varðveita fyri at fáa parlagið at vera gott, sigur hon og heldur fram, at fortreytin fyri parlagið er frælsi.

– Eg havi kravt mær tað plássið frá byrjan. Vit høvdu aldrin verið eitt gott par, um vit høvdu verið klistrað saman.

Eg havi runnið hornini av mær og haldi sjálv, at eg havi havt eitt forbannað spennandi lív, so eg skal ikki uppliva eina rúgvu. Men eg eri kanska eitt sindur kedd um, at eg verði ein gomul mamma.

Deyðin er ikki farligur
At Agnes gjørdist mamma í seinnu helvt av tretivunum var óvæntað, men tað hevur hon ikki angrað.

– Eg hvíli meir í mær sjálvari nú, og mentalt ert tú bara betur fyri, tá tú ert eldri. Eg havi runnið hornini av mær og haldi sjálv, at eg havi havt eitt forbannað spennandi lív, so eg skal ikki uppliva eina rúgvu. Men eg eri kanska eitt sindur kedd um, at eg verði ein gomul mamma. At tey ikki sleppa at hava meg so leingi.

Pápi Agnes doyði brádliga, tá Agnes var í tretivunum, og tá var hon als ikki klár til at missa hann, fortelur hon.

–  Tað setur nakrar tankar í gongd, og tað ávirkar meg upp á tann mátan, at eg eri ein mamma, sum er øgiliga nógv til staðar, sigur hon.

Lívið snýr seg sostatt um at vera nógv til staðar hjá børnunum, men samstundis um ikki at gloyma tað, hon brennir fyri og ger hana glaða. Taran. Agnes er lívfrøðingur og er sannførd um, at vit eru á jørðini ta tíðina, vit hava, og so verða vit til mýli aftur, tá vit doyggja. Agnes er ikki trúgvandi. Als ikki.

– Mamma mín hevur ofta sagt, at um tú hevur eina gudstrúgv, so vart tú kanska meir trygg í lívinum, men fyri meg liggur tryggleikin ikki akkurát har. Eg havi sjálv mist pápa mín, og tað hevði verið fantastiskt at vita, at eg sá hann aftur. Men vit hava havt tað í lívinum, sum vit skulu hava. Og so leingi sum eg livi, so er pápi mín og øll hini við, sum hava havt týdning í mínum lívi. Pápi mín er við upp á tann mátan, at hann enn ávirkar tey valini, eg taki, og tað, eg velji frá. Hann livir víðari í mínum persóni.

Agnes er bangin fyri at doyggja frá sínum børnum, men ræðist ikki deyðan í sær sjálvum. Hon sær menniskju sum livandi verur, sum ikki eru hevjaðar upp um aðrar verur á jørðini, og trýr, at alt livandi á jørðini einaferð skal doyggja og ganga inn í ringrásina aftur.

Menniskju hava stóra ábyrgd
– Sum menniskju hava vit eina ekstrema ábyrgd fyri at fara væl um hetta staðið, tí um vit ikki vanda okkum, kunnu vit gera øgiligan skaða, sigur Agnes sum eitt framhald av spurninginum um gudstrúgv og tað at ræðast at doyggja.

Henda áskoðin fyllir nógv í arbeiðslívinum hjá Agnes. Stóri dreymurin er at skapa eina nýggja vinnu í Føroyum, sum hvílir á taranum og kann gera okkum meiri burðardygg.

– Tari bleiv brádliga øgiliga áhugavert sum ein rávøra við stórum ídnaðarligum potentiali – vit liva jú í eini tíð, har vit noyðast at hugsa burðardygt, og tí er tarin so áhugaverdur. Hann krevur ikki so nógv fyri at vaksa, men kann bæði brúkast sum burðardygg orka, sum matur, sum klædnatilfar, sum heilivágur og kostískoyti, sum plast og er sum heild ein burðardyggari loysn á nógvum økjum, sigur hon.

