Eyð tekur hertænastu útbúgving í danska herinum
Lívsstílur
Eyð tekur hertænastu útbúgving í danska herinum
– Eg havi heilt víst ment meg nógv. Serliga mentalt. Tað mesta situr í høvdinum, tí tað krevur øgiliga nógv disiplin at vera í herinum, sigur 20 ára gamla Eyð Knudsen, sum tekur útbúgving í hertænastu í danska herinum.
Eftir: Anniku Kunoy Im / privatar myndir 11.10.2022

Hví valdi tú at at taka útbúgving í hertænastu?
– Eg valdi at fara í hertænastu fyri at royna okkurt nýtt. Eg fekk studentsprógv í summar og havi í longri tíð verið sera skúlatroytt, so eg hugsaði, at nú skuldi okkurt nýtt og meira spennandi henda.

Eyð Knudsen er 20 ár, úr Saltangará, men býr í Skive, har hon tekur útbúgvingina 'hærens værnepligtsuddannelse' í danska herinum

Hvussu fanst tú útbúgvingina, hvørjum fórt tú avstað saman við, hvat gjørdi, at tú tók stigið?
– Tað var faktiskt vinkona mín, Fríða Dalheim, sum fekk meg at hugsa um hesa útbúgvingina. Hon sat við tankanum um at fara og bað meg koma við. Fyrst hugsaði eg, at 'værnepligt' ikki var nakað fyri meg, men sum tíðin leið, vaks áhugin fyri lívinum sum soldatur, so eg tók eina brádliga avgerð og fór avstað.

– Eg søkti inn í 2020. Í 2021 fóru vit so niður til Danmarkar til Forsvarets dag, sum er krav,  áðrenn tú fert í herin. Har tóku vit ein IQ-test, vóru hjá ymiskum læknum og so skuldu vit fáa svar uppá, um vit vóru egnaðar ella óegnaðar at fara. Vit fingu so svar uppá, at vit vóru egnaðar at fara, og síðandi søkti eg inn í herin.

Eyð og vinkona hennara, Fríða Dalheim, sum hon fór Danmarkar á hertænastu útbúgving saman við

Hvussu hevur tíðarskeiðið verið, og hevur tað verið, sum tú væntaði? 

– Tíðarskeiðið higartil hevur verið ómetaliga læruríkt, gott og spennandi, men tað hevur eisini verið sera hart og avbjóðandi uppá ymiskar mátar.

– Um tíðarskeiðið hevur verið, sum eg væntaði, má eg svara bæði ja og nei til. Sjálvandi visti eg, at tað fór at verða avbjóðandi, men tá ið tú sjálv ert í støðuni, er tað bara nakað heilt annað. Dagarnir eru bæði góðir og minni góðir og harðir og minni harðir. Tá ið vit til dømis eru úti í feltinum - serliga tá vit eru til venjing í fleiri dagar - er tað sum oftast sera hart. Tá skulu vit bera nógv kilo á rygginum, grava stór hol, ganga ómetaliga nógv, duga at vera ógvuliga skjót avstað og at pakka ting og sakir niður uppá fáar minuttir, so tað krevur, at tú dugir at skunda tær – her siga vit, at “vit skunda okkum fyri at bíða”.

– Tá vit eru á kasernuni, er tað sum oftast minni kropsligt arbeiði, og vit fáa millum annað frálæru í øllum frá kosti, hvussu vit skulu læra at brúka ymisku útgerðina, vit hava fingið útflýggjaða, um víðari útbúgvingar í herinum, fyrstuhjálp, nærdystir og mangt, mangt annað. Vit ganga eisini nógv hergongu, har vit læra okkum at ganga við stevi, og so gera vit eisini ymiskar royndir við korti og kumpassi o.s.fr.

Hertænastu útbúgvingin eitur 'Hærens værnepligtsuddannelse' og er ein grundútbúgving sum soldatur. Útbúgvingin tekur fýra mánaðir, men møgleiki er at søkja víðari til ymsar aðrar útbúgvingar, herurin bjóðar 

Hvussu er ein vanligur dagur hjá tykkum?

