– Eg havi brúkt fleiri flogferðaseðlar upp á at finna útav, hvar heima er
Lívsstílur
– Eg havi brúkt fleiri flogferðaseðlar upp á at finna útav, hvar heima er
Her heima er songkvinnan, Lena Anderssen, vorðin fólkaogn. Persónligu sangir hennara veita í mótsøgn innlit í ein kendan og ein ókendan heim, sum fyrst og fremst er erligur, og tað er við støði í egnum upplivingum og mótgongd, at spírarnir spretta
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Amy Hansen 25.01.2024

Tað er ikki bara Niclas, sum eigur Lenu. Í Føroyum eiga vit hana øll. Í øllum førum eitt sindur. Tí vit hava síðani 1998 við løgum, so sum Talk To Me, True Love In a Way, Home Sweet Home,  Oh My Lady’og fleiri øðrum tikið hana nærri og nærri hjørtum okkara. Og hóast Lena sjálv hevur barst við at sameina føroyska og kanadiska samleika sín øll árini, er eingin ivi í, at í Føroyum er hon føroysk.

– Tað er torført at samanbera mentanir. Alt er so relativt, og eg føli meg meir kanadiska, tá eg eri her, og meir føroyska tá eg eri har. Tí eg upplivi munin, tá eg eri í relatión til alt rundan um meg. Eg kenni meg ríkaða av at búgva í føroysku mentanini, men eg eri eisini takksom fyri fjølbroytta uppvøksturin, eg fekk í Kanada.

– Eg havi brúkt fleiri flogferðaseðlar upp á at finna útav, hvar heima er. Tað er ein ævigur kampur. Og við árunum havi eg funnið útav, at tá ið samanum kemur, er heima saman við tí ella teimum, ein elskar. Í veruleikanum er tað ikki so langt síðani, at eg gjørdi upp við meg sjálva, at eg kann fevna um bæði, og at tað ikki er neyðugt hjá mær at velja. Tað var ein frígering at koma til ta niðurstøðuna, tí hvør skal avgera, hvussu eg skal hava tað við mínum egna samleika, er tað ikki í lagi, at eg kenni meg sum bæði føroyska og kanadiska, og at eg sakni mentanina, eg ikki eri í, spyr hon.

– Eg føli tilknýti til bæði Føroyar og Kanada, og høvdu Niclas og eg flutt onkra aðra staðni, kundi tað eisini verið heima, tí vit eru saman.

– Men tað kann skapa eitt ávíst rastloysi, tá ein ongantíð ordiliga er ein partur av eini mentan, og eg havi altíð havt ta kensluna. Eg giti tó, at tað at føla seg uttanfyri er ein kensla, sum tey flestu kenna, tí tað er so grundleggjandi hjá okkum at vilja føla okkum sum ein part av felagsskapinum. Og kanska er tað eisini tað, sum ger, at eg tími at skriva og brúka meg sjálva í tónleikinum.

Tað góða lagið
Tekstirnir hjá Lenu bera ofta brá av sjálvsævisøgu. Tað er, sum tekur hon støður úr egnum lívi og gevur teimum egið lív.

Tað eru fleiri uppskriftir upp á, hvussu eitt gott lag verður skrivað, og viðhvørt fangar tað primitiva og einfalda í sangskrivingini og komponeringini øll, men líkamikið, hvussu lagið er uppbygt, snýr tað seg altíð um at megna at miðla søguna væl, so lurtarin fær relaterað, greiðir Lena Anderssen frá hendan seinnapartin ein fríggjadag, hon hevur bjóðað til kaffi og gott prát um lívið, samleikan, kærleikan og tónleikin heima í íbúðini hjá henni og manni hennara, Niclasi Johannesen, í Hoyvík.

Tá eg var barn, var tað torført at vaksa upp í sovorðnum umstøðum, men nú dugi eg at skilja nuansirnar í tilveruni og at tosa um hesi tingini við empati, og tað eri eg takksom fyri.

