Eg havi, síðan eg sjálv varð mamma fyri góðum trettan árum síðan, hoyrt tær onkran morgun hvørja viku, har tær biðja børnini lova sær við, viðgera okkurt evni, fortelja søgur - og alt møguligt annað. Onkuntíð eru børnini áhugað, og onkuntíð tíma tey ikki. Men tey vita, at hesa løtuna eiga tey, hon er gjørd til teirra.
Men hvørjar eru so hesar røddirnar í Barnaútvarpinum? Hvørjar eru Jonna og Elin? Ein nokk so lættur og grundleggjandi spurningur at byrja við, nú vit tríggjar hava sett okkum saman við einum heitum koppi at tosa um júst hetta.
Eg hyggi upp á Elina fyrst og bíði, til hon svarar.
– Eg dugi ikki at byrja. Jonna byrja tú! Tú byrjar altíð, svarar Elin og hyggur upp á Jonnu.
Tær eru so ólíkar. Bæði í sinn og í skinn, og kortini merkist alt fyri eitt, at tær kennast væl, og at tær lena seg at hvørji aðrari.
– Ger hon tað? Spyrji eg.
– Ja. Tað ger hon. Tað eru okkara leiklutir, flennir Elin, sum hevur eina fortíð sum sjónleikari og sangari.
– Okkum dámar væl at vera saman við børnunum, sigur Jonna og roynir at svara spurninginum ordiliga.
– Men tú vilt vita okkurt meiri persónligt, ha? Spyr hon síðani flennandi.

Um tær báðar
Jonna Fritsdóttir Mortensen starvast sum samskipari og programmfólk í Kringvarpinum. Hon er klaksvíkingur, býr í Havn, er gift og eigur trý børn.
Elin á Rógvi starvast sum programmfólk í Kringvarpinum, hon er rithøvundur og hevur útgivið fleiri bøkur. Hon er úr Havn og eigur eitt barn.
Vit parkera handan grundleggjandi – og í hesum førum møguliga eisini tørføra – spurningin, og vit venda aftur til, hvørjar Elin og Jonna - ella Jonna og Elin - eru seinni og byrja við at tosa um tað, sum liggur til høgra beinið. Nevniliga barnaútvarpið.
Gott barnaútvarp er eitt sindur av hvørjum
Jonna Fritsdóttir Mortensen gjørdi sína fyrstu sending í barnaútvarpinum í 1998. Altso eru tað nú 28 ár síðani. Og tá Jonna fór í barsilsfarloyvi í 2006, kom Elin á Rógvi í farloyvisstarvið hjá Jonnu. Men tá Jonna kom aftur til arbeiðis, varð Elin verandi í starvinum, og tær hava arbeitt saman og myndað barnaútvarpið síðan.
– Barnaútvarpið er líka gamalt sum útvarpið. Eg havi eina kenslu av, at vit hava arvað hetta plássið, og tað skal undir ongum umstøðum doyggja, meðan eg eri á postinum, sigur Elin eitt sindur smílandi, men eg síggi, at hon meinar tað. Tí tað kann jú lættliga doyggja, um eingin er, ið raðfestir tað.
– Fyrr vórðu børnini rópt inn at lurta, tá barnaútvarpið var í luftini. Soleiðis er ikki longur. Nú mugu vit stuðlast av foreldrum, undirvísarum og øðrum, ið eru um børnini. Annars hoyra tey okkum ikki. Tí krevur tað eisini ein vilja inni í Kringvarpinum at halda okkum á lívi.
Tær báðar gera ymiskar sendingar til børnini í Føroyum. Onkuntíð hoyra børnini søgur, onkuntíð eru evnisvikur um ymisk tíðarbær evni, onkuntíð er siðsøga á breddanum, og onkuntíð eru tær við, tá børnini sleppa at greiða frá tí, tey gera og hava áhuga í. Barnaútvarpið skal vera álvarsamt viðhvørt, aktuelt viðhvørt, stuttligt viðhvørt og hugbindandi viðhvørt. Barnaútvarpið er nevniliga so heilt ómetaliga nógv.
– Tú kanst ikki raka øll altíð, men gott barnaútvarp skal kunna raka øll onkuntíð, greiða tær frá.
