Gang, gang, gang!
Lívsstílur
Gang, gang, gang!
At ganga ein frískligan túr er gott fyri kropp og sál - 3 góð ráð til túrin
Eftir: Kvinnu 24.01.2024

At ganga ein frískligan túr er gott fyri kropp og sál, kanningar vísa, at um tú á gongutúrinum syrgir fyri at fáa pulsin uppa av og á, so er tað serliga gott fyri blóðrensli, hjartað, konditiónina og brenningina.

Neyðugt er ikki at hava pulsin í topp alla tíð, men 10-30 sekund í senn nakrar feðrir á túrinum, tað ger allan munin.

3 góð ráð til gongutúrin


1 Undirrhald meðan tú gongur
Lurta eftir tónleiki, har tú fylgir rútmuni, meðan tú gongur, tað ger túrin lættarri. Poddvørp og ljóðbøkur eru eisini góðar til ein túr í frísku luftini.

Vit viðmæla Systralag ella Vit snakka um pengar

2 Tel fet
Tað gevur bæði eyka motivatión og ofta betri venjing, tá tú telur fetini. Tú kasnt taka eina gangi-app niður, ella um tú hevur eina iPhone, so kann appin 'Sundhed', sum liggur á telefonini brúkast.

3 Gev tær sjálvari avbjóðingar
Gang nýggjar rutir og í ymiskum lendi t.d. í sandi ella í trappum. Lokka eina vinkonu við út at ganga, tað er hugaligari og túrurin gongur ofta lættari, tá prátið setur ferðina-