Góð hugskot til tína heystfrítíð
Lívsstílur
Góð hugskot til tína heystfrítíð
Heystfrítíðin er handan hornið. Børnini gleða seg sum vera man til væluppibornu og tiltrongdu frítíðina - og vit á Kvinnu hava her savnað saman nøkur góð, stuttlig, hugnalig og inspirerandi hugskot til støð og tiltøk bæði til stór og smá, nú frídagarnir standa fyri framman
Eftir: Sólju av Skarði // Lýsingagrein í samstarvi við nevndu fyritøkur, kommunur o.s.f.r. 07.10.2025

SJÓSAVNIÐ
Á Argjum, beint við Sandágerð, liggur Sjósavnið. Sjósavnið er ein sonn perla fyri ung sum gomul, ið eru forvitin og tíma at spæla, hava tað stuttligt og fáa innlit í spennandi heimin í sjónum kring Føroyar.

Kør og hyljar snollað upp til savnsfagnaðin

Í fjør varð stórt akvarium uppsett, og har ber til at seta seg í stólin framman fyri gluggan og droyma seg burtur, meðan risa upsar, toskar og kalvar svimja framvið. Nógv ymisk fiskasløg á Landgrunninum, Føroya Banka og øðrum grunnum verða sýnd fram. Harumframt er dentur lagdur á at sýna fram tey mongu ryggleysu djórini, sum eru í sjónum kring oyggjarnar. Høgguslokkurin við teim átta ørmunum og myrki havállurin eru eisini klárir til heystfrítíðina. Smáu tvíbrikkutu stubbarnir liva saman við slangustjørnum, sum spentar fara upp at dansa og gartera, tá tvíbrikkutu stubbarnir fáa at eta. 

Eisini kanst tú hugna tær við stuttligum uppgávum, og royna teg sum krabbafiskara.

Savnsfagnaður er í heystfrítíðini mánadagin 13. til fríggjadagin 17. oktober, og Sjósavnið hevur opið allar dagarnar frá kl. 10 til 16. 

 

Kostnaður
15 ár og eldri: 40 kr. Børn 5-14 ár 20 kr. Yngri børn sleppa inn ókeypis.

Myndbrot frá savnsfagnaðinum 2024.

Meira um Sjósavnið. Kunning um nýtt Sjósavn.

 

TVØROYRI Í HEYSTFRÍTÍÐINI
Fyri tey, sum búgva norðanfjørðs er ein túrur til Suðuroyar nakað heilt serstakt. Er tað langt ímillum, tú ferðast til Suðuroyar, kann ferðin næstan samanberast við eina uttanlandsferð, tí tú veruliga fært kensluna av at vera burturstødd. Í Tvøroyrar kommunu er ríkt mentanar- og handilslív og serstakliga vøkur náttúra. Og í heystfrítíðini, leygardagin 18. oktober, verður árligi heystmarknaðurin.

Bæði stór og smá - við einum og hvørjum áhugamáli - kunnu fáa ein gevandi og spennandi túr á Tvøroyri. Har  er millum annað svimjihøll, ítróttarhøll og vøllir til rørslu og spæl, eins og fleiri nýtímans spælipláss. Á havnarlagnum liggja gomlu pakkhúsini, Faktorhúsið, Seglloftið og tann kongaligi einahandilin – perlur við ríkari søgu, varðveittari í forvitnisliga Tvøroyrar Skjalasavni. Í Froðba kunnu vitjandi uppliva náttúruundrini Kúlugjógv og Hol í Hellu, á Hvítanesi er nýggja kappróðrarneystið og á Tanganum er Naddoddaneystið. Á Drelnesi liggur mentanarhúsið SALT, sum eisini er serstakt vitjunarvirði.

Bygda- og sjóvinnusavnið geva innlit í lív og arbeiði í Suðuroynni, handlarnir bjóða breitt úrval, og náttúran liggur altíð nær: Plantasjan við fjølbroyttum fuglalívi, Rangabotnur og Froðbiarnakkur við søguligum leivdum – og sjálvsagt náttúruperlan Hvannhagi, ið er millum vakrastu støð í Føroyum.

