
Anna Lovisa Mýri gjørdist landskend við yndisligu rødd síni, tá vælkendi sangurin 'Tað kundi verið eg' gjørdi um seg kring landið á vetri 2020. Hon er júst fylt 18 ár, og hóast hon hevur sungið nógv, síðani hon var heilt lítil, fer hon í kvøld á pall fyri fyrstu ferð í egnum navni.
– Eg eri eitt sindur nervøs, men ógvuliga spent. Eg gleði meg nógv, sigur Anna Lovisa sum greiðir frá, at hon fer at framføra við guitari og syngur egið tilfar og onnur singer-songwriter og popp coverløg á Summarfestivalinum í kvøld.
– Eg plagi altíð at vera á Summarfestivali, og eg gleði meg nógv til at nú skula spæla, men eg gleði meg eisini, til tað er yvirstaðið, sigur hon flennandi.
Hon arbeiðir við at skriva og framleiga egið tilfar í skrivandi stund og sigur, at vit kunnu vænta at hoyra meiri frá henni í framtíðini.
Við sær á pallin á Torginum í kvøld kl. 19 hevur hon Einar Poulsen á bassi og David Petersen á tummunum. Eisini fær hon hjálp frá systur síni, Maluni, við sangi og pápa sínum, Tummasi Paula, á klaveri.