– Vit hava nógvar sendingar og taka øll møgulig evni upp. Ofta tosa vit um tað, sum er beint við, so sum seyð, føroyskan dans, løgregluna og so framvegis. Ella taka vit eitt evni sum samleika upp, har vit tosa við serfrøðingar um, hvørji vit eru lívfrøðiliga, mentanarliga, sálarliga, sosialt – og alt har ímillum, greiða tær frá.
Hetta við at gera útvarp til børn er eitt sindur øðrvísi, enn tá tú framleiðir annað útvarps- ella sjónvarpstilfar, sum tær báðar eisini fáast við í Kringvarpinum. Tað eru nevniliga nøkur fyrilit at taka, tá tú gert útvarp til børn, soleiðis at børnini halda uppmerkseminum, og innihaldið verður bæði áhugavert og læruríkt. Tað er ein misskiljing, at evnini skulu gerast einfaldari. Tað skulu tey ikki altíð, tí børn skilja væl tað, ið verður viðgjørt. Heldur skulu gestirnir duga at tosa til og við børn á ein hátt, so at tey skilja tað. Og tað eru ikki øll, ið duga tað. Tosa Elin og Jonna hinvegin við børnini, so eru tað tær, ið mugu gera sær ómak og síggja hugbindingina, børnini hava í tí, tey tosa um.
– Tá vit eru úti og taka upp, mugu vit geva okkum góða tíð og hugsavna okkum um tað, sum hendir á staðnum. Tað nyttar einki at skunda ta tilgongdina, tí tað merkja børnini við tað sama, sigur Jonna.
– Ja, tey flestu børnini sleppa jú bara í barnaútvarpið hesa einu ferðina, tí mugu vit gera løtuna góða við at vera fittar, til staðar og geva okkum góða tíð. Tí hetta er teirra løta. Ofta verða tey kedd, tá tíðin er uppi, og vit skulu avstað aftur, leggur Elin aftrat.
– Tað er ikki altíð lætt at gera samrøður við børn, tí tú veitst ongantíð, hvat tú fært, men vit hava upplivað, at gevur tú tær góðar stundir, so eydnast tað altíð, fortelja tær báðar.
– Hinvegin, so mást tú eisini duga at lata samrøðuna fara, har hon fer viðhvørt, sigur Elin og greiðir frá síni fyrstu samrøðu sum vertur í barnaútvarpinum, tá hon vitjaði ein barnagarð, sum hevði boðið henni til eina sýning av tekningunum, børnini høvdu gjørt.
– Børnini høvdu einki at siga um hesa framsýningina, og eg hugsaði, at hetta við barnaútvarpi dugi eg altso ikki. Men har var eitt barn, sum vildi vísa mær sítt plástur, og hevði eg staðið í støðuni í dag, hevði plástrið og sárið verið søgan og evnið tann dagin.
– Onkuntíð hugsi eg, hvat virði er í sendingunum, vit gera. Og álvaratos í summum sendingum er tað bara familjan hjá einstaka barninum, sum sær virðið í júst tí samrøðuni. Tað er eisini í lagi. Børn skulu hoyrast og sleppa framat, har tey eru. Tað skal ikki vera neyðugt at vera føroyameistari fyri at sleppa framat, sigur Elin, meðan Jonna nikkar samtykkjandi.
– Sjálvandi gera vit eisini sendingar, sum hava stórt virði og sendingar, sum viðgera viðkomandi evni. Men tað er í lagi, at tað ikki er hvørja ferð, um børnini harvið merkja, at tey sleppa fram at mikrofonini, siga tær.
Tøkniliga menninginin og barnaútvarpið
Elin og Jonna kenna tað sum eina ábyrgd at miðla tilfar til børn, ið er viðkomandi og læruríkt. Tað merkir ikki altíð, at tilfarið, ið miðlað verður, er tilfar, ið børnini sjálv høvdu valt at lurta eftir. Hinvegin er tað umráðandi, at tað verður gjørt, og føroysk børn fáa tað útvarpað.
