Finn rætta sólkremið
Lívsstílur
Finn rætta sólkremið
Tað kann tykjast langt millum sólstrálurnar, hóast tað er hásummar. Men tað er umráðandi at minnast til sólkremið.
Eftir: 02.07.2021

Tær flestu vilja njóta góða veðrið og tær sólstrálurnar, vit fáa her heima. Hóast vit nú hava havt nakrar dagar við mjørka, krossa vit fingrar fyri betri summarveðri komandi vikurnar, tá nógvar okkara eisini fáa summarfrí.

Men fara vit út í sólina, mugu vit minnast til sólkremið. Tað hava vit lært so líðandi. Hvat sólkrem skalt tú so velja, og hvat er so vert at hava í huga, tá tú velur tær sólkrem? Tað veldst nevniliga bæði um, hvussu húðin er, og hvat tú gert í sólini.

Hvønn faktor skal kremið hava?
15 - Miðal verja. Hetta er gott til tín, sum tolir væl sól ella ert har, sum sólin ikki er so sterk. 

20 - Miðal verja. Hetta er gott til tín, sum hevur vanliga húð og vilt verða væl vard.

30 - Góð verja. Hetta er gott til tín, sum hevur ljósa húð og vilt ansa eyka væl eftir húðini.

50+ - Sera góð verja. Hetta er gott til smábørn ella til tín, sum hevur ljósa og viðkvæma húð og sum vilt kenna teg ordiliga varda fyri sólini

Sólkremið til tín, sum ert virkin í sólini
Íðkar tú ítrótt í sólini, má sólkremið tú velur halda væl á og hava góða verju. Smyr eisini á oftari, um tú sveittar. Minst annars eisini til at drekka nokk av vatni og at verja høvdið við hatti ella øðrum.

Sólkremið til tín, sum hoppar útí
Ert tú ein teirra, sum gleðiliga hoppar útí, tá sólin hevur hitað hyljar og vøtn, er umráðandi at nýta sólkrem, sum tolir vatn. Vatnið kastar sólstrálurnar aftur, og tí er stórur vandi fyri at verða sólbrend, ert tú ikki ordiliga vard í vatninum. Minst eisini til at smyrja teg inn ofta.

Sólkremið til tín, sum sólar tær
Dámar tær væl bara at liggja úti í sólini og sóla tær? Og so kanska líka útí at køla av og so upp aftur í sólina? So mást tú veruliga hugsa um at smyrja teg gott og væl inn í verjandi sólkrem. Tá tú ert í sólini alla tíðina, er eisini umráðandi at smyrja sólkrem á ofta. Minst tó eisini til at køla teg av í skugganum av og á. Er tað ordiliga heitt, ella ert tú í heitari londum, verður viðmælt, at tú ert í skugganum millum kl. 12 og kl. 15.

Aftersun er til okkum allar 
Líkamikið hvussu húðin er, ella hvat tú gert í sólini, er tað eitt gott hugskot at minnast til aftersun kremið, tá dagurin í sólini er liðin. Húðin hevur tørv á at koma fyri seg aftur um náttina, og hevur tú brent teg eitt sindur, ella ert tú eitt sindur reyð av sólini, so kølir aftersun húðina og minkar um skaðan, umframt at tað veitir vætu.

Kelda: femina.dk