Elinborg kemur heim á pallin, har dreymurin byrjaði
Lívsstílur
Elinborg kemur heim á pallin, har dreymurin byrjaði
Elinborg Pálsdóttir greiðir frá barnaárunum á G!, íblástrinum úr heimbygdini og tí serligu kensluni at spæla á Spæliplássinum
Eftir: Anniku Kunoy Im / Myndir Klara Jacobsen 17.07.2026

Leygarkvøldið klokkan 21:50 fer Elinborg Pálsdóttir á pall í Spæliplássinum - mitt í bygdini, har hon sjálv hevur slitið sínar barnaskógvar. Vit hava hitt hana til eitt prát um at koma heim til Syðrugøtu, barnaløturnar á G!, íblásturin úr heimbygdini og gandakendu løtuna, hon vónar at skapa saman við áhoyrarunum á ársins G! festivali. 

 

Hvussu kennist tað at koma heim til Syðrugøtu og standa á pallinum á G!?

Tað kennist altíð fantastiskt at standa á pallinum á G! Festivalinum – kanska serliga á Spæliplássinum, tí tað er har, eg havi slitið mínar barnaskógvar. Tað er tí altíð ein ótrúliga heimlig og trygg kensla at standa á pallinum har, og eg gleði meg SO nógv til at gera tað aftur í ár.

 

Eg minnist væl stjørnurnar, eg fekk í eyguni, tá ið eg hugdi at øllum listafólkunum á teimum ymisku pallunum á G! Eg minnist, at eg hugsaði, at hatta vildi eg eisini gera ein dag

 

Hvat minnist tú best frá G! Festivalinum, tá tú vart yngri?

Tað er torført at velja eitt ávíst minni, tí allar løturnar á festivalinum vóru so fantastiskar. Men eg minnist væl stjørnurnar, eg fekk í eyguni, tá ið eg hugdi at øllum listafólkunum á teimum ymisku pallunum á G! Eg minnist, at eg hugsaði, at hatta vildi eg eisini gera ein dag.

Eg minnist eisini, hvussu hugnaligt tað var at vera saman við vinfólkum, renna runt og spæla og vera saman við familjuni – ja, bara at vera eitt barn, sum hugnaði sær á festivalinum. Tað haldi eg vera míni bestu minni frá G!, tá ið eg var barn.

 

Hvønn týdning hevur Gøta – náttúran, bygdin og fólkið – fyri tónleikin, tú skapar?

Eg haldi, at Gøta, náttúran, bygdin og fólkið hava ómetaliga nógv at siga fyri meg og hava verið við til at skapa tónleikin, eg geri í dag. Eg eri sera inspirerað av mínum upphavi – bæði av náttúruni, sum eg brúki nógv í mínum tekstum, og av fólkinum, sum býr her.

At koma heim til Syðrugøtu og ganga mær ein túr í bygdini, har øll heilsa upp á ein, er ein fantastisk kensla. Eg havi tikið alt hetta við inn í mín tónleik.

Eg fari eisini ofta heim til Føroya og Syðrugøtu at skriva tónleik, tí tað er her, eg eri tryggast, finni mín íblástur og komi heilt inn til tann persónin, eg eri.

 

 

Hvat kunnu áhoyrararnir vænta av konsertini hjá tær í ár?

Eg vóni, at fólk fara at hugna sær, njóta tónleikin og skapa eina hugnaliga løtu saman við okkum.

Tit kunnu vænta at hoyra eitt nýtt lag, sum enn ikki er útgivið. Annars haldi eg, at tónleikurin og framførslurnar hjá mær eru broytt nógv seinastu árini. Eg havi funnið út av, hvør eg veruliga eri sum listakvinna, og tað er ein deilig kensla.

Eg gleði meg til at vísa fólki, hvat eg kann bjóða og havi at geva teimum. Eg vóni, at vit saman kunnu skapa eina gandakenda løtu á Spæliplássinum.

 

Enda setningin: Fyri meg er G! … familja!