Endurbygd húð við floyalsbleytari olju og kremi
Lívsstílur
Endurbygd húð við floyalsbleytari olju og kremi
Vit á Kvinnu roynt CBD andlitsolju og CBD dagkrem frá The body Shop fyri at veita húðini røkt og vætu eftir ein langan vetur.
Eftir: Anniku Kunoy Im 14.05.2021

Tað kennist aftur á húðini, at vit nú eru við at leggja ein langan, kaldan og myrkan vetur aftur um bak. Strongda og veðurbarda andlitshúðin kennist turr og viðkvom. Vit merkja, at strongda húðin hevur tørv á eyka røkt og vætu fyri at endurbyggja natúrligu javnvágina.

Tað er ofta lættari sagt enn gjørt, tí tað kann tykjast torført at finna runt í øllum kremum og oljum, sum eru á handilshillunum. Tað skal jú veita styrki uttan at tippa porurnar og veita linna og glóð uttan at kennast feittut. Og tað skal rigga. Tað er ikki bara lætt at fáast við strongda húð.

Tí hava vit á Kvinnu roynt CBD andlitsolju og CBD dagkrem frá The body Shop í nakrar vikur. CBD røðin er bygd á úrdrátt úr hampafræ, ið á serligan hátt veitir vætu og endurbyggir strongda húð.

At byrja við vóru vit eitt sindur ivasamar, tí sum áður nevnt er ringt at finna runt í øllum kremum og oljum, sum eru á marknaðinum, og sum øll lova fantastisk úrslit. Men vit eru tiknar á bóli av úrslitunum, vit sóu við bæði CBD andlitsoljuni og CBD dagkreminum, sum bæði er sissandi, vætugevandi og floyalsmjúkt.

Soleiðis gjørdu vit:

  1. Vit byrjaðu við at reinsa húðina.
  2. Síðan løgdu vit nakrar dropar av CBD oljuni í lógvan og dubbaðu oljuna á andlitið við fingrasnippunum. Húðin drekkur skjótt oljuna í seg.
  3. Hareftir smurdu vit kremið á andlitið. CBD kremið kennist bleytt og er sera lekkurt at fáast við.

Tað ljóðar kanska í meira lagi, at smyrja bæði olju og krem á húðina, men soleiðis kennist tað als ikki. Húðin tyktist við tað sama væl mýkt og bleyt, og hon varð als ikki feittut.

Vit eru fjepparar av CBD røðini frá The Body Shop, sum heilt víst fær pláss á baðirúmshillunum hjá okkum og óivað eisini í onkrum av gávunum, vit keypa komandi tíðina til tær, vit eru allarbest við.