Mítt yndisstað í Føroyum er … sjálvandi fyrst og fremst heimbygdin, Hoyvík, aka 188 Paradise. Her eri eg uppvaksin, og her býr øll familjan framvegis, eins og allarflestu av bestu vinfólkum okkara. Annars eru allar Føroyar mítt yndisstað. Vit, sum eru so heppin at búgva her, teljast millum heimsins hepnastu fólk.
Mítt yndis listafólk er … Frimod Joensen í sera harðari kapping við Sigrun Gunnnarsdóttir. Var heilt ung og lesandi, tá eg keypti mín fyrsta Frimod. Tað er ein lítil málningur. Ein bygdarmynd úr Vágum, málaður í 1990. Tá stóð mær samstundis í boði at keypa ein annan málning, sum eg haldi eitur Brúðardansurin. Hann kostaði tá trítúsund krónur, minnist eg, og eg hevði tíverri ikki ráð at keypa hann. Nú hongur hann í Listaskálanum, og eg fari altíð at angra, at eg ikki bað onkran læna mær pengarnar….
Eg flutti heim til Føroya áðrenn maðurin, og eftirsum einki flytigóðs var komið heim, keypti eg eina nýggja sofu. Eina viku eftir, at sofan var komin í stovuna at standa, fekk eg bjóðað ein fantastiskan málning av Saksun hjá Frimodi Joensen. Prísurin var júst tann sami, sum eg hevði goldið fyri sofuna. Eg ringdi tí til handilsmannin og spurdi, um eg kundi koma aftur við sofuni, tí hon riggaði ikki ordiliga í stovuni. Tað var gamaní, og eg keypti málningin í staðin.
Hvør vil ikki heldur sita á gólvinum og njóta ein vakran málning enn eiga eina sofu og ikki vakra málningin?
Sigrun Gunnarsdóttir er í einum heilt serligum klassa. Hon er so dugnalig og klók. Hennara málningar eru vakrir, stuttligir og hava altíð onkran boðskap, sum vit kunnu hugsa leingi um. Eg fái ikki nokk av henni. Tórodd Poulsen dámar mær eisini sera væl. Og so havi eg fleiri vakrar vatnlitamyndir og prent hangandi, sum elsta og yngsta dóttirin hava gjørt. Ynski mær fleiri…

Mítt døgurðastell er … ikki til, um stell merkir kongaligt og dýrt, tí so eigi eg einki døgurðastell. Men eg eigi supputallerkar, sum eg og maðurin hava fingið í jólagávu í nøkur ár, tí mamma mín vildi vita okkurt at keypa okkum í jólagávu. Og so eigur maðurin eitt kaffistell, Villeroy & Boch, sum eg ynskti honum, tá hann fylti 40 ár. Fólk vildu vita, hvat hann ynskti sær í føðingardagsgávu, og eg helt, at nú var hann nóg vaksin til at eiga eitt ordiligt stell.
Annars er alt í okkara skápum eitt bland av øllum møguligum, eitt sindur av hvørjum. Millum annað tallerkar, skálir og kannur úr leiri, sum dugnaliga vinkonan ger. Mær dámar væl vøkur ting, samstundis sum eg kvalist av óruddi og ov nógvum tingum.
Mítt besta vakurleika-prei er … at sova eina langa nátt og at renna ein túr - tað kann gera nógv. Ætli mær annars skjótt at orðna eygnalokini, sum eg haldi vera blivin nakað tung. So fáa vit vónandi at síggja, at tað verður eitt vakurleikaprei.
Eg finni design-inspiratión … So nógvastaðni. Tað kann vera í hugnaligum, heimligum heimum, eins og í myndabløðum. Design er ella ger tó einki í sær sjálvum. Tú kanst fylla tær húsið við Børga, Arna og Eriki, og hvussu teir annars eita - designaralutir skapa einki hugnaligt heim. Mær dámar væl lekkurt, sniðgivið innbúgv, tað veri seg sofur, lampur og annað. Men eg havi ongan fidus til hús, har ALT eitur okkurt. Um tú ikki torir at hava tín egna stíl, er tað lættast at innrætta við merkjavørum, sum allar passa saman. Men tað skapar hvørki hugna ella stemning.
Eg elski luktin … av “..angandi bø, mjúkar sátur og spælandi børn…”, sum skaldið kvað. Elski luktin av mínum egnu nýføðingum. Elski eisini luktin av reinari, føroyskari luft, tá eg tríni út úr flogfarinum í Vágum.
Tað gevur mær orku … at vera saman við øðrum. Kanningar vísa, at sosialar relatiónir leingja lívið, bæði kropsliga, sálarliga og mentalt. Eg virðismeti sosial sambond sera høgt. Spæli sjavs fleiri ferðir um vikuna - pápi mín og eg móti mammu og systur mínari. Gangi um Kirkjubøreyn saman við systur mínari viðhvørt. Eg eri so heppin at hava nógv góð vinfólk, sum eg eri nógv saman við, bæði heima og sanniliga eisini ofta á ferð.
Tað gevur mær orku at vera saman við manni, børnum, familju og vinum.
Eg droymi um at ferðast aftur til … Pompeii. Ein ferð, sum eg minnist væl og við gleði, var, tá eg var í Pompeii saman við foreldrunum, systur mínari og yngstu dóttrini, sum tá var fjúrtan. Tað var eitt heilt ómetaliga áhugavert stað at síggja. Vit sigldu eisini við katamarani út á lítlu oynna, Capri. Tann túrin kundi eg gjørt aftur.
Vit ferðast nokk so nógv, og summar ferðir minnist eg sum serligar. Tvær ferðir havi eg verið í Ísrael, tað vóru sera góðir og spennandi túrar, men eg noyðist ikki at fara aftur hagar. Í Los Angeles hava vit eina ommu at vitja, so hagar ferðast vit, serliga maður og børn, regluliga. Nógvar ferðir við vinfólkum hava eisini verið serligar, og tær fara uttan iva at verða fleiri, tíbetur.
Eg haldi serligt eyga við … um børnini, foreldrini og míni kæru annars hava tað gott.
Og so haldi eg hampiliga væl eyga við tí, sum hendir í heiminum. Tað kemur av sær sjálvum í mínum starvi sum journalistur.