Framúr góðir vinningar til stóra lutakastið eftir Kvinnurenningina
Lívsstílur
Framúr góðir vinningar til stóra lutakastið eftir Kvinnurenningina
Tit kunnu av sonnum gleða tykkum til stóra lutakastið eftir Kvinnurenningina í ár, við eini rúgvu av spennandi vinningum!
Eftir: Kvinnu 08.05.2026

Hesi lata vinning í ár: Atlantic Airways, Hjá Annu, AUD_Studio, EINSTAKT, Føroya Tele, G! festivalurin, Hilton Garden Inn, Gist og vist, Grønt & Grátt, Guðrun og Guðrun, House of Fenrir, JYSK, MBM, Natúrlig, Shaina, Skilling, Shop-in, Steinprent, Skósølan í Gøtugjógv og Yndifitness. 

Høvuðsstuðlar til Kvinnurenningina eru Thomas Dam Intersport og Aqua D’Or

ATLANTIC AIRWAYS letur
Eitt gávukort á 5000 kr. - so tú/tit kunnu seta leiðina móti París ella London.

HJÁ ANNU í Klaksvík letur
Ein vakran stóran vasa 
Knabstrup. Virði 1.939 kr.

 

 

AUD_STUDIO letur
Shorts frá aud_studio - føroysk klæði í nútíðarstíli. Hóska væl til gerandisbrúk og eitt kvøld úti. Virði 1799 kr.

aud

 

EINSTAKT letur
Lekkran regnfrakka, so tú ert ílatin í stíli til føroyska veðurlagið. Virði 2.600 kr.

 

G! festivalurin letur
Tvey vikuskiftispass til ársins G! festival. Virði 3.790 kr.

HILTON GARDEN INN letur
Gávukort til vikuskifti fyri 2 á Hilton Garden Inn Faroe Islands við morgunmati og SPA. Virði 2500kr. 

 

GIST OG VIST letur
Gávukort til Vælveruhúsið fyri tvey. Njót eina fyrsta floks spa-uppliving í Ress Spa. Virði 1190 kr.

 

GRØNT & GRÁTT letur
Gávukort á 2.000kr fyri grønt viðlíkahald. Hevur tú grønar dreymar, so kanst tú byrja her.

GUÐRUN OG GUÐRUN letur
Vøkru og stílreinu hettutroyggjuna Berta. Virði 1.420 kr.

HOUSE OF FENRIR letur
Stóra perfumu (50 ml) eftir egnum vali - Hela, Freyr ella Freyja. Virði 725 kr.

 

JYSK letur
Tusindfryd dýnu + kodda. Virði 5.498 kr. 

 MBM letur
3 x gávukort: “Fyll posan við vørum frá RASKA”. Virði 750 kr.

 

NATÚRLIG letur
Gávupakka v/ reinsiolju, húðtonik og andlitsolju frá The Witchery CPH umframt palettu og maskara frá 100% Pure. Virði 1685 kr.

 

SHAINA letur
Gávukort á 3000 kr. 

 

SKILLING letur
Tvey pør av rennibrillum frá Oakley til tín og vinkonuna. Virði uml. 4000 kr.

 

SHOP-IN letur
Gávukort á 1000 kr., so tú kanst forklea teg við onkrum nýggjum plaggi.

 

STEINPRENT letur
Eitt gávukort á 2000 kr., so tú kanst prýða veggin við nýggjari serstakari list.

SKÓSØLAN Í GØTUGJÓGV letur
Eitt par av renniskóm frá SKECHERS. Virði úr 1.300 kr. 

 

YNDIFITNESS letur
12 mánaðar limahald umframt ein lekkran gávupakka til aktiva lívsstílin. Virði 4000kr

Hevur tú ikki meldað teg til Kvinnurenningina leygardagin 16. mai? Tú nært tað enn!

Psssst… melda til áðrenn midnátt 11. mai og tryggja tær luttøku fyri 350 kr.

Eftir midnátt 11. mai hækkar prísurin til 399kr. 


Melda til Kvinnurenning her.




Viðkomandi greinar