Frá gráti til látur: Jákup Dahl um lívið, humor og lívsins longstu minuttir
Lívsstílur
Frá gráti til látur: Jákup Dahl um lívið, humor og lívsins longstu minuttir
Jákup Dahl er 42 ár og starvast sum útvarpsvertur og skemtari. Hóast humor fyri hann er ein álvarsamur partur av lívinum, so grætur hann eisini ofta. Vit hitta her Jákup Dahl til eitt álvaratos um lívsins gleði og sorg - og alt møguligt annað harímillum. 
Eftir: Eftir Anniku Kunoy Im / Mynd  Bjarni Árting 28.12.2025

Fakta: Jákup Dahl er 42 ára gamal, livir saman við Marjun Tróndarson og eigur børnini Odu og Jógvan. Hann hevur útbúgving innan sjónleik, og hann starvast í Kringvarpinum millum annað sum vertur í morgunsendingini 

Um tú kundi valt sjálvur, hvønn kundi tú so hugsað tær eitt prát við aftur við einum kaffimunni? 
Altso, kann eg velja millum øll í heiminum, livandi og deyð? So hevði eg valt mammu, abba og ommu, Jákup Dahl próst. Ella Jesus, hann hevði heilt sikkurt eisini verið fínur at drukkið kaffi saman við. Teir tríggir, Sokrates, Platon og Aristoteles høvdu heilt vist eisini verið áhugaverdir. Tað hevði kanska verið eitt friðarligt kaffiprát, tí vit høvdu hugsað so nógv. Har hevði møguliga eisini verið ein málforðan.
Annars sigur tvey ára gamli sonurin viðhvørt: “Babba, hygga okkum, drekkamunn.” Tað blívur heldur ikki nógv betri enn tað! 

Nær græt tú seinast?
Í gjár! Vit hugdu eftir einum filmi, sum eitur “Giv slip” á Netflix. Eg græt sum ein stungin grísur. Fyrradagin græt eg eisini, tá eg hugdi eftir “Ibelins enestående liv.” Eg veit ikki, um tað var, tí tilfarið var gott, ella um tað er okkurt galið við mær.
Kanningar vísa annars, at tað er sunt og gott at gráta – bæði kropsliga og sálarliga. Tað minkar um strongd, og tað strimbrar framleiðsluna av endorfinum. Tú fært ein betri svøvn, tað beinir burtur bakteriueiturevni; og so virkar grátur eisini sum ein ventilur, har vit sleppa av við uppbygda, kensluliga orku. 

 

Hvat er tað løgnasta ella stuttligasta, sum nakrantíð er hent, meðan tú hevur verið á í beinleiðis útvarpi?
Tað var, tá eg skuldi dyppa í gomlu Hoyvíkini. Tað var í sambandi við, at Kitty May Ellefsen hevði givið út bókina “Leyp á Bláman”. Eg skuldi dyppa við Kitty May og øðrum, og Sára Jógvansdóttir var reportari. Meðan Sára og eg ganga oman í gomlu Hoyvíkina, síggja vit eitt eldri par, sum gera seg klár at loypa útí...spilnakin! Sára verður tikin á bóli, tá hon sær hesa sjónina: “ÁH! For heitasta! O My God,” og so ein ordans láturkrampi. “Hetta var ein sjón, vit ikki høvdu væntað í morgun, her eru fólk, sum svimja nakin.” Og Sára fekk ikki afturhald, sum hon flenti. “Kanska hava vit misskilt tað heila, Jákup – tú skalt kanska svimja nakin,” og so flenti hon aftur við sínum smittandi látri. Tað var ein ótrúliga stuttlig løta, sum vit mangan hava flent at. 

Hvat er tín uppskrift upp á ein góðan og avslappaðan dag?
Tað er, tá eg kann hála stikkið úr. Eg trívist væl í friði. Eingin órógv og ikki nakað at fyrihalda meg til. Tað kann eisini vera ein telttúrur á Trælavatni ella ein túrur á floti við pápa mínum. 


Humor snýr seg um at síggja heimin á ein serligan hátt - hvat fær teg altíð at flenna?
Tað skal eitt sindur til, áðrenn eg flenni í kíki. Men fleiri av mínum nærmastu eru ótrúliga stuttlig menniskju. Eg havi ein veikleika fyri sarkasmu og sjálvsironi, ella tá ein suðuroyingur greiðir frá onkrum á ein ræðuliga ógvusligan máta. 

At flenna hevur annars fleiri av teimum somu eginleikunum sum at gráta, løgið, hugsi eg. Látur minkar um strongd, tað sleppir endorfinum leysum, og tað skapar eitt serligt samband millum fólk. 

Humor kann eisini vera gott amboð at síggja og reflektera um samfelagið. Tað kann bjóða av og eisini finnast at á ein stuttligan hátt. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit eisini duga at flenna eftir okkum sjálvum og ikki taka alt so álvarsamt. 

Eg kann skoyta uppí, at einki meira álvarsamt arbeiði er til enn at skapa skemt! 

 

Nær kennir tú teg allarmest eydnusaman? 

Tá eg eri saman við mínum nærmastu. At uppliva okkurt saman við onkrum, sum eg eri góður við. Eg livi fyri tær smáu løturnar. Lívið er ein røð av samansettum løtum, so tað snýr seg um at njóta tær. Áðrenn vit vita av, so hevur síðsta løtan verið. 

 

Hvørjum ert tú errin av? 

Eg eri sjálvandi errin av mínum børnum, makanum og teimum nærmastu. Eg minni meg eisini onkuntíð á at vera errin av mær sjálvum, tá eg megni okkurt, sum eg havi sett mær fyri. Til dømis at eg hevði dirvi og megnaði at standa á palli einsamallur og skemta um mítt egna lív. 

 

Hvørjir minuttir hava verið teir longstu í tínum lívi? 

Uttan iva, tá eg sum 14 ára gamal fekk boðini um, at mamma mín var deyð í eini ferðsluvanlukku. Á veg inn á sjúkrahúsið skilti eg til dømis ikki, hvussu tað bar til, at bilar koyrdu á vegnum, at fólk fóru til arbeiðis, og at nakar hevði ein gerandisdag. Tí mín heimur steðgaði upp ta náttina.  

 




Viðkomandi greinar