
Komandi hálva árið fer Kaja Joensen, ráðgevi í Betri Banka, at seta sjóneykuna á pengar, nýtslu, lán, bústað og nógv annað, sum hevur við fíggjarstøðuna hjá okkum øllum at gera.
Vit hava øll dreymar. Ikki bara, tá børnini koma, men eisini dreymar um ferðina suðureftir í hitan, nýggja, skínandi bilin og lekkra heimið við flotta stellinum og nýggja køkinum við kókandi og brúsandi vatni beinleiðis úr krananum.
Ofta eru hesir dreymarnir tó ikki okkara egnu, men koma frá hugskotum hjá øðrum í bindklubbanum, mammubólkinum ella onkrum fremmandum á Instagram. Tað sær so gott og lekkurt út hjá teimum. Og tað, sum onnur gera, ”eiga” vit eisini at gera.
Men hvar eru vit í øllum hesum? Hví lata vit okkum draga at meiningum hjá øðrum, tá vit hava okkara heilt egnu dreymar at fara eftir?
Tey flestu av okkum kunnu heldur ikki bara peika og fáa alt tað, sum vit ynskja okkum, hóast tað kanska ber til hjá grannanum. Tað fáa vit tó einki gjørt við.
Tá maðurin og eg vóru ung við smáum børnum og nýggjum húsum, bar tað ikki til at keypa alt í senn. Vit máttu velja gosbaðið og brenniovnin frá, sum øll valdu tá fyri 15-20 árum síðani. Vit spardu nakrar túsund krónur. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men vit máttu raðfesta fyri at kunna fáa lán til húsini. Tí at fáa okkara egnu hús var størsti dreymurin, hóast vit eisini ynsktu okkum nógv annað. Í dag eri eg eitt annað stað í lívinum, har tað ber til at droyma um meira enn tak yvir høvdið. Ynskini eru nýggjur køkur, lampur og list á veggirnar. Hvussu eg kann fara eftir hesum dreymunum, havi eg lagt eina ætlan fyri, og eg vil so gjarna eisini hjálpa tær at røkka tínum málum.
Títt lív og tínar raðfestingar – fimm góð ráð
1. Ver erlig: hvørjir eru tínir dreymar?
2. Raðfest við hjartanum og ikki eftir, hvussu tað sær út hjá grannanum ella bindiklubbavinkonuni.
3. Set tær ítøkilig mál og tak smá fet ímóti stóru dreymunum. Alt ger mun.
4. Tosa við tín fíggjarráðgeva, fá skil á fíggjarviðurskiftini og ger eina ítøkiliga ætlan út frá tínum dreymum. Tað gevur tryggleika og frælsi.
5. Minn teg sjálva á, at tað er ikki alt, ið glitrar, sum er lykilin til eitt gott lív. Tað er umráðandi at hvíla í fíggjarstøðuni, vit nú einaferð eru í. Annars gerst lívið ov stævið.