Ein føðingardagur, ein konfirmatión, limagjøld til hondbólt og fimleik ... Oktobur er dýrur aftur í ár?!
Lívsstílur
Ein føðingardagur, ein konfirmatión, limagjøld til hondbólt og fimleik ... Oktobur er dýrur aftur í ár?!
"Kontan er næstan tóm og desembur er júst byrjaður, og tú manglar enn at keypa einar fimm jólagávur og mat til jólaaftan...". Kennir tú teg aftur í hesari støðuni ella onkrari, sum líkist? So er árshjólið – sum eisini fylgir við í hesum blaðnum – eitt einfalt amboð, ið kann hjálpa tær at sleppa undan at verða tikin á bóli, tá stóru útreiðslurnar standa fyri durum, sigur Kaja Joensen, ráðgevi í Betri Banka, sum her veitir góð ráð til, hvussu tú brúkar og fært gagn av einum slíkum pengahjóli. 
Eftir: Kvinnu í samstarvi við Betri Banka 10.10.2025

Hvat er eitt árshjól?
Árshjólið er ein sirkul, býttur upp í tólv teigar – ein fyri hvønn mánað. Í hjólinum skrivar tú allar tær hendingar, sum tú veitst ella væntar fara at kosta eyka pengar gjøgnum árið og setur eina metta upphædd til hvørja - tað kann vera jól ella summarferia, men eisini føðingardagar, veitslur, limagjøld ella skúlabyrjan. 

Við árshjólinum fært tú eitt sjónligt yvirlit yvir árið. Tú sært, nær útreiðslurnar koma, og tú kanst fyrireika teg fíggjarliga heldur enn at óttast óvæntaðu gjøldini - við at seta pengar av til hesar postarnar.  

 

Hvat kanst tú seta í árshjólið? 

  • Føðingardagar hjá familju og vinum 

  • Brúdleyp og aðrar stórar veitslur 

  • Summarfrítíð, ferðing, gisting og undirhald 

  • Jól, tí desember er altíð tungur fíggjarliga  

  • Keyp til skúla- ella barnagarðsbyrjan í august 

  • Limagjøld og frítíðarvirksemi 

 

Árshjólið gevur tær: 

  • Fíggjarligt yvirlit, tí tú veitst, nær størru útreiðslurnar koma 

  • Minni stress, tí tú ikki verður tikin á bóli, tá tú hevur sett pengar av 

  • Betri gávukeyp, tí tú kanst keypa í góðari tíð og kanska eisini í útsølu 

  • Betri yvirlit heima við hús, tí familjan fær eina greiðari mynd av, hvat er á skránni 

 

Hvussu byrjar tú
Í nýggju hesytKvinnu fært tú eitt árshjól frá Betri banka, tú kanst eisini tekna tað sjálv - ein sirkul, býttur upp í tólv teigar – ein fyri hvønn mánað.
So hevur tú eitt fíggjarligt yvirlit, sum tú kanst dagføra eftir tørvi. Eg viðmæli, at tú heingir tað upp onkrastaðni, har tú sært tað javnan – til dømis innan fyri eina skápshurð í køkinum ella á køliskápið. Soleiðis verður tú støðugt mint á tínar fíggjarligu raðfestingar, og minni sannlíkt er, at tú verður freistað til impulskeyp.
Og nettupp hetta kann gera ein mun í gerandisdegnum: við at hava árshjólið sjónligt og verða mint á, hvat tú skalt brúka pengar til, finnur tú næstan altíð okkurt í køliskápinum ella boksini til døgurða – og droppar harvið skjótu, dýru loysnina við fastfood teir dagarnar, tá tú annaðhvørt manglar orku ella tíð. 

 

Spurningar og góð ráð við Kaju

Nær er best at gera eitt árshjól? 
Best er óivað at gera tað við ársskifti, men tú kanst í roynd og veru byrja nær sum helst.  

Hvussu neyvar skulu upphæddirnar vera? 
Tær nýtist ikki at vita, júst hvussu nógv alt kostar, tað er nóg mikið at seta eina metta upphædd inn - tað gevur rúm til frávik. Runda tó heldur upp enn niður, so tú ert tryggari. 

 

Árshjólið kann broyta tínar vanar
At brúka árshjólið er ikki bara ein spurningur um pengar – tað kann eisini hjálpa við at skapa sunnar pengavanar, tí tað gevur tær tamarhald á bæði pengum og tíð. Tað kann samanberast við eina matarætlan, sum veitir yvirlit og ger, at tú brúkar minni orku upp á fíggjarligar avgerðir í  gerandisdegnum – og tú stendur sterkari, tá onkrar óvæntaðar útreiðslur eru.