Agnes vildi upprunaliga ala tara í sambandi við laksaalibrúk. Skarn frá laksinum skuldi brúkast til at ala fram ein biomassa, sum kundi brúkast til okkurt annað, so tað ikki bara lá og dálkaði, men heldur bleiv nýtt til okkurt. Men tástani í fjør fekk Agnes eitt aliloyvi, og meðan hon hevur stríðst fyri loyvinum, eru fleiri aðrir møguleikar komnir í spæl í fyritøkuni, sum hon rekur saman við beiggja sínum, Mortani.

Tað er ringt at liva av tara, sigur hon. Pengarnir eru tó eiheldur avgerandi fyri Agnes. So leingi sum hon klárar seg sjálva og kann lívbjarga sínum børnum, so krevur hon ikki meir. 


–Tað eru ikki undangongufólkini, sum gerast rík. Men tey gerast kanska rík upp á ein annan máta, heldur hon. Agnes hevur verið ein partur av vaksandi altjóða áhuganum fyri taranum altíð, tí áhugin fyri økinum vaks, meðan Agnes granskaði. Hon er tann einasta í Føroyum við serkunnleika á økinum, og altjóða er hon millum fá. Tí er hon nú ein av teimum, sum fólk úti úr heimi venda sær til, tá tað snýr seg um tara, og tí ferðast hon kring heimin fleiri ferðir um árið.

–Tarin er týdningarmikil fyri meg, tí eg trúgvi veruliga uppá, at hann kann gera heiminum nakað gott. Tí sleppur hann at kappast við míni børn um mína tíð. Eg geri tað ikki fyri stuttleika, sigur hon, meðan hon putlast við nakrar pakkar av tara í einari eskju.

–Hetta turkaða tarapulvurið selja vit sum kostískoyti til onkran, sum hevur trupulleikar av eini tarmsjúku, sum er øgiliga útbreidd í Føroyum. Og hóast tað ikki er vísindaliga staðfest, kann eg siga, at okkurt bendir á, at pulvurið ger mun, fortelur hon.

Hetta er stóri dreymurin hjá sterku kvinnuni við tí síða hárinum, teimum tungu stivlunum og tí avgjørda gongulagnum. Hon vil hjálpa heiminum og øðrum menniskjum, meðan hon roynir at njóta løtuna, vera ein góð mamma fyri síni børn og sín eykason og at vera ein góð unnusta hjá Sólarni. Men best sum tú helt, at tað ikki bar til hjá einum menniskja at hava fleiri hjartabørn, nevnir hon eitt afturat, sum hon brennir fyri - og tað er heimstaðurin. Og nettupp har finst kanska svarið á spurningin um, hvaðani dirvið at ganga egnar leiðr kemur.

Eg skyldi Suðuroynni hetta
Felagið TARI er við at festa røturnar av álvara í Suðuroynni, og Agnes og beiggin merkja stóran áhuga fyri virkseminum, meðan fólk halda fram at spyrja, nær Agnes flytur suður aftur. 

– Eg eri totalt tvøroyrakona, og Sólarn er totalt gøtumaður. Tað hevur verið eitt stríð at finna útav, hvar vit skulu búgva, og tað er ikki avklárað enn. Eg eri kanska øgiliga idealistisk á tí økinum, men mítt stað er har suðri. Eg føli, at eg skyldi Suðuroynni nakað. Suðuroyggin hevur tørv á initiativi, og at fólk eru har til at gera tað til eitt betri stað.

– Eg veit ikki, hvar sjálvsálitið og dirvið kemur frá. Tað er kanska í veruleikanum grundlagt í umhvørvinum á Tvøroyri. Tað hevur ongantíð verið ringt at ganga mínar egnu leiðir, tí eg havi altíð vitað, hvar eg hoyri til.

Greinin varð prentað í Kvinnu 1 í 2019