– Eg syngi altíð við nógvum kenslum, tað er soleiðis mær dámar tónleik
Lívsstílur
– Eg syngi altíð við nógvum kenslum, tað er soleiðis mær dámar tónleik
17 ára gamla Emma Højgaard er ein av teimum seks ungu spírunum, ið tulka føroyskar sangskattir í spildurnýggju sjónvarpsrøðini, Hoydalar. Vit hava sett Emmu fimm skjótar spurningar, meðan vit bíða spentar eftir næsta parti.
Eftir: Sólju av Skarði / Myndir Bjarni Á. Rubeksen, Kringvarp Føroya 11.02.2026

Tú ert eitt nýtt andlit á føroyska tónleikapallinum… hvør er unga kvinnan, Emma Højgaard?

Eg eri ein genta, sum gongur í skúla niðri, og býr hjá pápa sínum og lítlusystur sínari. Eg gangi á HF á Høng Gymnasium & HF. Eg eri tó uppvaksin í Havn hjá mammu míni og lítlabeiggja, og havi búð har tað mesta av tíðini. Fólkaskúlatíðin var trupul, men har fann eg útav, at mær dámdi tónleik, og tað hjálpti mær nógv. Í fjør flutti eg niður, og mær dámar sera væl her. Einans 30 metrar frá húsinum liggur strondin, har er deiligt um summarið. 
Um eg skuldi lýst meg sjálva við fáum orðum, so høvdu tey verið behagelig, fitt, stuttligt og empatisk.



Í einari samrøðu á kvf.fo nevnir tú, at tú ikki droymir um at gerast kend. Vit kunnu tó ásanna, at tú í øllum førum ert landskend í løtuni. Hvussu kennist tað at gerast landskend yvir nátt?

Av tí at eg búgvi niðri, so merki eg tað upp á ein øðrvísi máta; eg fái vinarumbønir og boð, men eg verði ikki steðgað á gøtuni. So tað er mest á sosialu miðlunum, at eg havi merkt tað. Eg eri tó takksom fyri øll, ið hava skrivað til mín og ynskt mær væl.

 

Í fyrsta parti tulkaði og sang tú vakra sangin “Morgun” hjá Martini Joensen, og vit sóu teg arbeiða hart fyri at fáa fullkomna úrslitið. Var tað eitt tilvitað val at loyva okkum at síggja ta sárbæru síðuna av tær eisini? 

Ja, tilvitað var eg. Eg syngi altíð við nógvum kenslum, tað er soleiðis mær dámar tónleik. Munurin hesaferð var bara, at løtan bleiv upptikin, so nú síggja onnur eisini hasa síðuna av mær.

 

 

 

Hvussu var at framføra fyri tónlistafólkunum, ið hava gjørt tónleikin, tit framføra?

Vilt og undarligt. Eg havi lurtað eftir sangum teirra, so tað var heldur nervapirrandi at broyta løgini og framføra tey fyri teimum. Men tað var ordiliga stuttligt at fáa møguleikan at koma nærri tónleikaraheiminum. Tað eri eg takksom fyri.

 

Hóskvøldið sessast vit aftur í stovunum kring landið at lýða á annan part í sjónvarpsrøðini Hoydalar. Hvat kunnu vit vænta okkum?

Tit kunnu gleða tykkum til massar av góðum upptøkum og kensluligum løtum. Tit fara at síggja spírarnar gera sítt besta, og so sera dugnaligu stjørnuna. Hetta verður ein sera góður partur - nakað øll kunnu gleða seg til!

 

 

 

 

 




Viðkomandi greinar