Enda Kvinnurenningina í altjóða dámi á Hilton Garden Inn
Lívsstílur
Enda Kvinnurenningina í altjóða dámi á Hilton Garden Inn
Kvinnurenning 2021: Gist á nýggja altjóða gistingarhúsinum Hilton Garden Inn eftir Kvinnurenningina við altjóða dámi og lekkrum spa- og vælveruøki
Eftir: Kvinnu (LÝSING) / Myndir: Hilton Garden Inn 04.05.2021

Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur eitt serligt tilboð til tær, ið kundu hugsað sær at gist í høvuðsstaðnum í sambandi við Kvinnurenningina í ár.

Tjekka inn á nýggja hotellið við Staravegin í Havn, har altjóða dámurin við einum norðurlendskum tvisti er í hásæti. Allar, ið hava luttikið í Kvinnurenningini, kunnu vísa sítt renninummar í móttøkuni og fáa síðani ein virðisseðil til eina ókeypis drykkjuvøru í barrini.

Í matstovuni Hallartúni verður borðreitt við mati í fronskum bistrostíli við Jákupi Sumberg á odda, og í barrini kanst tú keypa leskiligar drinks. Bílegg borð og síggj matskránna í Hallartúni HER.

Eisini hevur hotellið eitt uttandura spa-øki við gosbaði og hitakliva og fantastiskum útsýni. Bert gistandi gestir kunnu bíleggja tíð í spa-økinum.

Prísir:

Úr 920 kr. fyri eitt dupultkamar, um gist verður 29.-30 mai. 
Úr 840 kr. pr. nátt, um gist verður 28.-30. mai.

Bílegg kamar HER.