
Jens Hjørleif Hansen er sýnsmaður hjá Betri Trygging. Hann hevur ofta verið úti og sýnað eldskaðar, og hansara niðurstøða er greið.
– Tað eru ofta smáting, ið gera allan munin. Fylgir tú ráðunum, kanst tú ofta fyribyrgja, at eldur kemur í og soleiðis bjarga húsinum.
El
Tá ið tú løðir fartelefonir, teldlar og telduútgerð
Nógvir eldar eru byrjaðir, tí fólk hava sett tól at løða í songini ella sofuni. Lat ongantíð løðaran liggja undir seingjarklæðum, koddum, teppum ella pappíri. Ikki løða um náttina – og legg altíð tólini á eitt undirlag, sum eldur ikki skjótt kann festa í.
Sløkk slættijarn, krúllijarn og strúkijarn
Hesi tólini gerast ógvuliga heit, og tí mást tú altíð minnast til at hála stykkið úr kontaktini eftir nýtslu. Ansa eisini eftir at tendra tólið tætt við tilfar, sum brennir lætt – til dømis handklæði ella klæðir. Ver hjá, tá ið tólið er tendrað.
Turkitrummla, vaskimaskina og uppvaskimaskina
Ikki tendra hesi tólini, meðan tú svevur ella ikki ert heima. Tólini kunnu gerast sera heit, og hetta kann elva til kortslutning og í ringasta føri eisini eld.
Ikki góðkendar perur og el-vørur
Ansa sera væl eftir, tá ið tú keypir perur og aðra el-útgerð á netinum. Tryggja tær í minsta lagi, at tær hava Norðurlendsku góðkenningina og annars, at tær eru EU góðkendar. Ofta síggja vit, at tað, sum fæst í bíligum nethandlum kemur beinleiðis úr Kina, og tá hevur tað ikki kravdu góðkenningarnar. Tá er vandin fyri eldi munandi størri.
Matgerð
Komfýrur
Fert tú burturfrá í longri tíð, meðan tú gert mat, mást tú altíð sløkkja fyri komfýrinum.
Eldur í grýtuni
Tað hendir javnan, at eldur kemur í grýtur – og tað kann í ringasta føri gera, at húsini brenna. Sært tú logar úr grýtuni, eru hyggjuráðini at leggja eitt lok ella eitt brandteppi á grýtuna – ikki oysa vatn á, tí tað kann gera eldin verri.
Livandi ljós
Jóladekoratiónir
Fittu dekoratiónirnar, sum børnini gera, kunnu vera sera eldkvæmar, tí tær eru gjørdar við turrum tilfari, sum ofta er tætt at kertuljósinum. Halt gott eyga við dekoratiónini, tá ið hon er tendrað – ella skift ljósið um við eitt battaríljós.
Kertuljós
Sløkk altíð kertuljósini, tá tú fert úr einum rúmi og set tey ikki ov tætt saman í ein hóp. Hesa ársins tíð eru livandi ljós og turt grann ein vandamikil blanding. Umhugsa tí LED-ljós, sum bæði eru tryggari og geva betri inniluft í heiminum enn kertuljós.
Skorsteinsreingering
Ger eina árliga avtalu við ein skorteinsreinsara, sum kann kanna skorsteinin og taka sót og skitt burtur. Hetta minkar um vandan fyri eldi.
Fyribyrging
Roykvarnarar
Roykvarnarar eiga at vera í øllum heimum, tí teir kunnu bjarga lívi. Ansa eftir, at battaríini verða skift minst eina ferð um árið.
Eldsløkkjari
Sambært sløkkiliðnum eiga vit í minsta lagi at hava ein pulvursløkkjara. á hvørjari hædd, og eitt brandteppi við hvønn konfýr, sum vit í eini handavend kunnu taka, um eldur stendst av matgerðini.
Nýt vit og skil
Besta fyribyrgingin er at nýta vit og skil, at hugsa seg um, og fylgja góðu ráðnum. Tey kunnu bæði bjarga lívi – og húsunum.