– Ein gerandisdagur hjá okkum kann vera ógvuliga skiftandi, alt eftir hvat stendur á skemanum. Hvønn morgun fara vit upp klokkan 5. Síðani fara vit í brúsu, gera hár, lata okkum í uniform og so fara vit at eta morgunmat. Tá vit eru liðug at eta, fara vit oman í stovurnar at gera reint, og so kl 7:30 koma sarsjentarnir, og so skulu vit standa klár til stueeftersyn. So byrjar dagurin. Tá vit til dømis eru í feltininum, gera vit nógv ymiskt, so sum at læra ymiskar skjóti-, renni- og liggistøður, grava holur og læra ymiskt, sum eru sera umráðandi at duga um millum annað vápn, hvat ymisk orð standa fyri og nógv annað.

–Onkutíð eru vit eisini á skjótibananum, sum er øgiliga stuttligt. Har læra vit at skjóta og at sikta eftir einum ávísum máli.

– Hvønn fríggjadag hava vit nakað sum eitur 'kompagni løb'. Tá fer øll herdeildin út at renna ein tein, og so gera vit ymiskar stafettir, har 1, 2 og 3 deild kappast – hetta dáma vit sera væl.

– Vanliga plaga vit at fáa frí á døgurða, sum er umleið kl 17:00-18:00, men hvønn fríggjadag fáa vit frí kl 14:30. Dagarnir kunnu tó verða longri - serliga tá vit eru úti til venjing í feltinum, tá eru vit í gongd alla tíðina og hava ymiskar vaktir um dagin og um náttina.

– Tá vit so fáa frí, fara vit til døgurða, og eftir tað fara vit oman í stovurnar at gera klárt til dagin eftir. Tá strúka vit skjúrtir, pussa stilvar, pakka ryggsekk o.s.fr. So vit hava altíð ovmikið at síggja til.

Eisini havi eg lært nógv um meg sjálva og lært ikki at geva upp, tá ið eg eri móð, men at pressa meg til tað allar síðsta. Her búgva vit eisini 3-4 saman í einum lítlum kamari, so man skal eisini læra seg at rúma øðrum og at hava gott tol.

Hvat hevur tú lært og fingið burturúr kroppsliga og mentalt?

– Eg havi heilt víst ment meg nógv. Serliga mentalt. Tað mesta situr í høvdinum, tí tað krevur øgiliga nógv disiplin at vera í herinum. Eg havi lært sera nógv um at samstarva saman við øðrum, sum er sera týdningarmikið her inni – her gert tú einki einsamøll, men vit hjálpast at við øllum, líkamikið hvat tað er. Um tað er onkur, ið kemur ov seint ella gloymir okkurt, so gongur tað ikki bert útyvir tann persónin, men okkum øll.

– Eg havi eisini lært nógv um meg sjálva og lært ikki at geva upp, tá ið eg eri móð, men at pressa meg til tað allar síðsta. Her búgva vit eisini 3-4 saman í einum lítlum kamari, so man skal eisini læra seg at rúma øðrum og at hava gott tol.

– Disiplin er sum sagt eisini eitt, eg havi fingið munandi meir av, enn eg hevði, áðrenn eg kom niður í herin. Tað er sera týdningarmikið, at man hevur ein góðan holdning. og at man veruliga ger sítt besta og ikki gevur upp, tá ið tað tykist hart.

– Kroppsliga mennir tú teg sjálvandi eisini nógv. Vit ganga, renna og venja rættiliga nógv hvønn dag og eta eisini góðan kost at kalla hvønn dag – hetta sæst eisini aftur á kroppinum - hvussu hann styrkist og gerst sunnari.

Hóast vit eru sera aktiv, so duga vit eisini væl at hugna okkum við onkrum eitt sindur meir ósunnum í vikuskiftinum, og tá ið vit hava fingið frí – hetta skal eisini til inn í millum.

 

Tá vit til dømis eru í fletininum, gera vit nógv ymiskt, so sum at læra ymiskar skjóti-, renni- og liggistøður

Hevur tú ætlanir um at útbúgva teg víðari í herinum? :

– Áðrenn eg kom niður í hertænastu, hevði eg ongar ætlanir um at søkja víðari í herinum. Eg hevði ætlanir um at koma heim til Føroya og út at ferðast. Hetta er tó broytt, tí hóast hetta er eitt tað harðasta, mest avbjóðandi, men eisini læruríkasta, eg havi roynt, so stórtrívist eg. Eg havi faktiskt søkt víðari inn á Ingeniørregimentet til HRU. Hetta tekur 8 mánaðir, so um eg sleppi inn, so byrji eg longu í desember, beint eftir eg eri liðug við mína Værnepligt.




Viðkomandi greinar