Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur eitt serligt tilboð til tær, ið kundu hugsað sær at gist í høvuðsstaðnum í sambandi við Kvinnurenningina í ár.
Tjekka inn á nýggja hotellið við Staravegin í Havn, har altjóða dámurin við einum norðurlendskum tvisti er í hásæti. Allar, ið hava luttikið í Kvinnurenningini, kunnu vísa sítt renninummar í móttøkuni og fáa síðani ein virðisseðil til eina ókeypis drykkjuvøru í barrini.
Í matstovuni Hallartúni verður borðreitt við mati í fronskum bistrostíli við Jákupi Sumberg á odda, og í barrini kanst tú keypa leskiligar drinks. Bílegg borð og síggj matskránna í Hallartúni HER.
Eisini hevur hotellið eitt uttandura spa-øki við gosbaði og hitakliva og fantastiskum útsýni. Bert gistandi gestir kunnu bíleggja tíð í spa-økinum.
Prísir:
Úr 920 kr. fyri eitt dupultkamar, um gist verður 29.-30 mai.
Úr 840 kr. pr. nátt, um gist verður 28.-30. mai.
Bílegg kamar HER.