Er bilurin vetrarklárur?
Lívsstílur
Er bilurin vetrarklárur?
Nú veturin stendur fyri framman, skal bilurin eisini ílatast vetrarbúnan
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við Reyni Service 20.10.2021

Regn, vindur, kuldi og kavi. Nú stendur veturin av álvara fyri durum, og tað merkir eisini, at bilurin skal gerast vetrarklárur, og hvussu tað nágreiniliga verður gjørt, hevur Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, boð uppá.

Dekkini
Nú er tíðin komin til at skifta dekkini. Fyrsti hálkudagurin kemur ofta óvart á okkum øll, og er bilurin ikki væl skøddur, kunnu vanlukkurnar henda. Frá 16. oktober er loyvi at brúka píkadekk, men tað er eisini gott at skifta frá summardekkum til vetrardekk nú.

Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, greiðir frá, at tað er umráðandi at kanna, hvussu slitin vetrardekkini eru, áðrenn tey verða tikin í nýtslu aftur, um tú ikki hevur nýggj dekk. Vanliga verður sagt, at mynstrið á vetrardekkunum í minsta lagi skal vera 3mm.

Tað er ymiskt, hvussu skjótt vetrardekkini slítast. Koyrir tú nógv hvønn dag, kunnu tey halda ein vetur, og koyrir tú lítið, kunnu tey halda upp til fýra ár. Men tey halda ikki í ævir, tí gomul dekk kunnu sprotna, og tá kunnu tey ikki brúkast meir. Best er at fara á eitt verkstað at skifta dekkini, so mekanikarin eisini fær kannað, um dekkini eru lóglig, ella um tey eru slitin skeivt.

Eisini er umráðandi at kanna lufttrýstið í dekkunum, og at fáa tað stillað, um tørvur er, tí er tað ov lítið ella ov nógv, slítast dekkini meiri og skjótari, umframt at tey ikki liggja væl á vegnum, greiðir Sámal av Reyni frá.

Lyktir og battarí
Veður og vindur og kuldi og kavi seta størri krøv til millum annað kølaraløgin, so minst eisini til at fáa mekanikaran at kanna, um løgurin er nóg góður og at skifta hann, um neyðugt er fyri at verja motorin.

Kuldin setur eisini størri krøv til battaríið, og tí er umráðandi við einum góðum battaríi, sum tolir kulda. Bilverkstøðini kunnu kanna, um battaríið og akkumulatorurin eru hóskandi, ella um neyðugt er at skifta.

Sámal av Reyni greiðir frá, at eitt, sum ofta verður gloymt hesa myrku tíð eru billjósini, og tað kann verða álvarsamt. Summir bilar hava sjálvvirkandi lyktir, sum tendra, tá tað er tørvur á teimum. Á øðrum bilum, skalt tú tó sjálv hugsa um lyktirnar - men á summum bilum kann mekanikarin seta tað soleiðis til, at ljósini gerast sjálvvirkandi. Ynskir tú tað, so ber til at spyrja seg fyri á verkstaði.

Verja lakk, lás, hongsl og rútar
Áðrenn veturin av álvara kemur, er tað ikki so býtt at geva bilinum eina lakkforsegling, um honum tørvar tað. Bilurin dálkast jú av skvetti, mold, salti og øðrum, og lakkforseglingin bæði reinsar, vælir um smáar skøvur og snøggar lakkið, sum alt endurnýggjar og økir lívstíðina hjá lakkinum.

Umframt at verja um lakkið er gott at kanna, um gummiið á vindeygaviskarunum er slitið, og um sprinklaraløgurin hevur vatn í. Tað skal hann helst ikki, tá tað er kalt í veðrinum. Og so eisini líka geva lásum og listum og hongslum eitt sindur av olju og silikonfeitti.

Og so er eisini gott at minnast til at hava spaka og teppi í bilinum um vetrinum, um tað skuldi hent, at bilurin stendur fastur í kava, leggur Sámal av Reyni aftrat.