– Ofta koma hugskotini hjá mær nokkso knappliga, og tey eru merkt av, hvussu eg havi tað júst tá. Nógvir sangir, sum eg skrivi koma á pappír, tí eg havi okkurt uppá hjarta, og so má tað bara út. Grundleggjandi skrivi eg um tað, sum eg veit nakað um, og tí brúki eg mína egnu lívssøgu og eygleiðingar. Tað er eisini umráðandi fyri meg, at tað eg syngi er nakað, eg kann standa inn fyri, og at hvørt orðið gagnast mær væl, sigur hon, men greiðir síðani víðari frá, at  nógv at íblástrinum til sangskrivingina kemur úr barnaárunum.

– Tí pápi mín var alkoholikari, og tað setti dám á, hvussu eg sá heimin. Vit fluttu so ofta og eg skifti fleiri ferðir skúla mitt í skúlaári, og hetta gav mær eina rótleysa kenslu og gjørdi tað torført hjá mær at hava álit á, at alt fór at laga seg. Men tað var eisini nógvur kærleiki í barnaárunum, og eg haldi, at tað er eisini tí, at tekstirnir eisini ofta bera brá av eini vón í myrkrinum og tí, sum ikki riggaði. Tá eg var barn, var tað torført at vaksa upp í sovorðnum umstøðum, men nú dugi eg at skilja nuansirnar í tilveruni og at tosa um hesi tingini við empati, og tað eri eg takksom fyri.

– Tvørturímóti dugir Niclas øgiliga væl at seta seg niður og miðvíst skriva eitt lag, tí hann eisini hevur eina sterka melodiska bakgrund. Onkuntíð hevur Niclas ein fangandi setning, sum eg taki útgangstøði í, tá eg skrivi tekstin. Sum til dømis, tá vit skrivaðu ‘I Still Love You’, hevði Niclas hendan setningin og eitt liðugt lag, og hann bleiv við at syngja ‘I still love you, baby’ í niðurlagnum, og so skrivaði eg restina. Men viðhvørt komi eg við lagnum og orðum í einum, sum í lagnum “Stones In My Pocket”, og í onkrum øðrum føri, sum til dømis “Can’t Erase It” leggur hann til dømis eitt c-stykki aftrat, og onkuntíð koma vit á tað saman.

Men tá lagið síðani er útgivið, fær tað sítt egna lív - og onkuntíð taka fólk tað til sín beinaveg, onkuntíð tá ein tíð er liðin og onkuntíð als ikki.

– Tað er so ymiskt, hvussu fólk reagera upp á tað, sum eg gevi út. Bæði eg og Niclas vóru til dømis ómetaliga glað fyri lagið Almost Seven Billion People av útgávuni Letters From The Faroes frá 2012, men tað varð ikki tað best umtókta lagið á ta útgávuni tá. Men, sum listafólk má man sjálv vera nøgd við tað, man ger, tí vit fáa ikki stýrt reaktiónunum hjá øðrum, og hóast vit vóna, at tað vit gera verður væl móttikið, leggja vit okkum ikki eftir tí, tá vit arbeiða. Hjá okkum snýr tað seg um at skapa tað, vit sjálvi hava á hjarta.

Mentanarmunir og longsul
Onkuntíð uppliva vit vegamót í lívinum, sum markera tilveruna so ógvusligt, at vit tosa um lívið sum fyri og eftir hesa hendingina. Tað eru summir kapitlar í lívinum, sum ávirka okkum meir enn aðrir, og hjá Lena var ein teirra at flyta til Føroya úr Kanada. Hon var næstan 17 ár, tá hon flutti til Føroya fyrstu ferð við mammuni og trimum systkjum sínum, og hon dugdi lítið og einki av føroyskum. Hon búði í Føroyum í eitt ár og gekk í studentarskúla í Hoydølum, men føldi tað strævið málsliga og henni longdist illa yvir aftur til Kanada hesa tíðina, sum eisini var áðrenn lættar samskiftismøguleikar ella bíligar flogferðaseðlar. Og tí fór hon avstað aftur og gjørdi miðnámsútbúgvingina lidna í Kanada, áðrenn hon flutti til Føroya aftur.

Men at flyta aftur til Føroya tá var ein kollvelting fyri Lenu, sum tá var fyrst í 20’unum, millum annað orsakað av stóru mentanarmununum í londunum báðum. Gjøgnum barna- og ungdómsárini hevur Lena búð í fleiri kanadiskum býum við ymiskum mentanum og sereyðkennum, og hon greiðir frá, at yvirskipað er Kanada ógvuliga fjølmentanarligt - serstakliga í mun til homugenu Føroyar í 1990’unum.

