– Eg haldi als ikki, at tað er ókristiligt at ganga upp í gávurnar
Lívsstílur
– Eg haldi als ikki, at tað er ókristiligt at ganga upp í gávurnar
– Mær dámar væl at fáa jólagávur, og eg elski at geva øðrum gávur eisini. Serliga gávur, sum eg havi lagt nakrar tankar í, so hon hóskar til tann, hon er til, sigur Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, millum annað í jólaligari samrøðu við Kvinnu
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd: Amy Hansen 22.12.2023

Estetiskt verður hon órógvað av ov nógvum jólaprýði, men hon elskar jólasiðvenjurnar, jólagudstænastuna og jólaboðskapin, sum leggur upp til, at vit savnast, tí tað er í felagsskapi við onnur, at jólini merkjast. Vit hava hitt Steintóru Gleðisheygg Joensen til eitt prát um jól, jólaminnir, jólastrongd, jólasiðvenjur og alt annað, ið hoyrir jólunum til. 

Steintóra um jólaarbeiði ...

– Eg hugsaði nógv um, hvussu tað mundi fara at verða at skula til arbeiðis um høgtíðirnar, áðrenn eg varð prestur. Eftir míni fyrstu jól sum prestur fann eg útav, at eg fái so ómetaliga nógvan hugna forerandi við at tendra jólatrø, syngja jólini inn, hava barnagudstænastu og alt møguligt annað. Tað er so natúrligt at hava gudstænastu jólaaftan, tí eg elski tað. Eg eri jú von við at ganga í kirkju jólaaftan, og tað hevur altíð verið umráðandi fyri meg.

– Men tað er jú eisini givið, at tá tú arbeiðir á jólum, so fært tú ikki fyrireikað hugnan heima á sama hátt. Prestar koma sum oftast heim aftur úr tænastum til eitt lekkurt borð. Tað er eisini ordiliga lekkurt, tí mær dámar í veruleikanum ikki so væl at gera mat.

Steintóra um jólagávur ...

– Mær dámar væl at fáa jólagávur, og eg elski at geva øðrum gávur eisini. Serliga gávur, sum eg havi lagt nakrar tankar í, so hon hóskar til tann, hon er til. Tað er als ikki neyðugt, at gávan er dýr, men mær dámar best, at hon er persónlig. Eg haldi als ikki, at tað er ókristiligt at ganga upp í gávurnar, tí vit skulu minnast til, at Jesus fekk eisini jólagávur frá teimum vísu monnunum, sum komu at vitja hann, tá hann var føddur.

– Tað er tó umráðandi ikki at stressa um gávurnar ella at samanbera prísir ella stødd á gávum, tí tá missir tú gleðina við at geva og fáa gávur. Í ár havi eg bílagt mær nøkur klisturmerki, har tað stendur 'Til tín frá bókasavninum hjá Steintóru' og soleiðis fái eg givið onkrar av mínum heilt góðu bókum víðari, sum eg sjálv havi verið glað fyri. Eg eigi nevniliga ómetaliga nógvar bøkur. Hugskotið fekk eg, tá eg las yviri í USA. Tá eg skuldi heim, kom eitt vinapar framvið, og tey góvu mær eina bók úr bókasavninum hjá teimum. Tann gávan stendur so sterkt hjá mær. Og so ætli eg mær eisini at gera onkrar smúkkur. So gávurnar, eg fari at geva í ár, vera okkurt nýtt, okkurt heimagjørt og okkurt endurnýtt.

Steintóra um jólaboðskapin ...

– Jólaboðskapurin snýr seg um frið. Tað kann næstan ljóða absurd, nú tað er so nógvur ófriður í heiminum. Tó, so er tað umráðandi at halda fast í jólaboðskapinum um friðin, sum kemur við Jesusi. Kjarnin í jólaboðskapinum er jú, at Jesus var menniskja og er her saman við okkum fyri at vísa okkum, hvussu vit skulu vera saman. Jesus er alla tíðina hann, sum tekur ímóti teimum, sum eru útskot, hann tosar við øll og er nógv saman við fólki. Tann ósagdi boðskapurin í øllum hesum her er samveran hvør við annan, og tað er eisini í felagsskapi við onnur og í sálmunum, at eg merki jólini mest.

***

Um Steintóru
Steintóra Gleðisheygg Joensen er 32 ár, upprunaliga úr Vági, men býr í Havn. Hon er prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.

Les alla samrøðuna við Steintóru Gleðisheygg Joensen í vøkru jólaKvinnu, sum er at fáa kring landið. Steintóra prýðir eisini báðar forsíðurnar á Kvinnu, sum hesa ferð er eitt stórt, flott dupult-blað.