Hvørji trý orð lýsa teg best - og hví?
Eg hevði sagt ósikkur, djørv og tvør. Í grundini eri eg rættiliga ósikkur og havi ilt við at vera nøgd við míni avrik. Tankarnir kunnu skjótt gerast kritiskir – eg hugsi ofta “hví gjørdi eg hatta”, “eg eigi ikki at vera her” ella “eg dugi ikki nóg væl”. Sjálvt tá eg veit, at eg geri tað gott, kann tað vera trupult at halda fast í tí positiva, sum um ein partur av mær altíð leitar eftir veikleikum.
Samtíðis eri eg djørv. Eg havi ferð eftir ferð prógvað fyri mær sjálvari, at eg tori at leypa út í nýggj ting, hóast eg ikki veit, hvussu tað fer at ganga. Serliga Ironman-avbjóðingar og framførslur hava givið mær betri sjálvsálit, tí tær vísa mær, at eg kann meira, enn eg haldi.
Triðja orðið er tvør. Tá eg havi sett mær eitt mál, er tað sera torført at broyta kós. Tað er ein styrki, tí eg gevi ikki upp. Hinvegin kann tað eisini verða ein veikleiki, tí tað kann avmarkað meg, og forða mær at broyta leið, sjálvt tá eg skilji, at tað kanska ikki er tann rætta. Um eg skuldi lagt eitt orð afturat, hevði tað verið skeptiskt – eg seti ofta spurningar við tað mesta.

Tú hevur í ymsum samrøðum greitt frá, at tað kendist tungt at flyta til Føroya sum 13 ára gomul, og at tónleikurin tá fylti nógv. Á hvønn hátt nýtir tú tónleikin í truplum støðum?
Tónleikur hevur altíð verið eitt frírúm hjá mær. Hann hjálpir mær at skilja og seta orð á kenslur, sum annars kunnu vera truplar at greiða frá. Tá eg flutti til Føroya sum 13 ára gomul, kendist tað tungt og einsligt, og tá bleiv tónleikurin ein stór troyst. Í sangum og tekstum fann eg meg aftur í mínum egnu kenslum og føldi meg ikki einsamalla um at hava tað soleiðis.
Í dag brúki eg framvegis tónleikin á sama hátt. Eg leggi nógv av mær sjálvari í framførslur, og tað gevur mær eina kenslu av frælsi. Samstundis kann tað eisini vera trupult, tí tá ið tú leggur so nógvar kenslur í tónleikin, verður tú sárbar. Tá kennist kritikkur ofta meira persónligur, men tað er eisini ein partur av at vera erlig í tí, tú gert. Av somu orsøk haldi eg, tað er spennandi at síggja, hvussu onnur eisini brúka tónleik til at greiða frá sínum lívi og sínum kenslum.
Í triðja parti vóru tað Sophilia og tú, ið Eivør helt skaraðu framúr. Samstundis nevndi tú eisini, at tú føldi tað sum, at tín partur lá eftir, og tú vart skuffað. Kanst tú greiða nærri frá hesum?
Tá ið eg hyggi at sendingini í dag, síggi eg, at tað kanska ikki kemur heilt fram, hví eg hevði tað so tungt júst tá. Tað var ein samanseting av fleiri tingum. Vit høvdu filmað fleiri dagar á rað, og eg hevði sett mær fyri at seyma ein kjóla til framførsluna, eftirsum tað var Eivør. Men í síðstu løtu var eg ikki nøgd og valdi at skrotta hann, so eg mátti út at finna ein annan.
Eg hevði einki sovið ta náttina, og eg visti eisini, at eg vildi spæla guitar, uttan at hava vant nokk. Tíðin var knøpp, og eg føldi eitt stórt press at levera. Í løtuni kendist tað tí sum eitt stórt vónbrot, men nú, tá eg síggi framførsluna, eri eg í veruleikanum nøgd. Tað var kanska ikki akkurát sum eg hevði ímyndað mær, men tað var nógv betri, enn eg føldi tá.

Hvussu er at framføra sína tulking av einum lagi fyri sjálvum lagsmiðinum?
Tað er ein heilt serlig og eitt sindur ræðandi kensla at framføra fyri sjálvum lagsmiðinum. Eg havi stóra virðing fyri stjørnunum og løgunum, og vil sjálvandi ikki oyðilegggja ella broyta løgini ov nógv, men samstundis skal eg seta mína egnu tulking.
Eg má eisini rósa tónleikarunum sum vóru á pallinum. Tað gevur eina stóra trygd at standa á palli saman við so dugnaligum fólki, og teirra musikalitetur er gott nokk drívmegin í framførsluni. Somuleiðis var tað orduliga stuttligt at sleppa at arbeiða saman við framleiðaranum, Hans Poulsen.
Alt í alt ein uppliving, eg eri sera takksom og glað fyri, og sum hevur givið mær ómetaliga nógv.
Hvar sært tú teg sjálva um 10 ár í tónlistarligum høpi?
Um 10 ár vóni eg, at tónleikur framvegis býr í mær, ikki bara sum nakað eg geri, men sum ein partur av hvør eg eri. At eg kann brúka hann til at úttrykkja tað, sum ikki altíð letur seg siga við vanligum orðum.
Dreymurin er sjálvandi at hava míni egnu løg og ein egnan stíl, har eg veruliga trívist og kenni meg heima. Vónandi eri eg enn forvitin og tími at brúka tíð og orku at mennast.
Eg vil, at tónleikurin skal fylla heimið, og gera gerandisdagin ríkari. Fyrst og fremst ynski eg, at hann altíð kann vera eitt frírúm; eitt stað at anda, at kenna og at vera heilt sonn.
Hvat kunnu vit gleða okkum til í fjórða parti?
Fjórði partur er heilt vist tann, har eg fari mest út um mína “comfortzone”. Tað verður ein spennandi blanding av ymiskum tónleikastílum, og eg minnist, at nógvar av teimum framførslunum, sum gjørdu størst inntrykk á meg, eru júst í hesum partinum.
Tað er eisini serliga áhugavert at síggja kvøldið úr einum øðrum sjónarhorni og uppliva, hvussu nógv ymiskt hendir aftan fyri pallin. Tað er nógv at gleða seg til, og eg haldi, at hyggjararnir fáa eina sera góða og fjølbroytta sending.
Vit síggjast hóskvøldið kl 19:30!!
