”Fyrr helt eg, at lívið endaði við deyðanum, tað haldi eg ikki longur…”
Lívsstílur

”Fyrr helt eg, at lívið endaði við deyðanum, tað haldi eg ikki longur…”

Sum 37-ára gomul gjørdist hon einkja, tá maðurin doyði av krabbameini,. Men við einuum jaligum sinni, hevur hon lært at fáa eitt gott lív, hóast sorgin fyllir hvønn dag. Vit tosa við Lindu um, hvat lívið hevur lært hana um millum annað sorg, deyða, kærleika og børn.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen / Myndir Bjartur Vest 25.01.2022

Um aldur:

Aldur sum so sigur mær ikki so nógv. Mær dámar betur at møta menniskjanum, sum kanska hevur eina fantastiska lívssøgu. Eg trívist í roynd og veru væl við fólki í øllum aldri. Eg havi ofta hoyrt fólk siga, at tað er synd í tykkum, tit eru so ung. Ja, tað er ungt at sita einkja sum 38 ára gomul og ungt at doyggja einans 44 ára gamal, men eg velji heldur at gleðast um tey 19 góðu árini, vit høvdu saman, í staðin fyri tey árini, sum vit ikki fingu.

Bláa bóka:

Navn: Linda Meyer Hansen

Børn: Tvær døtur

Bústaður: Vágur

Um foreldur:

Eg havi havt ein góðan og tryggan barndóm við teimum bestu foreldrunum, eg kundi ynskt mær. Tey stuðlaðu og vegleiddu mær í øllum, sum eg fekst við, og vit tosaðu um alt. Tey løgdu góð virðir í meg og systkini, og eru hetta virðir, sum eg havi tikið við mær víðari inn í mítt egna vaksna- og foreldralív.

Pápi mín og eg vóru sum eitt, tá eg var yngri. Fór hann at gera okkurt, so var eg uppií. Alt frá at grava og mála til at spæla ymisk instrument og syngja í kóri.

Eg rokni við, at flest allar kvinnur í øllum aldri av og á ringja til mammu sína at ráðføra seg um ymiskt. Hetta var ikki ein møguleiki hjá mær longur í 2014, tí tá doyði mamma mín einans 59 ára gomul, eisini av krabbameini. Tað var sera hart at missa nærmastu kvinnuna í mínum lívi, sum altíð hevur havt og altíð fer at týða so nógv fyri meg.

Um arbeiði:

Eg arbeiði sum námsfrøðingur á Varda verkstaðnum á Bakka í Vági, og sum við øllum øðrum arbeiðsplássum, so eru góðir dagar og minni góðir dagar, men eg elski mítt arbeiði, har eg eisini havi verðins bestu starvsfelagar. At fara til arbeiðis og merkja, at tú er nakað fyri ein annan, at tú ger mun hjá einum øðrum menniskja, tað er fantastiskt. Eg havi tað soleiðis við einum og hvørjum arbeiði, at um tað ikki gevur mær gleði, so er tíð at royna okkurt nýtt. Eg havi so verið í sama stað nú í tólv og eitt hálvt ár, og eg elski tað, so har verið eg verandi.



Um vinarløg:

Eg kann fara inn á facebook og lesa, at eg havi akkurát 668 vinir. Men eg fari ikki at siga, at øll hesi eru mínir vinir - nógv av hesum fólkunum fari eg at siga, at eg í veruleikanum als ikki kenni. Tey eru menniskju, sum onkursvegna hava krossað mín veg, og sum eg annars veit øgiliga lítið um. Hinvegin, so havi eg nakrar heilt ótrúliga góðir vinir, sum hava staðið stinnir við mína lið hesa sváru tíðina, sum eg og mín familja eru farin ígjøgnum. Tey, sum ikki góðtóku, at eg segði, at eg hevði tað fínt, tá tey sóu, at eg hevði tað av hundanum til. Tey fingu meg at hugsa um meg sjálva eisini og ikki bara ein sjúkan mann og børnini, sum høvdu brúk fyri mær. Uttan stuðulin frá mínum góðu vinum, so veit eg ikki, hvat eg mangan skuldi havt gjørt við meg sjálva hesi seinastu tvey árini.

Um avbjóðingar:

Tað eru nógvar avbjóðingar í einari og hvørjari familju. Í okkara familju skuldi tað bara blíva eitt sindur meiri avbjóðandi enn hjá flest øðrum. Knappliga stóð eg sum kona og mamma við einum álvarsliga sjúkum manni og tveimum døtrum, sum eg ongantíð hevði verið burturi frá, og sum eg visti, at eg skuldi verða nógv burturi frá í framtíðini, tí eg skuldi ofta til Danmarkar við manninum. Tað var hart fyri okkum øll at standa í tí støðuni, men tað gekk, takkað verði góðari hjálp frá okkara nærmastu familjum.

