Ein løta til tín mitt í gerandisdegnum
Lívsstílur
Ein løta til tín mitt í gerandisdegnum
Kom við til støkk up yoga fríggjadagin
Eftir: Kvinnu 29.04.2025

Hevur tú onkuntíð ynskt tær eitt lítið andarúm mitt í tí stressaða arbeiðsdegnum? Nú bjóðar Kvinna saman við yogalæraranum, Heiðbritt Jacobsen, til Støkk upp yoga í døgurðasteðginum, fríggjadagin 2. mai kl. 12.00–12.45.

 

– Hetta er eitt andarúm til tín, ið ynskir ein lítlan steðg, áðrenn tú fert víðari við tí, tú skalt. Tú fært møguleika til at anda vikuna út, føla sambandið við teg sjálva og andadráttin. Við at fáa ró í kroppin, fært tú róð í sinnið, greiðir Heiðbritt frá.

 

Vit vita, at gerandisdagurin er fullur av krøvum og tíðartroti. Men júst tí er tað týdningarmikið at geva kroppinum og sinninum ein steðg. Yoga mitt á degnum gevur tær ró, styrki og eina løtu at vera til staðar - fyri teg sjálva. Hetta er eitt gott høvi til at fáa røslu, innara ró og endurnýggjaða orku - bæði til restina av degnum og vikuskiftið fyri framman.

 

Melda til her

 

Hví STØKK UPP YOGA?

🧘‍♀️ Bert 45 min
📍 Mitt í býnum
🌿 Fyri øll – bæði roynd og nýbyrjarar
🧺 Tú tekur bert máttu við – vit syrgja fyri restini

Hetta mást tú vita:

Hvar: Sigmundargøta 9 í Havn (í hølunum hjá Østrøm, inngongd aftanfyri)
Nær: Fríggjadagin kl. 12.00 – 12.45
Hvør: Bert 12 pláss hvørja ferð
Hvat: Tú tekur tína egnu máttu við

Annars, so er hetta bara ein byrjan!

Um undirtøka er, so ætla vit at halda fram við STØKK UPP YOGA fríggjadagar í eina tíð. Kom og royn eina ferð – kanska verður hetta fastur partur av tínum døgurðasteðgi fríggjadagar.




Viðkomandi greinar