
Elduvík er umgyrd av høgum, brøttum fjøllum og liggur við sjógvin við endan av einum longum dali. Ígjøgnum bygdina rennur áin, Stórá, og hon nærum klývur bygdina í tvey. Vestaru megin ánna er stutt millum litríku húsini rundanum skúlan og kirkjuna, og eystaru megin ánna er støðin, neystini og gamla bygdargøtan gjøgnum líðina til Oyndafjarðar.
–Pakka ryggsekkin og ger teg út til ein deiligan dag. Ein túrur til Elduvíkar er fyri øll, sigur 41 ára gamla Sanna Brandal, sum hevur sterkt tilknýti til bygdina og her greiðir frá um góðar upplivingar og gevur góð ráð til dagstúrin í bygdini í summar.
Hvat er serstakt við Elduvík?
Tað, sum eg fái við at koma her, ivist eg ikki í, at tú eisini kanst finna í øðrum bygdum, men fyri meg er Elduvík serstakt, tí eg havi eitt sterkt tilknýti til staðið. Tað serstaka er jú hetta við at koma úr dagliga resinum, og at ferðin verður sett heilt niður. Tað gevur orku. Bygdin er lítil, og tí hendir tað næstan av sær sjálvum; skíggjar verða lagdir til viks, og bøkur, borðspøl, stokkar, náttúran og bygdarlívið draga at sær. Ofta taka vit eina kannu av kaffi við okkum, og so fara vit ein túr í nærumhvørvinum. Og tað er alt frá einum gongutúri inn í gjónna, ein túr yvir á Støðina, ein túr fram á Álvheygg ella á flot við abbanum í fýramannafarinum hjá honum við toskatráðu ella við línu, sum hann hevur engt frammanundan. Tað fellur mær ógvuliga lætt at pakka bilin og fara til Elduvíkar. Vit eru har næstan hvørja viku um summarið og so nakrar ferðir gjøgnum veturin eisini. Okkurt árið seta vit epli niður, og tá vit gera tað, koma vit javnan til bygdina at fylgja við veltuni gjøgnum summarið, og so koma vit sjálvsagt aftur um heystið at taka upp.
Hvørjar eru tínar bestu upplivingar úr Elduvík?
Tær eru í ánni. Vit hava brúkt óteljandi tímar við ánna og í ánni. Vit hava sitið við tráðu og fiska síl, róð í tunnuflaka og gummibátum og fingið óteljandi karmar. Míni børn gera akkurát tað sama, sum vit gjørdu sum børn. So skjótt vit eru komin til Elduvíkar, finna tey glúpar og tráður fram, leita eftir maðkum og renna tey oman í ánna – og tey kenna alla bygdina. Sum vaksin havi eg eisini havt óteljandi góðar løtur við ánna við eini kaffikannu og onkrum afturvið í ryggsekkinum og fingið eitt gott prát, meðan viteygleiða børnini, sum spæla. Áðrenn tú veitst av, stendur tú mitt í ánni og hjálpir teimum at fanga síl. Ella tú ert á einum flaka og rør.
Um Elduvík
12 fólk búgva í Elduvík alt árið. So flott og friðsælt tað er um summarið, eins ógvusligt er tað um veturin. Bygdin er av ringastu brimplássum, og tá høgætt er, mást tú ansa eftir havalduni.
Hvat ger Stórá fyri upplivingina, tú fært í Elduvík?
Áin í Elduvík er eitt stað, har stórsligna náttúran og friðsælan seta dagsskránna. Tímarnir ganga skjótt og seint, alt í senn. Tað gera teir, tí nærveran er sterkari, tá gerandissjaggið er lagt til viks, og eingir aðrir tíðartjóvar, sum annars gera um seg í vanliga gerandisdegnum, órógva. Um veturin er áin stór og flott og flýtur út á áarbakkan, og um summarið er hon savningsstaðið fyri vitjandi.
Sanna og dótturin, Sól, ein góðveðursdag í ánni í Elduvík
Visti tú?
Søgnin um marmennilin, ið sigst liva á havsins botni og gera útróðramonnum ónáðir við at taka agnið av onglunum hjá teimum og seta fast í botn, so teir mugu slíta snørini, er úr Elduvík. Í 2020 varð standmynd, sum lýsir søgnina um marmennilin avdúkað. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, sum er úr bronsu. Standmyndin stendur við Vambaklett, sum er økið dygst omanfyri fjøruna og vestanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina.
Hvussu er barnalívið í Elduvík?
Tað var ótrúliga gevandi at koma til Elduvíkar sum barn, og tað er eisini ótrúliga gevandi at koma har nú við mínum trimum børnum. Bygdarlívið hevur nógvar góðar oglæruríkar løtur við sær, tá tað verður ein natúrligur partur av uppvøkstrinum. Umframt góðu løturnar, lærir tú jú eisini at hava eina natúrliga virðing fyri náttúruni. Til dømis vita børnini væl, at tey ikki skulu ganga í haganum, tí har skal hoyggjast seinni um summarið, ella at tey ongantíð mugu fara oman í gjønna, uttan at ein vaksin er við.
Visti tú?
Søgnin um marmennilin, ið sigst liva á havsins botni og gera útróðramonnum ónáðir við at taka agnið av onglunum hjá teimum og seta fast í botn, so teir mugu slíta snørini, er úr Elduvík. Í 2020 varð standmynd, sum lýsir søgnina um marmennilin avdúkað. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, sum er úr bronsu. Standmyndin stendur við Vambaklett, sum er økið dygst omanfyri fjøruna og vestanfyri ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina.