
At spara pening saman kann kennast trupult, serliga um tú ikki ert von við tað. Men við smáum broytingum og einum greiðum yvirliti ber væl til at fáa eina uppsparing - eisini um tú ikki hevur so nógvan pening at leggja til síðis hvønn mánað.
Hvussu skalt tú spara - og til hvat?
Tað er ymiskt, hví og hvussu fólk spara. Summi hava fastar vanar, meðan onnur hava trupult við at seta pengar til síðis. Tað týdningarmiklasta er at vera erlig yvir fyri sær sjálvari og finna útav, hvat riggar fyri teg.
Um tú veitst, at tú brúkar nógv og skjótt, tá lønin kemur á konto, kann tað hjálpa at venda roknistykkinum á høvdið: set tær fyri, hvussu nógv tú vilt brúka til fastar útreiðslur, og flyt restina til uppsparing. Royn eisini at minka um freistingarnar við til dømis at brúka eitt Mastercard Debit heldur enn kortið til lønarkontoina. Soleiðis hugsar tú teg um, áðrenn tú keypir.
Ein góð tummilfingur-regla er, at tú ikki brúkar meira enn 80-90 prosent av lønini til fastar útreiðslur og dagliga húsarhaldið, so sum mat og klæðir. Tað vil siga, at 10-20 prosent verður sett til síðis til ymiskt óvæntað, undirhald ella feriu.
Tá inntøkan sveiggjar
Um tú ert tímalønt, haldi eg, at tað er skilabest at leggja fíggjarætlan eftir lægstu inntøkuni. Tað kann gera tað hugaligari at taka eyka arbeiði, tá teir pengarnir ikki eru bundir til fastar útreiðslur. Tú eigur eisini at taka hædd fyri møguligari frítíðaløn, sum kemur í mai, men manglar í allar hinar 11 mánaðirnar. Tað kanst tú gera við at seta eina størri upphædd av til fastar útreiðslur, tá frítíðarlønin kemur, sum so ger at minni skal setast av til føstu útreiðslurnar hinar mánaðirnar – og inngjaldið til heildarkontoina verður tí tað lægri.
Smáar vanabroytingar gera stóran mun
Tað krevur ikki stórar broytingar at fáa fíggjarstøðuna at batna. Byrja í tí smáa, og tú fert at merkja munin. Kanna haldini, tú hevur og strika tey, sum tú ikki brúkar regluliga. Tað gevur ofta meira rásarúm, enn tú væntar. Royn at sleppa undan impulskeypum. Her kann 48 tíma reglan gera undurverk: bíða tveir dagar, áðrenn tú keypir nakað, tú ert í iva um, og spyr teg sjálva, um tú veruliga hevur tørv á tí. Tað sama er galdandi við mati - legg eina matarætlan eftir tilboðunum og brúka tað, tú longu eigur inni. Tað ger bæði matkeypið bíligari og minkar um spill.
Ein góð íløga er eisini at seta fíggjarætlanina upp soleiðis, at tú hevur fasta flyting til uppsparing hvønn mánað. Tað ger, at tú ikki nýtir pengarnar uttan at hugsa teg um. Set títt egna nullpunkt á kontoina - til dømis, at hon ongantíð skal fara undir 3000 krónur, so hevur tú altíð eitt lítið trygdarnet, og trot kemur ikki á kontoina.
Við tíðini kanst tú uppbyggja ein buffara til óvæntaðar útreiðslur. Sjálvt smáar upphæddir kunnu vaksa seg stórar, um tú ert støðug. Fært tú eyka løn, frítíðarløn ella skattapengar, er hetta ein góður møguleiki at leggja eitt sindur av teimum til síðis heldur enn at brúka alt beinanvegin.
Fleiri ymisk sløg av uppsparing
Tað eru fleiri ymiskar kontoir, tú kanst brúka til uppsparing, alt eftir hvørji mál tú hevur, og nær tú ætlar at brúka pengarnar. Vanligt innlán er er góð til uppsparing av pengum til óvæntaðar útreiðslur ella til útreiðslur, sum tú veitst koma í næstum. Bundin uppsparing gevur vanliga eitt sindur hægri avkast, tí rentan er løst í tríggjar ella tólv mánaðir. Tað finnast eisini serligar kontoir – so sum Bassakontoin, sum er bundin til barnið fyllir 18 ár, og bústaðarkontoin, ið er ætlað teimum, sum spara upp til bústað. So er eisini eftirlønarkontoin, ið er bundin, til tú fert á eftirløn, og har peningurin verður útgoldin eftir serligum leisti, meðan íløgukontoin gevur møguleika fyri investering av peningi, tú ikki skalt brúka í nærmastu framtíð og ert til reiðar at taka ein ávísan váða við.
Góð ráð við Kaju
- Brúka roknaran á heimasíðuni hjá Betri Banka til at fáa yvirlit.
- Brúka ikki meir enn 90 prosent av lønini til fastar útreiðslur og tað tær tørvar í gerandisdegnum av mati o.l.
- Tak útgangsstøði í tínari egnu fíggjarstøðu – ikki tí hjá vinkonuni.
- Byrja í smáum, men byrja!
- Ver realistisk og erlig – so gerst uppsparingin ein vani og passar til tína fíggjarstøðu.