Telefonin er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum í dag. Hon kann jú næstan alt: vit ringja, skriva boð og teldupostar, senda myndir, eru á sosialum miðlum, leita okkum upplýsingar og rinda rokningar. Telefonin styrkir sambandið við familju og vinir, eisini tá vit eru langt burturi frá hvørjum øðrum. Men samstundis eru vit jú vorðin ógvuliga bundin at hesum tólinum. So bundin, at tað í summum førum ávirkar heilsuna, svøvnin og relatiónirnar til tey, vit fysiskt eru saman við. Vit hyggja at telefonini alla tíðina uttan at hugsa um tað – eisini tá tað ikki er neyðugt. Og vit gloyma at njóta løturnar og nú’ið. Telefonin er eitt gott amboð, ja, men týdningarmikið er eisini at minnast til, at vit eiga at stýra henni – ikki umvent.
Svøvnurin órógvaður av skíggjanum
Gransking vísir, at bláa ljósið frá skíggjunum mótvirkar framleiðslu av melatonin, sum er evni, ið heilin framleiðir, fyri at vit kunnu sovna, og eingin ivi er um, at hetta ger tað verri hjá okkum at sovna. Og kanning vísir, at heili 66 prosent av føroyingum fáa ov lítið av svøvni, og næstan helvtin av okkum hava trupult við at sovna. Best er sjálsagt at lata telefonina liggja uttanfyri kamarið, tá tú fert í song, men um tú kortini vilt hava hana inn í kamarið, er eitt gott ráð at skifta til gult ljós á skíggjanum.
Flestu telefonir hava eina funku, sum eitur »Night Shift«, sum ger, at telefonin sjálvvirkandi skiftir til eitt gulligt ljós um kvøldið – soleiðis at heilin framleiðir melatonin, sjálvt um vit sita við telefonini, og tí verður svøvnurin ikki á sama hátt ávirkaður.
Soleiðis gert tú
1. Trýst á ‘Indstillinger’
2. Trýst á ‘Skærm og lysstyrke’
3. Trýst á ‘Night Shift’
4. Vel tíð á samdøgrinum. Eitt gott mið er 2 tímar, áðrenn tú vanliga fert í song.
Hava tit ein skýggjapolitikk?
Spyr-kanningin hjá Betri Trygging vísir millum annað, at ...
- 91% hava telefonina við í song og 64% kanna hana um náttina
- 18-24 ára gomul sita í miðal 8 tímar dagliga á skíggjum – tað svarar til 22 ár av lívinum.
- Bert 15% av føroyingum hava ein skíggjapolitikk.
15% av føroyingum hava ein skíggjapolitikk, hetta er eitt lutfalsliga lágt tal. Kanska eitt tekin um, at vit enn ikki eru heilt greið yvir, hvat tað er, vit gera, og hvørjar avleiðingar, hetta hevur fyri okkum. Men hvussu gera vit so tað? Ein skíggjapolitikkur, har vit áseta, nær og hvussu nógv vit brúka telefonina, er ein møguleiki, og so er tað eisini møguligt sjálv at seta eina avmarking inn á telefonina – eisini hjá børnunum. Tað gert tú undir Indstillinger á telefonini undir Skærmtid.
Les meira um at vera Skíggjasunn

Hvønn tosar tú við, tá tit sita til borðs?
- Vit brúka 40% minni tíð saman við øðrum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðan.
- 73% nýta skíggjar meira, enn tey høvdu ynskt.
- 75% hava telefonina við til borðs.
Hetta er eitt rættiliga álvarsamt tal – telefonin er vorðin ein partur av okkara vanliga borðsiði, og hvat ger hetta við okkara relatiónir? Um vit hvønn dag sita við telefonini til borðs, og annaðhvørt samskifta við øll onnur enn okkara nærmastu ella skrolla ígjøgnum tíðarrenslið, so er tað nærmast sjálvsagt, at okkara nærmastu relatiónir blíva ávirkaðar. Tað kunnu bæði vera okkara børn, maki, ein vinkona, tú ikki hevur sæð í langa tíð ella ein starvsfelagi, ið tú situr yvirav. Hvussu hevði tú havt tað, um onkur annar altíð varð valdur framum teg?
Við at gerast tilvitað um at lata telefonina liggja eftir í køkinum, tá ið farið verður til borðs, ella hon verður verandi niðri í taskuni, tá ið tú møtist við vinkonuni, kunnu vit gerast meira nærverandi, og harvið skapa okkum ein nýggjan, tilvitaðan vana, tá ið vit koma til borðs og hittast við vinum.
Endamálið er at fáa fólk at leggja telefonina burtur ella til viks, tá tey eru saman við øðrum. Ynskið hjá Betri Trygging, sum stendur aftanfyri átakið, er at fáa skapt eitt størri tilvit um skíggjanýtslu og tess avleiðingar fyri allar føroyingar.