– Eg legði skjótt merki til, at í Kanada vóru fólk í útgangspunktinum meir opin og skjótari við komplimentum. Kanada er jú eitt stórt land, har øll ikki hava somu mentan ella átrúnað, og tí verður hesin eyðkendi útvendi fólkaskikkurin eisini ein felagsnevnari. Soleiðis er ikki í Føroyum, tí vit eru meira monokulturel.

Eg havi ongantíð fingið eitt lunkað ella ivaskygd aftursvar frá einum norðuramerikanara, tá eg havi greitt frá, at eg arbeiði við tónleiki. Tað fái eg ofta her heima

– Eg minnist eina ferð, vit vóru har yviri og stóðu í eini lyftu á veg upp í íbúðina hjá okkum. Í lyftini stóðu eisini fleiri onnur fólk, sum vit ikki kendu. So sigur tann eina daman við Niclas: -Oh, I love your t-shirt. Og hann visti ikki ordiliga, hvussu hann skuldi reagera, áðrenn hann, eitt sindur álvarsliga nikkandi svaraði: -Thank you, thank you! sigur hon skemtiliga og vísir somuleiðis á, at tað kann vera trupult hjá skandinavum at skilja hendan høviska og rósandi atburðin.

Yvirskipað eru vit meir skeptisk í Skandinavia, enn fólk eru í Norðamerika, heldur hon og nevnir til dømis, hvussu tað verður móttikið, tá hon greiðir fólki frá, at hon arbeiðir við tónleiki fulla tíð.

– Eg havi ongantíð fingið eitt lunkað ella ivaskygd aftursvar frá einum norðuramerikanara, tá eg havi greitt frá, at eg arbeiði við tónleiki. Tað fái eg ofta her heima. Altso, fólk her ivast í, um tað nú er eitt so gott val, ella um ein kann liva av tí. Tað er meir norðamerikanst at fagna tí váðafúsa.

– Men Føroyar hava verið mín lopfjøl, og tað er her, eg havi fingið mín allarstørsta stuðul sum tónleikari. Tað eru fagurorð, tá eg hoyri, at føroyingar føla seg eiga ein lut í tí, eg geri. Eg kenni meg eisini nógv meir føroyska enn fyrr, og eg havi lagt til merkis, at eg umtali føroyingar, sum ‘vit’. Tað gjørdi eg ikki fyrr. Og tað er tí, eg føli, at eg hoyri til.

Føroyska málið
Men hóast mentanarmunirnir vóru stórir - og serstakliga so fyri trimum áratíggjum síðani - var føroyska málið ein enn størri avbjóðing fyri Lenu, sum var uppvaksin í einum heimi og samfelag, har enskt var fyrsta málið.

– Hóast mamma hevði lært meg nakrar setningar á føroyskum, tosaðu vit enskt heima, so tað varð eitt ordiligt tak hjá mær tá, tí føroyskt er torført at læra, og tað er tað enn, greiðir hon frá.

– Beiggi mín, Leif, var 15, tá vit fluttu, so hann hevði somu málssligu avbjóðingar, sum eg, og tá vit tosa saman í dag, tosa vit enskt. Hini bæði systkini, Lars og Lisa, vóru bara eitt og seks ára gomul tá, og tá eg tosi við tey, tosi eg føroyskt. Haldi, tað er nokk so gott dømi um, hvussu nógv okkara barndómsumhvørvi formar okkum málsliga.

At arbeiða og liva saman
Tað ber illa til at siga Lena uttan eisini at siga Niclas - og umvent. Lena og Niclas hittust, tá Lena, sum júst var flutt til Føroya í seinnu helvt av 90’unum, var boðin í cover-bólkin Next Step, har Niclas spældi guitar. Tey byrjaðu at arbeiða saman við sangskriving, og á fyrstu fløguni Long Distance vóru tað hansara løg og hennara tekstir.

Tey funnu útav, at tey vóru góð hvørt við annað. Men síðani fór Niclas á guitarskúla í London, meðan Lena var eftir í Føroyum.

