Endometriosa rakar 10. hvørja kvinnu - Elin Kristina Hammer er ein teirra
Lívsstílur
Endometriosa rakar 10. hvørja kvinnu - Elin Kristina Hammer er ein teirra
Tá 29 ára gamla Elin Kristina Hammer av Tvøroyri var 10 ella 11 ár, fekk hon menstruatión – sum ein av teimum fyrstu gentunum í flokkinum. Hon visti ikki tá, at hon hevði kronisku kvinnusjúkuna endometriosu, og at hetta var byrjanin til fleiri ár við óvanliga nógvari pínu, har læknar og fakfólk samstundis ikki tóku hana í álvara.
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd Amy Hansen 24.07.2023

Elin Kristina Hammer er 29 ár, býr á Tvøroyri og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon heldur saman við Daniali Viðoy og saman eiga tey Ingrid Elisabeth og Elian.

Elin Kristina Hammer bløddi øgiliga nógv, tá hon fekk menstruatión, og tað var ikki óvanligt, at lak, madrassa og dýna vóru dýggjvátt og blóðreyð, tá hon vaknaði um morgnarnar.

– Eg hvakk við sjálv, tí har var so nógv blóð. Og samstundis visti eg, at summar av vinkonunum, ið høvdu fingið menstruatión, bløddu eitt sindur í nakrar fáar dagar og brúktu bara eitt trussuinnlegg. Eg mátti brúka eitt stórt bind, og tá eg fór út, mátti eg tryggja mær, at vesi var tætt við, so at eg kundi skifta bind. Alt var ógvuliga flovisligt tá, tí tú tosar ikki um menstruatión á sama hátt, tá tú ert 10 ella enntá 13 ár, og eg setti ikki orð á tað. Men eg legði til merkis longu tá, at okkurt var øðrvísi við mær.

ENDOMETRIOSA: Vanligastu sjúkuteknini eru millum annað pína í sambandi við menstruatión og samlegu, barnloysi, møði, leyst lív, hart lív og vaml.

– Seinni, tá eg var um 14-15 ár, varð eg eisini ógvuliga troytt, og eg orkaði ikki í skúla, tá eg hevði menstruatión, samstundis sum eg hevði so ræðuliga ilt í búkinum, at eg mátti vera pínudoyvd alla tíðina fyri yvirhøvur at kunna vera saman við javnaldrunum.

Hesi árini gekk Elin Kristina javnan til lækna, har hon millum annað fekk at vita, at tað er normalt at fáa ilt av menstruatión, og at hon ikki kundi hava tað gott heima, tí hon hevði so ilt í búkinum, og at hon mátti hava brúk fyri sálarhjálp, tí pínan sat í høvdinum. Ja, at hon var ein hypokondari, sum smíðaði sær søgur um pínu fyri at fáa uppmerksemi.

– Eg varð ikki hoyrd, og til endans vildi eg ikki til lækna, um tað ikki var lívsneyðugt, tí eg hevði mist alt álit á læknum – og til endans trúði eg teimum eisini, greiðir hon frá.

Á leið 10. hvør kvinna hevur endometriosu.

Hon fekk p-pillarar, tá hon var 14 ár fyri at tálma pínuni. Teir hjálptu kanska eitt sindur í eitt tíðarskeið.

Tað var ikki fyrr enn Elin Kristina í 2018 møtti einum kvinnuligum kommunulækna, ið tilvildarliga var vikarur hendan dagin. Sjálv hevði læknin júst verið á Ríkissjúkrahúsinum hjá endometriosulæknum, tí hon og maðurin í eina tíð høvdu stríðst við barnloysi. Hon hugsaði beinavegin, at tað var endometriosa, ið henni feilti, og hon vísti henni til Endometriosudeildina á Ríkissjúkrahúsinum.

– Læknin á Ríkissjúkrahúsinum, ið skannaði meg, var ikki í iva um, at eg hevði endometriosu. Eg hevði stórar bløðrur á eggjastokkunum, og alt mítt undirlív var klistrað saman av endometriosu arrvevnaði; lívmóðir, eggjastokkar, endatarmur og kokubotnur hingu øll fast í hvørjum øðrum.

– Eg græt. Eg græt illa. Eg var glað fyri, at hava fingið svar, men eg var samstundis í djúpari sorg um, at hetta feilti mær, sigur hon týðiliga rørd, meðan tárini renna stríð oman kjálkarnar.

Hetta mást tú vita um endometriosu

  • Endometriosa verður staðfest við ultraljóðskanning, MR-skanning ella kikaraskurðviðgerð (laparoskopi).
  • Vanligastu sjúkuteknini eru millum annað pína í sambandi við menstruatión og samlegu, barnloysi, møði, leyst lív, hart lív og vaml.
  • Summar kvinnur føla einki til, at tær hava endometriosu, aðrar merkja pínu í sambandi við menstruatión, meðan summar hava ilt tað mesta av tíðini.
  • Hevur tú endometriosu, verður tú ikki frísk afur, men sjúkueyðkennini kunnu viðgerðast við millum annað hormonviðgerð, skurðviðgerð og pínudoyvandi heilivági.
  • Enn vita vit ikki, hvørjum endometriosa kemur av, hóast tað verður granskað í tí kring heimin.

Les alla søguna hjá Elin Kristinu Hammer í nýggju Kvinnu