– Børn í dag síggja meiri sjónvarp, enn tey hoyra útvarp, og tí má Kringvarpið eisini raðfesta sjónvarp til børn. Tað merkir tó ikki, at útvarpið skal niðurraðfestast. Tað hevur fyrr verið uppi at venda, um alt tilfarið til børnini skal liggja á netinum, og barnaútvarpið avtakast. Tað er eitt afturvendandi kjak, men hesum eru vit staðiliga ímóti, tí vit halda, at tá børnini altíð sleppa at velja, hvørjum tey vilja lurta eftir ella hyggja at, so velja tey ymiskt frá, sum vit eisini halda er umráðandi at taka upp. Serliga sendingar um føroyska siðvenju og mentan, um aktuell samfelagsviðurskifti og annað, ið vit skylda teimum at viðgera á føroyskum og í barnahædd.
– Tað eru eisini tey fáu, ið vejla barnaútvarps-sendingarnar til seinni um dagin ella kvøldið, tí vit gera ikki bara tilfar, sum børnini vilja hava, men eisini tilfar, tey hava brúk fyri at hoyra, undirstrika tær.
Tað eru eisini fleiri vaksin, ið lurta við um morgnarnar, og ofta hoyra Elin og Jonna aftur frá teimum vaksnu – onkuntíð eru tey glað fyri tilfarið, tí tey millum annað sjálv hava lært okkurt um samfelagsviðurskifti, og onkuntíð eru tey ónøgd, tí tey eru ósamd í tí, sum tær velja at seta ljóskastaran á.
– Tað er tó til okkara fyrimun, at ljóðbøkur og poddvørp hava vundið meiri upp á seg. Tað er vorðið meiri inn at lurta.
Heimurin broytist við rúkandi ferð, og Elin og Jonna hava í fleiri ár verið í samband við óteljandi børn kring alt landið.
Eg spyrji tær, hvussu tær halda, at føroysk børn hava tað.
– Vit uppliva fleiri ólukkulig børn nú, enn tá vit byrjaðu, siga tær og steðga á eina løtu.
Eg spyrji framhaldandi, hvussu tær merkja tað ítøkiliga, og um støðan er versnað tey árini, tær hava verið í barnaútvarpinum.
– Vit møta ofta keddum børnum, sum fortelja okkum um millum annað happing og annað, tey verða útsett fyri. Ein av orsøkunum er møguliga, at happingin í dag í stóran mun hendir á talgildum pallum, og har er eingin vaksin, sum hevur eftirlit við tí, ið fer fram.
– Tað eru fleiri børn, vit hava møtt, sum vit ikki gloyma aftur, tí tey í trúnaði hava sagt okkum tað, tey stríðast við. Tey evnini ella søgurnar viðgera vit ofta í øðrum sendingum, evnisvikum ella fiktión. Tí barnaútvarpið hevur avgjørt eina ábyrgd í at stuðla og hjálpa ungum lurtarum, tá tað snýr seg um torfør ella svár evni.
– Vit mugu tó hugsa um øll oyruni, ið lurta. Summi hava onkran vaksan at tosa við um hesi evnini, men tað eru tað ikki øll, ið hava. Tí hugsa vit okkum ómetaliga væl um, áðrenn vit taka evnir upp. Tí er loysnin ofta, at taka hesi evnini upp í fiktión, so sum í jólakalendarum ella øðrum søgum, sigur Elin.
– Ja, vit fara jú beint í høvdið á børnunum sum lurta. Tað er umráðandi at tey kenna seg trygg, leggur Jonna aftrat.
Skíggjar vs. føroyskt mál og mentan
Barnaútvarpið er, sum áður nevnt, einasta útvarpssending til børnini í Kringvarpinum. Ein sending, sum er til børn, ið annars hava atgongd til alskyns útlendskt undirhaldstilfar á øllum hugsandi pallum og eru á skíggjunum at kalla alla tíðina.
– Vit eru úti millum børn í øllum landinum, og vit hoyra, at tey duga nógv verri føroyskt í dag, enn børnini gjørdu fyrr. Tað er veruliga so, at føroysk børn tosa enskt saman í ávísan mun í gerandisdegnum. Onkuntíð uppliva vit, at tey leita eftir føroyska orðinum fyri onkrum, men kenna orðið á enskum, ella at tey umseta setningar úr enskum til føroyskt. Og vit síggja eisini, at tey spegla sær í amerikanskari mentan og kenna minni og minni til føroyska mentan og siðir. Tað er ørkymlandi at uppliva, at samleikin og málið viknar.
Tí er tað so umráðandi, at barnaútvarpið verður raðfest av børnum og av vaksnum, og Jonna og Elin nevna ferð eftir ferð, at tær eru í harðari kapping við tilfar úr øllum heiminum.
