Endurnýt kaffigruggið
Lívsstílur
Endurnýt kaffigruggið
Ert tú ein av teimum, sum byrjar dagin við einum góðum koppi av kaffi og kanska drekkur nakrar afturat, sum dagurin gongur? So ert tú heilt vist von við at stoyta eitt sindur av kaffigruggi í ruskspannina. Vit geva tær her fimm prei til, hvat tú kanst brúka kaffigrugg til.
Eftir: Kvinnu / Mynd: Veitari 24.03.2021

Næstu ferð, tú hevur kaffigrugg, sum skal beinast burtur, kanst tú ístaðin goyma tað, tí her eru nøkur hugskot til, hvussu tú kanst endurnýta og fáa gagn av kaffigrugginum.

1. Kaffigrugg er væl egnað sum taðingarevni til ymsar plantur. Tað inniheldur nógva sýru, so kanna áðrenn, hvørjar av tínum plantum hava tørv á súrum umhvørvi fyri at vaksa best.

2. Hevur tú eina Hortensiu í garðinum, kanst tú broyta litin á henni við at lata kaffigrugg í moldina. Liturin á eini Hortensiu verður ávirkaður av súrleikanum í jørðini, og ynskir tú tær eina ljósabláa Hortensiu, kanst tú geva henni eitt sindur av kaffigruggi.

3. Eru onkrir blettir á grýtuni ella pannuni, sum ikki vilja fara av, kanst tú royna at skúra við einum lappa og kaffigruggi.

4. Hevur tú skorið hvítleyk, leyk, fisk ella okkurt annað, ið gevur sterkan lukt, kanst tú sleppa undan lukti á hondunum við at gnýggja við kaffigruggi, tá tú vaskar tær.

5. Blanda kaffigrugg við eitt sindur av vatni, og smyr tað undir eyguni. Hetta hjálpir, um tú hevur myrkt dæmi ella posar undir eygunum.