
Um Katrina
Katrin Joensen Næs er 23 ár, býr í Havn, er filmsrithøvundur og leikstjóri og arbeiðir sumfríyrkisfólk innan ymiskt annað pall-og filmsarbeiði og lesur ritlist á Setrinum. Katrin hevurútgivið stuttfilmarnar Ábyrgd (2020) og Sæla (2023).
Fiktión snýr seg ikki um tann sum skrivar
– Eg verði ofta spurd, um tað, eg skrivi, er bygt á veruligar hendingar. Eg veit ikki um tað er serstakt fyri Føroyar, men her hava fólk lyndi til at tulka alt sum sjálvskaldskap, men fiktión snýr seg um teir fiktivu persónarnar, og ikki tann, sum hevur skrivað. Og tann, sum hevur gjørt verkið, eigur at sleppa at halda seg atskyldan, sigur unga havnardaman, ið er aktuell við stuttfilminum Sæla.
– Tí hugsaði eg eisini nógv um, tá eg gjørdu Sælu, sum snýr seg um sex-bundni, um fólk fóru at halda tað um meg. Áðrenn Sæla varð upptikin, settu fleiri meg í samband við sex, og eg havi upplivað fleiri ferðir, at fólk hava gjørt seg til kennar og bjóða seg fram sum nakin-modellir í filminum hjá mær. Tað tíðarskeiðið var eitt sindur løgið.
– Eg havi eisini fleiri ferðir sæð meg umrødda á appini Jodel, har tú dulnevnd kanst viðgera ymisk evni. Har varð dúliga diskuterað, um eg var lekkur. Fyrstu ferð eg upplivdi tað, var eg ikki fyrireikað upp á, at fólk viðgjørdu meg á henda hátt. Tað kann vera hart.
Spurd, tað besta ráðið er, ið hon hevur fingið á lívsleiðini, sigur Kartin, at tað er góður lærdómur í at vera opin fyri ráðum og at læra frá teimum, sum eru dugnaligari enn tú