– Vit hava ongan livandi kjans at kappast við útlendska tilfarið og pallarnar. Tí er tað umráðandi, at foreldrini eisini raðfesta føroyskt tilfar til børnini og velja okkum um morgnarnar fram um ymiskt annað, sigur Elin.
– Tað kemur ikki av sær sjálvum, tí tað er eitt sindur krevjandi at lurta eftir útvarpi, tá tú hevur vant teg við skjótt undirhald á skíggja. Men onkursvegna er tað gott fyri tey at sleppa undan skíggjunum og ístaðin sita og hugsavna seg um tilfar úr nærumhvørvinum á móðurmálinum.
Tað er eisini gjøgnum skíggjarnar at fleiri børn og ung samskifta við javnaldrarnar. Tað verður jú eitt tvíeggjað svørð, tí samstundis sum tað er ráðiligt at minka um skíggjanýtsluna, so er har ein undirliggjandi ótti fyri at vera uttan fyri felagsskapin, loggar tú av.
– Tað er hart hjá børnum og ungum at vera bundin at hesum skíggjanum, har tey eisini mugu fyrihalda seg til veruleikan hjá javnaldrum alla tíðina, sigur Elin, sum eisini heldur, at vit vaksnu áttu at gjørt meira fyri at fylgt almennu skíggjaráðunum og sjálv verið góðar fyrimyndir hjá børnunum.
– Vit vaksnu eru sjálv hugtikin av tøknini. Foreldur í dag eru møguliga ikki nóg væl ílatin til at hjálpa børnunum burtur frá skíggjunum. Vit duga kanska ikki at ansa eftir teimum, har tey eru nú.
Kvinnurnar handan røddirnar
Vit hava nú tosað saman um týdningin av útvarpi til børn, og hvar føroysk børn eru í dag, og hvussu tey hava tað. Vit hava fingið eina mynd av, hvørjar hesar kvinnurnar, ið vit hoyra tosa við børnini hvønn morgun, eru. So vit venda aftur til 'torføra' spurningin, vit byrjaðu samrøðuna við. Elin tekur orðið.
– Vit eru mótsetningar. Jonna minnist heilt ótrúliga væl, og hon leggur alt til rættis. Eg eri listafólk, sum ikki kann liva av listini, men noyðist at arbeiða fyri at fáa smør á breyðið.
– Hvussu gomul ert tú, spyrji eg Elina. Hon hyggur upp á Jonnu.
– Tú ert 50, sigur Jonna og flennir.
– Ja. Eg eri 50 og búgvi á Argjum og eri náttúrumenniskja. Eg havi hund, hønur, seyð og gangi á fjall. Eg eri ógvuliga familjukær. Eg eigi eina dóttur, og eg gangi ómetaliga høgt upp í mammuleiklutin.
– Tú ert eisini kritisk. Altso kritisk upp á tann góða mátan, tí tú góðskukekkar tað, vit gera, leggur Jonna aftrat.
– Og Jonna kennir øll fólk og minnist øll børn. Hon er mín Siri, sigur Elin.
– Tað passar. Eg minnist næstan for væl, tekur Jonna undir við henni.
– Eg eri yvirdrivið sosial, kenni nógv fólk, og tað fellur mær ótrúliga lætt at samskifta við onnur fólk. Eg eri eisini úr Klaksvík, og mær dámar væl at vera har norðuri. Annars, so venji eg nógv, og eg elski tónleik og list, og mær dámar væl at fara til konsertir og onnur mentanartiltøk. Eg eigi trý stór børn, og tað er sanniliga stuttligt og gevandi at hava stór børn.
Elin og Jonna halda báðar, at børn í Føroyum framhaldandi skulu sleppa at vaksa upp við barnaútvarpinum, har tey hoyra søgur, verða upplýst og eisini sjálv sleppa fram at mikrofonini.
– Vit vilja so fegnar gera gott barnaútvarp, men barnaútvarpið fær ikki altíð fyrstu raðfesting. Tó vóna vit, at barnaútvarpið verður valt til bæði av vaksnum og børnum, so børn í Føroyum kunnu vaksa upp við, at barnaútvarpið altíð var har og var í eygnahædd.
Greinin varð prentað í heystKvinnu í 2023