Hon gleðist um vaksandi áhugan fyri dypping, sum hevur nógvar heilsuligar ágóðar, og hon sær fyri sær, at føroyska dyppi-mentanin bara fer at vaksa. Vit hava hitt Astu Poulsen til eitt dyppi-prát um alt frá praktiskum ráðum til sosiala samveru
Hvussu var fyrsti dyppi-túrurin?
Fyrstu ferð, eg dyppaði, var, tá ið ein avbjóðing var á Facebook, har tú kundi velja at leypa á sjógv ella at bjóða viðkomandi, ið hevði bjóðað tær av, í biograf. Tað eru óivað eini tíggju ár síðan. Eg leyp ikki, men eg gekk út í havið á Borðoyarvík í Klaksvík um 22-tíðina eitt kvøldið. Tað var ógvuliga kalt, og eg merkti tað so væl í kroppinum, at eg hevði ilt við at sovna um kvøldið. Tá hugsaði eg ikki um, at eg hevði hug at svimja í sjónum aftur. Í 2019 var eg á Slettestrand í Danmark saman við starvsfeløgum, og tá fór ein teirra at dyppa, og hon spurdi, um nakar okkara hevði hug at koma við. Eg fór við, og vit fóru so aftur morgunin eftir, og vit avgjørdu, at vit skuldu fara at dyppa í Klaksvík eisini, tá vit vóru heimafturkomnar. Tað gjørdu vit so, og vit hava hildið á við tí síðan. Tá eg byrjaði, gekk eg spakuliga út og so inn aftur og út aftur...haldi ikki eg var so leingi útií. Tú kanst fáa eitt sjokk, fyrstu ferð tú fert útí, tí tú fært eina stóra endorfin-ávirkan í kroppin av kalda dyppinum.
Asta Poulsen er 61 ár og úr Klaksvík. Hon hevur dyppað nógv seinastu fimm árini
Hvussu gert tú, tá tú skalt dyppa?
Tá ið eg byrjaði, var eg bara í svimjidrakt við onkrum løttum út yvir meg, og so fór eg oman. Eg keypti mær eitt undirlag til setrið í bilinum, og so koyrdi eg bara heim aftur at skifta. Nú havi eg ein deiligan, heitan og rúmligan Dryrobe dyppi-jakka, sum er so rúmligur, at eg kann skifta, meðan eg eri í honum. Og so havi eg skógvar og handskar at dyppa í. Nú hava vit eisini fingið eitt neyst at skifta í á Borðoyarvík. Tá ið eg eri klár at fara útí, so gangi eg ofta út eftir sandinum, og eg ansi væl eftir, at andadrátturin er javnur, tí tað er umráðandi at vera tilvitað um at anda niður í búkin. So svimji eg ofta yvir til stigan og fari upp aftur; men tá veðrið er gott, svimji eg onkuntíð nakrar minuttir afturat í sjónum, áðrenn eg fari upp, inn í neystið, turki mær og í dyppi-jakkan ella klæðini. Ofta fáa vit okkum eisini ein skjótan kaffi-duss, áðrenn vit fara avstað aftur. Tað er deiliga sosialt, uttan at tað tekur ov langa tíð.
Onkuntíð eru fólk á seiðabergi, ella er annar aktivitetur á Borðoyarvík, men tað bilar einki fyri okkum, tí vit dyppa bara allíkavæl. Eisini eru ofta ferðafólk í nýggju neystunum, sum eru bygd tætt við, men tað ger als einki, og onkuntíð koma ferðafólk eisini at dyppa. Hóast tú sært Borðoyarvík væl frá vegnum, so ger tað heldur einki fyri okkum. Vit dyppa so gott sum hvønn morgun kortini og eru vorðnar ein fastur partur av aktivitetinum á Borðoyarvíkini. Eg eri vorðin ordiliga bundin at dyppingini, tað er eingin ivi um tað, tí ágóðarnir eru so mangir.
Hvørjar ágóðar hevur tú merkt persónliga?
