Ert tú klár at fara avstað?
Lívsstílur
Ert tú klár at fara avstað?
Tú hevur bókað hotel, leigað bil og lagt aktivitetir til rættis. Tú hevur løtt telefonir og teldlar ... men eru tit tryggjað?
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við Betri Trygging 14.07.2025

Tú hevur hugsað um alt. Tú hevur bókað hotel, leigað bil og lagt aktivitetir til rættis. Tú hevur løtt telefonir og teldlar. Kuffertini hjá øllum eru pakkað, og har er sólkrem, sandalir, svimjiklæðir og alt, ið tykkum annars tørvar. Í hondtaskuni er passið, løðari, reiður peningur og kort. Alt er undir kontroll! Nú sita tit á flogvøllinum á veg avstað – burtur frá gerandisdegnum – og skulu njóta feriuna saman. Men hevur tú hugsað um ferðatryggingina?

 

Einki er so keðiligt, sum at gerast sjúk, beint áðrenn tú skalt avstað, og soleiðis standa við ferðaseðlum í hondini – men ongum ferðaupplivingum í skjáttuni. Ella at gerast sjúk og verða innløgd á sjúkrahús, tá ið tú ert farin avstað – og fáa eina rokning í hondina aftaná. Ella at tit blíva kravd eftir sjálvsábyrgd fyri leigubilin. Ella at viðførið er seinkað ella burturblivið, og tú stendur uttan tíni ting.

 

Ofta hugsa vit, at slíkt ikki hendir okkum, men slíkt hendir í veruleikanum javnan. Tí er tryggingin eisini eitt slag av umsorgan fyri tær sjálvari og teimum, tú ferðast saman við. Tað er so nógv, sum kann henda. Og vit eru ikki klárar at fara avstað, áðrenn ferðatryggingin er í lagi.

 

Tað besta er at keypa ferðatryggingina, áðrenn tú bíleggur ferðina. Ivast tú, mást tú kanna, um tú hevur ferðatrygging, í seinasta lagi áðrenn tú fert av landinum. Eisini er sera umráðandi at kanna, um ferðamálið, tú ætlar tær til, er umfatað av tíni trygging.

 

Ivast tú í, hvat ferðatryggingin hjá tær fevnir um, so kanst tú fáa eitt lætt yvirlit her: Soleiðis dekkar ferðatryggingin. Eisini kanst tú biðja Betri Trygging kanna tína ferðatrygging, um tú ivast í, hvussu tú ert dekkað, ella um hon dekkar okkurt ávíst. Tú nýtist onki at gera sjálv uttan at skráseta teg her (leinki inn betri.fo/kontakt), so kanst tú velja, um tey senda tær ein teldpost ella ringja til tín.

 

 

Hvat fevnir ein góð ferðatrygging um?

Ferðatryggingin hjá Betri Trygging er eitt dygdargott dømi um eina trygging, har tað veruliga verður hugsað um tína ferð. Tú kanst velja eina ársavtalu, sum ger tað lætt – og alt húskið verður tryggjað. Tað er serliga hent, um tú ferðast javnan, antin við børnum, maka ella einsamøll.

 

Ferðatryggingin dekkar millum annað:

 

  • Seinkan av ferð ella viðføri: Er ferðin úr ella til Føroya seinkað meira enn 8 tímar, fært tú eitt endurgjald á 1.000 kr. um dagin, tó í mesta lagi 4.000 kr. Er viðførið seinkað meira enn 5 tímar uttanlands, fært tú eitt endurgjald á 1.200 kr. um dagin, tó í mesta lagi 4.800 kr.
  • Sjúkrahjálp uttanlands: Um tú verður sjúk ella fært ein skaða á ferðini er sera hent við eini ferðatrygging, tí so fært tú dekkað allar útreiðslur í samband við sjúku ella skaða. Tað er tó týdningarmikið at minnast til at fáa bæði læknaváttan og kvittan fyri allar útreiðslur fyri at kunna fáa endurgjald. Um tú verður sjúk og missir ein ella fleiri feriudagar, tí tú noyðist at halda teg inni á feriubústaðnum, kanst tú eisini fáa endurgjald fyri mistar feriudagar. Her er eisini umráðandi at minnast til at fáa læknaváttan frá fyrsta sjúkradegi. Les meira á betri.fo/ferdatrygging.
  • Avlýsingartrygging: Tú mást avlýsa? Við trygging fært tú endurgjald fyri ferðaseðlar, gisting og annað.
  • SOS neyðhjálp: 24/7 telefonhjálp, um tú hevur brúk fyri at fáa skjóta hjálp, har tú ert. Eisini kanst tú umvegis Mín Trygging-appina finna nærmastu læknahjálp eftir tíni gps-staðseting – óansæð, hvar í heiminum, tú ert. Tú finnur eisini hesa skipanina umvegis heimasíðuna hjá Betri Trygging á www.betri.fo/sos.

 

 

So – ert tú klár?
Næstu ferð tú pakkar taskuna, pakka so eisini tryggleikan við. Um tú longu hevur innbústrygging hjá Betri Trygging, ber tað ofta til at leggja ferðatryggingina bíligari afturat. Tí tú veitst ongantíð, nær tað óvæntaða hendir. Men tú kanst altíð velja at vera klár.

 

Tú kanst lesa meira um og tekna ferðatrygging her: www.betri.fo/ferdatrygging