"Gleðin um alt tað dýrabæra, eg eigi, kemur á meg um jólini"
Í ár eru jólini hjá mær serliga merkt av… at eg eri til arbeiðis á tingi. Tá veit man als ikki, nær man sleppur til hús, og dagarnir upp undir jól eru langir - ja heilt út á nátt. So fyrireikingaranr upp undir jól eru so sum so, og tí noyðist man ikki at gerast ov stressaður, um alt ikki er so akkurát við hús.
Tá eg havi jólafrí… so geri eg mat nógva av tíðini og so hugni mær við familjuni. Mær dámar so væl at fáa fólk á vitjan, familju og vinir. Men eg fái mær eisini góðar stundir at lesa, tá sjálv høgtíðin er av, og vit fáa aloftast nógvar og góðar bókagávur. Í ár hava eg og maðurin goymt okkum seinastu partarnar av seriuni House of Cards til at hava um jóltíðir.
Á jólum hugsi eg um... at í veruleikanum gongur stórur partur av heiminum í somu tonkum. At vit ynskja okkum frið í heiminum, at vit ynskja okkum eitt gott og virðiligt liv saman við okkara medmenniskjum. So áttu vit ikki um jóltíðir at nátt teimum størstu málunum at gera heimin til eitt nógv betri stað fyri okkum øll?
Mítt sterkasta jólaminni er… tá tað eydnaðist okkum at koma norður til Skarðs tollaksmessudag í 2013 á hundrað ára degnum, tá skarðsbáturin gekk burtur. Hetta vakra, brimbarda og avbyrgda stað, sum á vetri er torført at koma at, og ljóst er bara einar fýra-fimm tímar um middagin. Men vit hildu avstað og høvdu eina fantastiska rørandi løtu við sangi og orðum, har vit mintust skarðsfólk og serliga abba okkara, sum var ein av smádreingjunum, sum eftir var í bygdini, tá alt bygdalagið á Skarði doyði út. Og tá størsti og vakrasti jólasálmurin, yrktur á føroyskum, Nú ringja kirkjuklokkur so hátt eftir Símun av Skarði, ljómaði í millum fjøllini, so var tað sum skaldið sjálvt var í millum okkara: “Tó myrkur fyllir dalar og skørð, og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð, við sínum jólagávum. Í mong ár hevði eg dreymin um at kunna gera hetta, og lukkutíð fingu vit løtuna - hana eri eg æviga takksom fyri.
Mítt størsta jólaynski er… í veruleikanum onki stórt. Tað serstaka við jólunum er sjálvur jóladámurin. Hjá okkum er dámurin merktur av hornblástri, kirkjugongd og sálmasangi -glað børn og vaksin í jólahýri. Friðurin og gleðin um alt tað dýrabæra, eg eigi, kemur á meg um jólini. Eitt gott heim, foreldur, systkin og børn og sjálvt lívið. Eg eri glað og takksom á jólum
Jólamaturin skal… vera ógvuliga siðbundin við einum góðum tvisti av nýggjum og spennandi. Vit byrja sjálv jólini við røstum fiski, sperðli, garnatálg og spiki tollaksmessukvøld, tá øll í mini familju er savnað - eini 18 fólk. Jólaaftan eta vit gás og dunnu, sum hevur vunnið á ræsta kjøtinum. Skarðsfólk ótu hvørki dunnu ella hønu, so hjá okkum var altíð ræst kjøt jólaaftan. Í staðin eta vit ræst kjøt fyrsta dag, og standi eg fyri matgerðini, so verður tað steikt og afturvið hava vit rómaepli, rótamos, waldorfsalat og heimagjørt reyðkál. Oman á fáa vit rísalamang.
Annars hava vit kleynir, hjalskøku, piparnøtur og marsipan, og eingilsku karamellurnar mugu eisini standa á borðinum alla tíðina.
Næsta ár á jólum vil eg… halda jól á júst sama hátt sum undanfarin ár.