Tú skalt renna langt ella venja leingi fyri at fáa somu gleðis-hormonini leysgivin í heilanum, sum tú fært, tá tú dyppar í fáar minuttir, vísir kanning hjá Susanne Sjøberg, Ph.d. og granskara. Tí gevur tað so nógv, og so er tað eisini so ómetaliga skjótt, at eg ofta eri heima aftur 15 minuttir eftir, at eg eri farin frá húsum. So skjótt merki eg ein ómetaliga stóran, mentalan ágóða - tað kennist, sum tokan í heilanum og tað tunga í kroppinum hvørvur. Fert tú til dømis at dyppa eftir ein langan og tungan arbeiðsdag, tá høvdið er fult, so kennist tað, sum byrjar dagurin av nýggjum. Høvdið klárnar. Til dømis kann eg nevna dyppitúrin, vit fóru á, seinast vetraródn leikaði í kring landið. Allan tann dagin hevði eg gingið sum fluga í fløsku, tí eg var stúrin um ógvusliga vindin og møguligu skaðarnar, sum kundu standast av honum. Seinnapartin tann dagin minkaði hann vindin, og tað klárnaði nakað í. Tá fóru eg og ein vinkona oman á Borðoyarvík, og eg ánaði ikki fyrr enn tá, hvussu nógvar spenningar eg hevði í kroppinum eftir ein slíkan dag, eg hevði gingið og malið og verið stúrin. Tá ið eg so fór á sjógv, kendist tað, sum fekk eg andað niður í búkin. Allar stúranirnar vórðu kastaðar á sjógv.
Er nakað, sum tú ert ovfarin um at hava fingið burtur úr dyppingini?
Eg eri tikin á bóli av, at eg tími hetta so væl. Eg hevði als ikki sæð fyri mær, at eg fór at tíma at ganga niðan á Borðoyarvík fyri at fara á sjógv. Eg hevði als ikki ímyndað mær tað. Dyppingin hevur tó veruliga vundið upp á seg, og nú eru fleiri, sum dyppa regluliga, og tað er so ómetaliga stuttligt.

Hevur tú merkt broyting í úthaldni á øðrum økjum í lívinum?
Tá ið tú dyppar, so er torført at hugsa nakrar aðrar tankar, sum ikki hava við løtuna at gera, tí kroppurin fær ein skelk og blóðið fer til organini innaní. Tú hugsavnar teg bert um tað, tú nú gert. Tí haldi eg eisini, at dypping tvingar okkum til at vera í løtuni og halda á, meðan vit eru í henni - og eisini at læra at njóta løtuna, hóast veruligu ágóðarnir ikki koma fyrr enn aftaná, tá tú ert farin upp aftur.
Nær á árinum er best at dyppa, og er munur á summar- og vetrardyppingini?
Tað er ikki so nógvur munur, tí tað er altíð kalt at fara undir. Tað snýr seg eisini um, hvussu nógv stig eru oman fyri vatnskorpuna. Tá ið tað er ordiliga kalt úti um veturin, kennist tað ikki altíð eins kalt at fara útí, hóast sjógvurin er kaldur. Er tað illveður, hevur tú ikki tíð at hugsa um kuldan, tí tá snýr tað seg oftast um at hyggja at aldunum og meta um, nær tað er best at fara útí. Tað snýr seg nógv um, hvat tú hugsavnar teg um í løtuni, haldi eg.
Tað kann vera tyngri at fara avstað um veturin, tá veðrið er myrkt og kalt, og tað er vindur og regn; men tá ið tú ert komin útí, so minnist tú skjótt, hví tú fórt. Tá tað kavar, so skalt tú minnast til at fara í dyppi-skógvar, tí tá kann tað vera hált og tí eisini vandamikið at ganga útí.
Tað eru óivað mong, sum kundu hugsað sær at dyppað, men sum ikki troysta sær í kalt vatn.
Hvussu kanst tú vinna á tí forðingini?
Tað ber væl til. Vit eru so ymisk; men ofta verður sagt, at tey, sum fyrr hava verið kuldakrákur og so fara at dyppa, fara eisini at tola betur kulda.
Hvat hoyrir tú oftast frá fólki um dypping, sum ikki passar?
Tað er, at tað er skitið á Borðoyarvík. Tað passar ikki. Har er opið út á hav, og har er stak reint.

