Eyðdis Hartmann Niclasen: - Tað at hava tíð til hvønn annan hevur stóran týdning
Lívsstílur

Eyðdis Hartmann Niclasen: - Tað at hava tíð til hvønn annan hevur stóran týdning

Sum løgtingskvinna er gerandisdagurin krevjandi, og tískil nýtur hon og gleðist um samveruna og løturnar, ið jólafriðurin hevur við sær. Vit hava sett Eyðdis Hartmann Niclasen sjey spurningar um jólini.
Eftir: Kvinnu 21.12.2025

Hvussu heldur tú jól?
Eg haldi jólini heima í friði og náðum saman við teimum, ið standa mær nær. Tað er fyri meg ein kærkomin løta frá einum annars arbeiðskrevjandi gerandisdegi, har tað at hava tíð hvør til annan hevur stóran týdning.

Hvat hugsar tú um, tá tú keypir gávur til onnur?
Eg royni at hugsa um persónin og geva okkurt, sum eg vóni, at tey kunnu brúka og verða glað fyri.

Hevur tú eitt serligt jólaminni?
Eg havi fleiri góð jólaminnir, men árið 2005 var eitt heilt serligt ár. Vit búðu í Danmark ta tíðina, og maðurin og eg vóru í Føroyum saman við tá fimm ára gamla soninum og okkara nýfødda soni. Pápi mín var illa raktur av sjúku, og tað var greitt, at hetta vóru seinastu jólini, vit høvdu saman. Øll familjan har suðuri var nógv saman hesa høgtíðina, sum varð hildin á Tvøroyri. Júst hesi jólini minnist eg serliga væl aftur á.

Hvat er tað týdningarmesta fyri teg um jólini?
Samveran. At seta ferðina niður og at vera til staðar. Jólini minna okkum eisini á, hvussu týdningarmikið tað er at vísa hvørjum øðrum umsorgan.

Hvat etur tú jólaaftan?
Vit eta gás við øllum góðum til, og serliga umráðandi er waldorfsalatin. Omaná er rísalamande - tað er ein partur av siðvenjuni.

Hvat er besta jólagávan, tú hevur fingið?
Tær bestu gávurnar eru tær, sum eg fái frá mínum synum. Tað eru oftast tær mest persónligu gávurnar – og teir duga ótrúliga væl at finna uppá.

Hvat er á ynskilistanum hjá tær í ár?
Tað havi eg ikki hugsað so nógv um enn. Men eg ynski so hjartaliga frið, góða heilsu og góðar løtur saman við teimum, eg eri góð við. Tað stendur ovast á ynskilistanum.

Og øllum teimum, sum í løtuni bert hava tað einfalda ynskið, at teirra kæru fáa tað betri og verða frísk – teimum ynski eg alt tað besta! Umframt skjótan og góðan bata <3 




Viðkomandi greinar