Og nært tú ikki til Suðuroyar í heystfrítíðini, so eru fleiri løtur gjøgnum árið við spennandi tiltøkum á Tvøroyri. Eitt nú er Umhvørvisvika á Tvøroyri seinastu viku í apríl. Seinasta fríggjadag í mai er serstakliga væl umtókta Mentanarnáttin, ið savnar fólk úr nær og fjar, til tónleika- og mentanarupplivingar. Annaðhvørt ár (ólíka ár) er jóansøkan á Tvøroyri og tá er sera nógv á skránni. Heystmarknaður er miðjan oktober, og so verður sera nógv gjørt burtur úr jóla- og nýggjárshaldi í Tvøroyrar kommunu.

 

HEYST Ó HUGNI Á TJÓÐSAVNINUM
Heystið er komið. Dagarnir styttast alsamt, meðan hitastigini lækka. Fyrr var hetta tíðin, tá familjan savnaðist í roykstovuni til gaman og álvara.

Í roykstovuni varð ljóðið av hurrandi rokkum og glintandi stokkum samantvinnað við søgur um huldufólk, gívrar, nykar, risar og kellingar. Hvørt ár, í myrku tíðini, komu føroysku verurnar aftur til lívs.

Føroysku verurnar eru ikki so livandi longur. Nú er frásøgnin heldur úr bók enn úr minninum. Men hava vit gloymt tær?

Hetta er ein av grundleggjandi tonkunum aftan fyri heyst ó hugnan á Tjóðsavninum. Tjóðsavnið vil skapa karmar fyri allar gestirnar, har sansirnir verða vaktir, hugflogið kveikt og hugnin funnin í óhugnanum. Lagt verður upp til, at allir aldrar spæla, læra og lesa saman. 

 Nógv spennandi er á skránni hvønn dag, har ímillum søguløtur við føroyskum sagnum og ævintýrum, “spyr serfrøðingin á savninum” og gamaldags barnabingo. 

 

Opið er mánadag 13. - 17. oktober klokkan 11-16.

Tað er ókeypis at vitja, og allar upplivingar eru eisini ókeypis. 

Meira kunning kemur á heimasíðu Tjóðsavnsins og á sosialu miðlunum hjá savninum.

 

 

HEYSTGLÓÐ - MENTANARDAGUR Í KLAKSVÍK 11. OKTOBER
Mentanardagurin Heystglóð savnar fólk til ein fjølbroyttan og livandi dag í Klaksvík, har tónleikur, list, søgur og matsmakkingar skapa upplivingar fyri allar aldursbólkar. Heystglóð er ein hátíðardagur, sum sameinir siðvenjur og nýskapandi hugskot – og gevur rúm fyri bæði gleði, íblástri og felagsskapi við matmarknaði, matverkstovum, listaframsýningum, fyrilestrum og nógvum stuttligum aktivitetum til børnini - skráin er rúgvismikil og kann síggjast í fullari longd her og á síðuni hjá Heystglóð á Facebook.

 

Gera blóðpylsu við ommu ella abba
Millum annað fer navnframi superkokkurin, Gutti Winther, at hava eina heldur øðrvísi verkstovu á Rótini. Hetta er ein gagnnýtsluverkstova har ommur, abbar og barnabørn í felag læra at gera blóðpylsu. Endamálið er, at ættarliðini verða virkin frá byrjan til enda, og vitanin um at brúka alt, so einki fer fyri skeyti, flytur seg beinleiðis frá hond til hond og ættarlið til ættarlið. Tey eldru kunnu koma við teirra egnu uppskriftum, og at enda verður smakkað og prátað um tær ymsu pylsurnar. 16 atgongumerki eru sett til sølu fyri 175kr. Eitt atgongumerki er galdandi fyri 1 vaksin og 1 barn. Keyp atgongumerki her