Ein onnur avbjóðing, sum eg havi møtt seinastu mánaðirnar, eru løgnar viðmerkingar og spurningar frá fólki. Tað hevur ikki altíð verið eins lætt at skilja allar hesar spurningar og viðmerkingar, serliga ikki stutt eftir, at Heðin doyði. Men eg havi lært meg at góðtaka, at hesi fólkini kanska ikki hava vitað, hvat tey skuldu siga í slíkari støðu, og tí blívur tað eitt sindur klombrut.

Eg síggi tað ikki sum eina avbjóðing, ikki at hava eitt mannfólk í húsinum, tí eg eri ikki bangin fyri at gera eitt sindur av vanligum mannfólkaarbeiði, so bæði hamari og skrúvumaskina eru javnan frammi her. Eitt, sum hevur verið ein stór avbjóðing hjá mær, er at biðja um hjálp. Tað skuldi eg so alvorliga serstakliga læra meg at gera. Ikki hevur tað verið lætt, og eg eri heldur ikki komin á mál, men eg eri á veg.

Um kærleikan:

Kærleikin er fyri meg sera individuellur og ringur at seta orð á. Hetta at vera so góð við eitt annað menniskja og kenna tað so væl, at orð ikki altíð eru neyðug. Men eg skal royna at lýsa, hvat tað er fyri meg. Tá Heðin og eg blivu gift, høvdu vit eitt ynski um, at prestur prædikaði út frá kærleiksbrævinum. Sami prestur hevði jarðarferðina hjá Heðini 14 ár seinni, og aftur tá hevði eg eitt ynski um, at talan varð út frá kærleiksbrævinum.

Orðini í fyrra korint 13:13 So verða tey tá verðandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.

Hetta gav so nógv størri meining til jarðarferðina enn í brúdleypinum, tá var kærleikin nógv størri, nógv meiri týdningarmikil, og eg var so takksom at hava upplivað hesa ótrúligu kensluna saman við einum øðrum menniskja.

Eitt gott minni, sum eg havi um kærleikskensluna, var 23. juli 2019, sama kvøld sum Heðin doyði. Hann vaknaði eina lítla løtu, hugdi yvir á meg og lyfti hondini upp frá, líkasum fyri at vinka farvæl. Hann fekk ikki longur tosað, men eygnabráðið segði alt. Fult av kærleika, takksemi og friði.

Hann fekk ikki longur tosað, men eygnabráðið segði alt. Fult av kærleika, takksemi og friði.

Um menn:

Menn, ja hvat er at siga um teir… Eg havi altíð trivist væl í selskapi við mannfólki. Teir eru so deiliga einfaldir og líkatil. Men altso, eg haldi ikki, at tað er serliga nógv mannfólk yvir einum, sum brúkar tímar framman fyri speglinum og líkist Barbie Ken hvønn dag. Tá er áhugin altso farin frá mínari síðu

Um børn:

Eg kann als ikki ímynda mær lívið uttan Paulu og Kristinu. Tær halda lív í mammuni, og tað er aldrin keðiligt, ella friður fyri tann saks skuld. Sum flestu systrar, so eru tær so fittar og og góðar, og næstu løtuna skeldast og klandrast tær. Men eg hevði ikki kunnað hugsað mær tað øðrvísi. Tær eru mítt alt og eitt og fara altíð at verða mín fyrsti prioritetur.

Um mammulív:

At blíva mamma var stórt. Ein spennandi tíð at fylgja við, meðan hesi lítlu menniskjuni vuksu og mentu seg. Men eisini nógvir tankar um framtíðina hjá gentunum. At tað var mín uppgáva sum mamma at uppæla og forma tær. Pápin var sjómaður, hann var burturi helvtina av árinum, so tað mesta lá á mær. Tað hevði eg tað eisini fínt við, - og havi tað enn eisini. Men tað er ikki altíð líka lætt at vera mamma hjá tveimum so ymiskum gentum, sum mínar eru. Ein pre-teen við øllum tí, sum tað inniber, og so einari, sum næstan hvørt kvøld liggur í songini, og er so kedd um, at pápin skuldi doyggja, stutt áðrenn hon bleiv níggju ár, og hvussu órættvíst tað er, at akkurát pápi hennara skuldi blíva so sjúkur og doyggja.

Genturnar hava longu upplivað so nógv keðiligt í teirra ungu lívum. Tær vóru bara trý og seks ár, tá tær mistu ommuna. Fýra mánaðir seinni fekk eitt systkinabarn hjá teimum staðfest krabbamein, og hin omman hevur eisini krabbamein. So mistu tær pápan, sum átta og tólv ára gamlar. Tað pínir mítt mammuhjarta, at døturnar skulu uppliva sovorðna sorg, væl vitandi, at sjálvt um eg so inniliga ynski teimum eitt vanligt barnalív, so hevði eg ikki kunnað gjørt teimum tað øðrvísi.

