Kennir tú hjartað banka eitt sindur skjótari, tá tú sær eitt bræv frá bankanum í postkassanum? Ella fær tú ein keðiligan knút í búkin, hvørja ferð tú hugsar um at logga inn á netbankan? Tú ert als ikki einsamøll.
Kanska hevur tú tað, sum verður kallað fíggjarótti. Sambært gransking innan sálarfrøði er fíggjarótti (financial anxiety) eitt útbreitt fyribrigdi, sum rakar nógv fleiri, enn vit ofta halda. Granskarar frá millum annað Cambridge University og American Psychological Association vísa á, at stúran um pengar er ein av teimum størstu keldunum til strongd hjá vaksnum fólki.
Fíggjarótti kann koma til sjóndar bæði kropsliga og sálarliga: hjartabankan, órógv í kroppinum, svøvntrupulleikar, ringa samvitsku, skomm og tankar um pengar, sum mala runt í høvdinum. Hjá summum førir tað til, at tey heilt einfalt royna at lata sum einki - tey lata vera við at lata brøv upp, kanna ikki kontuna og ignorera rokningar.
Trupulleikin er, at støðan ofta verður verri av at útseta rokningar og ignorera brøvini. Rokningar vaksa, rentur og rykkjaragjøld leggjast afturat, og so verður óttin enn størri. Tað kann gerast ein ringur ónd ringrás, har fíggjarótti elvir til passivitet, og passivitetur elvir til størri fíggjartrupulleikar.
Men sum við so nógvum øðrum avbjóðingum í lívinum ber tað til at arbeiða við fíggjarótta. Tú kanst ikki altíð broyta støðuna beinanvegin, men tú kanst broyta, hvussu tú møtir henni.
Hvat liggur aftan fyri fíggjarótta?
Serfrøðingar vísa á, at fíggjarótti sjáldan bara snýr seg um tøl. Ofta er hann knýttur at kenslum so sum skomm, ótryggleika og kensluni av at hava mist tamarhaldið. Hjá summum spæla barnaárini við ótryggum fíggjarviðurskiftum eisini inn, og tað kann seta síni spor í vaksnamannalívinum.
Sambært teimum, sum arbeiða við fíggjarsálarfrøði, er tað eitt týdningarmikið stig at skilja, at fíggjartrupulleikar ikki siga nakað um, hvørt tú ert eitt gott ella virðiligt menniskja. Pengar eru ein praktiskur partur av lívinum - ikki neyðturviliga ein lýsing av, hvør tú ert sum persónur.
Soleiðis kanst tú basa tínum fíggjarótta
1. Skriva tankarnar niður
Tak eitt pappír og skriva tríggjar keðiligar ella ræðandi tankar, sum tú ofta fært, tá tú hugsar um pengar. Tað kunnu vera tankar sum: Eg dugi ikki við pengum, hetta fer ongantíð at hanga saman ella eg orki ikki at síggja, hvussu ring støðan veruliga er.
At seta orð á tankarnar ger teir minni ógreiðar og harvið eisini lættari at arbeiða við.
2. Finn nýggjar og nyttuligari setningar
Finn nú tríggjar setningar, sum eru meira realistiskir og stuðlandi, og sum tú kanst royna at hugsa í staðin. Til dømis: Eg eri eitt gott menniskja, hóast mín konta er í minus. Tað er umráðandi, at eg taki støðu til mínar rokningar – og hóast tað sær svart út beint nú, fari eg at koma burturúr støðuni, við at lata netbankan upp taki eg fyrsta stigið til at fáa tamarhald á støðuni.
Tá tú arbeiðir við tankunum á hendan hátt, flytur tú fokus til loysnirnar, og tað kann gera mun fyri, og støðan kennist ikki eins ræðandi.
3. Ger støðuna sjónliga og ítøkiliga
Óvissan elvir ofta til meira ótta enn sjálv støðan. Tí kann tað hjálpa nógv at fáa yvirlit: skriva allar inntøkur og útreiðslur niður, eisini tær keðiligu. Tú kanst brúka eitt skjal, eina app ella pappír og blýant - tað týdningarmiklasta er, at tú fært eina greiða mynd av tínari støðu.
Mong uppliva, at bara tað at síggja tølini ger fíggjaróttan minni, tí nú er nakað ítøkiligt at arbeiða við.
4. Fá hjálp – tú nýtist ikki at gera hetta einsamøll
Um tú ikki hevur eina fíggjarætlan, kanst tú venda tær til bankan og fáa hjálp til at gera eina ætlan, sum hóskar til tín og tína støðu. Eisini ber til at tosa við ráðgevarar ella onnur, sum arbeiða við skuld og fíggjarligum trupulleikum.
Eisini kann tað hjálpa nógv at seta orð á kenslurnar við til dømis at tosa við eina vinkonu, makan ella ein sálarfrøðing. Fíggjarótti er ikki bara ein praktiskur trupulleiki, men eisini ein kensluligur.
Smáu fetini telja eisini
Tú nýtist ikki at loysa alt í dag. Nógv halda, at tey skulu fáa alt upp á pláss, áðrenn tey tora at byrja, men veruliga broytingin byrjar ofta við smáum fetum: at lata eitt bræv upp, logga inn á netbankan í fimm minuttir ella ringja til bankan.
Hvørt lítið fet er eitt tekin um, at tú nú ert farin at taka ræði á støðuni, og tað í sær sjálvum minkar um óttan.
Keldur Psykologi.dk, American Psychological Association. Cambridge University (financial anxiety / financial wellbeing), Mental Health Foundation