 

 

BÝARBÓKASAVNIÐ
Á býarbókasavninum finnur tú frið mitt í býarmeldrinum. Tú finnur bøkur til allar aldursbólkar, í ymiskum sjangrum og um alskyns evni. Stuttligar bøkur, barnakrimi og teknirøðir. Bøkur um dinosaurar og stjørnuhimmalin og mangt, mangt annað. Umhvørvið á barnabókasavninum er sera fjálgt og hugnaligt við fleiri krókum, har man kann sita saman við børnunum og lesa.

Mumi 80 ár

Í heystfrítíðini hátíðarheldur barnabókasavnið 80 ára føðingardagin hjá Mumi. Mumi er enn lítil og góður í ráðum, men 80 ár eru liðin síðani hann gjørdist livandi við penninum hjá Tove Jansson. Føðingardagurin verður hildin við, at øll børn, ið koma á gátt, kunnu svara einum spurnarblaði um figurarnar í Mumidalinum. Og minst til at viðmerkja tín yndis mumi-figur, tí hann verður seinni avdúkaður á heimasíðu bókasavnins. Tá ið spurnarblaðið verður latið inn, fáa børnini eitt sunkist og ein lítlan bommpakka.

Í heystfrítíðini hevur bókasavnið eisini bókaposar til børn og vaksin at læna við heim. Vaksin kunnu velja posar við krimi-, spennings-, kærleiks- og enskum bókum ella blandaðum bókum. Og børnini kunnu velja posa við peikibókum, myndabókum, bókum til børn 7-9 ár og 10+ ár. Samstundis fært tú eitt bókamerki, faldara frá Føroyar lesa og ein vakran posa at eiga, umframt faldara og penn frá Býarbókasavninum. 

 

Um Býarbókasavnið

 

HEYST Í SMS

SMS er sum altíð klárt við onkrum spennandi til børnini í heystfrítíðini, og í ár er einki undantak. Í døgunum 13. til 18. oktober verður blómuverkstaður á torginum, har tú fært møguleika at gera tína egnu silkipappírsblómu. Bæði børn og vaksin í øllum aldri kunnu luttaka. Verkstovan er opin frá kl. 11-16. 

Vælumtókta veiðan, sum fær børnini at brenna eitt sindur av krúti, meðan foreldrini orðna síni ørindi, verður eisini á skránni í ár. Blómuveiða verður yrkadagar millum kl. 10 og 16. Veiðulepin fæst á Marknaðardeildini. 

Og fríggjadagin 17. oktober millum kl. 15 og 16 kanst tú royna teg á Capri Sun eydnuhjólinum, har tú hevur møguleika at snara teg til spennandi vinningar frá Capri Sun.

Meira um SMS

 

LISTASAVN FØROYA

Mitt í Havn, millum Viðarlundina og Gundadal, liggur Listasavnið. Listasavnið er altíð eina vitjan verd, og við góðu stasetingini ber væl til at tilrættisleggja ein heilan dag við at spáka gjøgnum viðarlundina og heilsa upp á dunnurnar, ella fara ein túr í Gundadal at brenna síðstu orkuna.

Listasavnið er við í Savnsfagnaðinum 13. - 17. oktober. Listasavnið bjóðar børnum, foreldrum, ommum, abbum og øllum teimum, ið hava hug, at koma til eina hugnaliga løtu á savninum. Í heystfrítíðini hevur savnið eina listaverkstovuni, har vitjandi kunnu klippa og líma listakollasjur, pappírsklipp og órógv. Har er nógv spennandi tilfar at arbeiða við, millum annað litað kartong, listaplakatir og postkort. 

Verkstovan er opin hvønn dag kl 11-16. Harumframt vera rundvísingar fyri børn í føstu framsýningini. Rundvísingin varir í uml 20 min.

 

Ókeypis atgongd.
Um Listasavnið