Um lívið:

Lívið formar seg ikki altíð, sum tú kundi hugsað tær tað. Men tað er okkara skylda at fáa sum best burturúr. Eg og Heðin tosaðu so ofta um, at tá vit verða gomul, ella tá genturnar verða størri, so skulu vit hetta og hatta, men tað komu vit ikki. Lívið vildi okkum tað øðrvísi, og tað eri eg eitt sindur irriterað inná. Hví ikki bara fara at ferðast, ella gera tað tú hevur hug til. Tað er altíð góð tíð at verða ov seinur.

Um deyðan:

Eg var næstan 25 ár, áðrenn eg fyrstu ferð merkti deyðan koma tætt at mínum lívi. Tá doyði onnur omman. Eg hevði enn eina ommu, ein abba, foreldur og systkin. Var nýliga gift, og lívið var byrjað.

Fyrr helt eg, at lívið endaði við deyðanum. Men eg má siga, at tað haldi eg ikki longur. Tann deyði er rímiuligt ikki longur kroppsliga í okkara lívi, men eitt menniskja, sum hevur verið ein so stórur partur av lívinum, hvørvur ikki bara soleiðis úr lívinum. Tey fara at verða her, so leingi tú hevur minnini um tey.

Um dagin í morgin:

Eingin veit um morgindagin at siga. Eg taki hvønn dag og hvørja avbjóðing við opnum ørmum. Eg og Heðin høvdu so nógvar ætlanir um framtíðina, sum vit bíðaðu við, til tað blivu betri tíðir, ella genturnar størri. Ja, orsøkirnar vóru nógvar og sæð í bakspeglinum, tápuligar. Eitt er vist, eg og genturnar skulu hava nakrar góðar upplivingar saman, antin her heima í Føroyum ella úti í verð. Eg eri rættiliga spontan, so tað kann henda so knappliga.

Um at liva við/í sorg:

Ein góð vinkona hjá mær, sum býr í Danmark, var og vitjaði meg á sjúklingahotellinum eina av okkara mongu ferðum har. Hon segði: ”Linda, nú hava tit flogið ofta aftur og fram, og hvørja ferð siga flogternurnar umborð á flúgvarinum, at um lufttrýstið fellur, skalt tú taka tína egnu masku á, áðrenn tú hjálpir øðrum”. Hetta fór eg at hugsa um aftur, tá Heðin doyði í juli mánaðia í fjør. Vit tríggjar sótu eftir her og syrgdu uppá hvør sín hátt. Um eg skuldi klára at hjálpa mínum døtrum ígjøgnum teirra sorg, so mátti eg fyrst hjálpa mær sjálvari. So í septembur mánaði byrjaði eg í samtalubólki hjá krabbameinsfelagnum, fyri tey sum hava mist makan. Sjálvt um eg so avgjørt ikki helt, at eg hevði brúk fyri tílíkari hjálp, tí hetta skuldi eg nokk klára sjálv. Men hetta havi eg havt stóra gleði av, tí hvør annar skal skilja mína støðu, enn akkurát tey, ið hava roynt tað sama? Eingin annar kann skilja tað til fulnar, og soleiðis er tað bara. Tá eg kundi seta orð á mína egnu sorg, nústaðni tá kundi eg hjálpa mínum gentum, sum jú høvdu mist pápan.

Døturnar syrgja líka so ymisikt, sum tær eru ymiskar. So fyri at hjálpa teimum má eg møta teimum, har tær eru, tær hava eisini nógvar spurningar, sum krevja svar, og alt tað føli eg meg hava yvirskot til nú, eftir at eg fyrst hjálpti mær sjálvari.

Døturnar syrgja líka so ymisikt, sum tær eru ymiskar.

Vit tosa sera nógv her heima um pápan, um upplivingar vit hava havt saman, og hvussu vit skulu koma víðari. Eitt annað, sum eg haldi er so sera umráðandi fyri at koma víðari í lívinum og sorgini, er at gera nakað við tey tingini, sum pína meg og fylla gerandisdagin, og samstundis góðtaka tað, sum eg ikki fái gjørt nakað við.  Tí eitt er vist, tíðin lekir ikki sárini, men tú lærir at liva við arrunum.

Um bygdalív: 

Kalla meg endiliga bygdasliga, men eg hevði ikki viljað búð í einum stórbýi. Mær dámar so væl bygdalívið ’på godt og ondt’. Eitt er so tað, at veitst tú ikki heilt sjálv, hvat tú gert, ja, so er tað onkur annar, sum heldur seg vita. Men hinvegin í tí støðuni, sum vit komu í, so føldu vit veruliga, at so gott sum øll bygdin stóð á høvdinum at hjálpa. Tað er ein deilig kensla at merkja hitan og hjálpsemið frá tí lítla samfelagnum, sum vit búgva í.