– Hesa tíðina høvdu vit samskift nakað og sent hvørjum øðrum brøv við posti. Eitt kvøldi ringdi hann við eini mynttelefon. Vit tosaðu saman, og so sigur hann: - Annars ætlaði eg at vita, um tú vilt giftast við mær? So floytaði tað nakrar ferðir í horninum, og tað merkti, at myntirnir vóru við at verða uppi. Og hann segði so: - Lena, eg havi faktiskt ikki fleiri myntir! So eg skundaði mær at svara ja, greiðir hon inniliga og skemtiliga frá.

Summarið 1998, stutt eftir at Niclas bað upp bønarorð, giftust tey. Og tey hava livað og arbeitt saman síðani.

– Eg troyttist ikki av, at vit eru saman alla tíðina. Altso, at vit bæði liva og arbeiða saman. Vit duga at geva hvørjum øðrum rúm og at vera í hvør sínum kreativa heimi. Hann er eitt stimbrandi og stuðlandi menniskja, og tað er ikki at skilja, at vit longu hava verið hjún í 23 ár.

– Vit kennast eisini so mikið væl bæði persónliga og tónleikaliga, og tann dynamikkin taka vit við okkum, tá vit standa á palli. Tað er eisini gevandi.

Tónleikurin er mítt element
Spurd, um tað var ætlanin, at tónleikurin skuldi fylla so nógv í lívinum, og um hon var farin tónleikavegin, hevði lívið ikki lagað seg júst, sum tað gjørdi, sigur hon ja. Tí tónleikurin er hennara element, sum onkursvegna hevði drigið hana á sína leið - líkamikið hvat.

– Tónleikur hevur altíð fylt nógv hjá mær, og eg havi altíð sungið, men eg havi ikki altíð vitað, at tað fór at verða lívsleið mín. Áhugamálini hava verið mong, men eg havi tó altíð skrivað nógv, síðani eg var smágenta.

– Eg kann spyrja meg sjálva, hví eg geri tað, eg geri. Men tá eg standi á einum palli, føli eg meg foreinta, og eg leiti ikki eftir nøkrum øðrum í tilveruni júst tá. Eg trúgvi, at øll menniskju hava eitt ella fleiri element - altso eitthvørt, sum fellur teimum náttúrliga. Mítt er tónleikurin og kanska allarmest at standa á einum palli. At framføra ger meg glaða og ger, at eg gloymi tíð og stað. Og eg havi eina kenslu av, at um eg ikki fann tónleikin, so hevði tónleikur nokk funnið meg, líkamikið hvat kom á mína lívsleið.

Sjálv lurtar hon eftir øllum møguligum tónleiki og elskar alt frá poppi til klassiskt.

– Onkuntíð er tað deiligt at lurta eftir tónleiki, sum ikki hevur orð, tí tað veitir eitt frírúm, og aðrar tíðir dámar mær okkurt, sum fær meg at dansa á stovugólvinum. Tað veldst um, hvørjum lagi eg eri í, flennir hon.

– Mær dámar eisini væl at lurta eftir tónleiki, sum ikki minnir um mín egna. Tað kann ríka sansirnar og breiðka sjónarringin. Bæði sum uppliving til konsertir, men eisini sum íblástur.

Nú er fløgan State of the Land endiliga útkomin. Útgávan hevur verið ávegis síðani 2018, so tilgongdin hevur verið drúgv. Tey høvdu ein dreym um at samstarva við Geoff Emerick, sum er best kendur sum ljóðtøkningurin á teim flestu Beatles útgávunum, og tað samstarvið kom í lag.

– Tann dreymurin varð veruleiki, tá vit í 2018 fóru til Los Angeles við bólki og spældu inn grundsporini til nýggju fløguna við Geoff Emerick sum ljóðtøknikara. Ætlanin var at fara aftur til Los Angeles, soleiðis, at hann kundi ljóðblanda fløguna, men hann doyði tíverri brádliga, stutt eftir, at tónleikurin varð innspældur. Tí hevur tað verið ein avbjóðing at arbeiða víðari, byggja omaná, og samstundis vera trúgv í móti tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir.

– Tað verður deiligt, at fáa hesa útgávuna út í heimin, sigur hon.

Greinin varð upprunaliga prentað í Kvinnu í 2021