Hevur dyppingin ávirkað tín lívsstíl og dagligu vanar?
Dyppingin ger, at eg fari upp áðrenn klokkan tíggju hvønn morgun, tí eg fari beina leið úr songini og oman at dyppa. Tað er ógvuliga umráðandi fyri meg, tí eg arbeiði skeivar vaktir, og tá er skjótt at vera uppi alt ov leingi og soleiðis venda døgnrútmuni á høvdið. Dyppingin hjálpir mær at halda skil á tí, og hon ger, at eg fái eina góða byrjan upp á dagin. Um vikuskiftini fara vit ofta seinni og hava kaffi við, og so sita vit og hugna okkum á økinum.
Hevur dyppingin givið tær aðrar heilsugóðar vanar?
Vit høvdu vitjan av nøkrum íslendskum kvinnum fyri eini tíð síðan, sum dyppaðu saman við okkum, og tær høvdu tónleik við, og tá ið tær komu upp aftur úr sjónum, koyrdu tær tónleikin frá og fóru at dansa. Hartil eru vit ikki komin enn.
Ein av kvinnunum, eg kenni, sum hevur dyppað í meiri enn 30 ár, hevur sagt mær, at hon altíð gekk heim aftur eftir at hava dyppað. Einaferð var maðurin komin eftir henni, og tann dagin mundi hon ikki fingið varma í seg aftur. Og eg haldi eisini, at dyppingin ger, at tú natúrliga rørir teg meira aftaná, og tað er ógvuliga heilsugott. Eisini er tað gott at lata saltvatnið vera á húðini eina tíð. Tað er ikki neyðugt at skola sær beinanvegin.
Hvar dámar tær best at dyppa og hví?
Tað er ógvuliga lekkurt, at tað er sandur, har tú fert at dyppa, tí tað er gott at kunna ganga útí og so svimja eitt sindur. Onkuntíð smyrji eg annaðhvørt sand ella kaffigrugg blandað í olju á kroppin, og tað eksfolierar húðina. Eg havi dyppað ymsastaðni í Føroyum, so sum í Suðuroy, í Bø, í Vík, Tjørnuvík og ymsa aðrastaðni. Eg dyppi altíð, har eg eri, um eg til dømis liggi nátt onkra aðrastaðni í landinum.
Eg dyppi sjálvsagt allaroftast á Borðoyarvík, og tað er eitt gott dyppistað, serliga nú vit hava fingið eitt so gott neyst. Økið er hugnaligt og óspilt. Eg havi verið í einum bólki, sum hevur arbeitt fyri at fáa hetta neystið bygt, sum skal brúkast til at skifta í. Eitt av ynskjunum hjá okkum var, at tað skuldi verða atkomuligt fyri øll - uttan mun til førleikar. Vit ynskju okkum eisini eina brúsu við køldum vatni og eitt vask, har tú fært skolað sandin av. Og so er ætlanin at fáa eina hitalampu upp til køldu dagarnar. Tað er atkomuligt við bili til neystið, og Borðoyarvík er eisini veðurgott, so tað eru fáir dagar, tað ikki ber til at dyppa. Ovari parturin av neystinum verður brúktur til saunagos, og tá tað er komið í brúk, vænti eg, at tað verða nógv fleiri fólk, sum fara at fáa gagn av bæði fasilitetum og dyppingini.
Ætlar tú tær at halda á við dyppingini í framtíðini?
Ja, heilt vist, eg fari at dyppa, so leingi eg orki.
Og hvussu sært tú fyri tær, at dyppi-mentanin í Føroyum fer at mennast?
Tað eru mong, sum dyppa í dag kring alt landið. Í Klaksvík eru eisini mong - og summi hava dyppað í nógv ár... ja, í fleiri enn 30 ár, og gera tað enn. Nú tá vit hava fingið eitt so gott neyst, vóni eg, at tað verða fleiri, sum koma at brúka tað, tí tað er so hugnaligt á Borðoyarvík.
Tað er kalt og vátt, men gott at dyppa.
Greinin varð prentað fyrstu ferð í Kvinnu summarið 2024