
Aldur: 51 ár.
Familja: Gift og eigi tveir synir.
Yndislitur: Brúki mest svart, onkur sigur, at tað ikki er ein litur, so um tað skal vera annað enn svart, má tað vera blátt.
Um eg skuldi lýst meg sjálva við trimum orðum: Erlig, sosial og arbeiðssom.
Lívrættur: Næstan alt við høsnarunga.
Yndisárstíð: Várið, tá alt vaknar úr dvala, kvøldini gerast longri og litspælið er so serstakt.
Filmur, sum bergtók meg: Hahaha - eingin, tí eg sovni altíð, tá ið eg eri biograf. Innlivi meg ikki í filmin og missi tí ofta hæddarpunktini, og tá tað er mest spennandi.
Tá eg var lítil vildi eg verða: Haldi ikki, eg hevði nakran stóran dreym, um hvat eg vildi vera, men frisør sum mostur mín. Hinvegin visti eg, hvat eg ikki vildi vera. Mamma mín er sjúkrarøktarfrøðingur, tað vildi eg ikki vera. Haldi, at tað serliga vóru skiftandi arbeiðstíðirnar og ikki starvið sjálvt, sum gjørdu, at mær ikki dámdi tað.
Eg tók mítt fyrsta lán tá ... Vit skuldu byggja húsini. Havi altíð klárað meg við tí, sum eg havi tjent og ikki havt bil sjálv, fyrr enn eg flutti til Lamba aftur saman við manninum, og tá átti hann bil.
Mín pengaleið? Sera tilvildarlig. Eg sá eina lýsing frá Føroya Sparikassa í einari avís umborð á Atlantic Airways, tá vit flugu heim úr fyri fleiri enn 20 árum síðini. Tey søkti næming til deildina í Saltangará. Tað fangaði meg, eg søkti og fekk tað. Eg var tá 28 ár og hevði longu eina aðra útbúgving sum farmakonom. Eg hevði lært og arbeiddi á Tjaldurs Apoteiki. Var tó komin til eitt stað í lívinum, har eg var klár at royna okkurt annað.
Eg eri eydnurík tá: Klassikarin - tá øll rundan um meg hava tað gott og tað gongst teimum væl.
Mín ringasti pengavani: At eg keypi sovorið, sum er uppá tilboð, sum eg ikki havi brúk fyri. Og so er tað blandað bomm. Eg felli altíð fyri at keypa blandað bomm, tá eg komi í eina kiosk, bensinstøð ella biografin.
Sangur sum altíð fær meg í gott lag: "Lyse nætter" við DR pigekor ella á føroyskum "Ljósar nætur" við Lív R. Nielsen.
Eg blívi ill tá: Eg eri mega sjálvdan ordliga ill, men eg øsi meg ofta. Órættvísi, egoisma og tá fólk ikki góðtaka, at vit kunnu hava ymiskar meiningar.
Eg eri errin av: Synunum, teir síggja út til at klára seg væl.
Mítt besta pengaráð … Brúka ikki meir, enn tú eigur. Tak útgangsstøði í tær sjálvari og tínum dreymum og ikki, hvat grannin/vinfólk/onnur gera ella hava ráð til.
Nú er summarið her, og tá er nógv at brúka pengar til – hevur tú nøkur góð ráð til summarnýtsluna?
Brúdleyp, húgvuveitslur, veitlsur, føðingardagar o.s.fr. Gev gávur eftir hvat tú hevur ráð til ikki hugsa um, hvat hini gera
Tað er ikki vist, at tú hevur ráð at fara til allar festivalar og stevnur, tí mást tú velja ella "droppa" tað. Bjóða teg fram at hjálpa til og fá kanska eitt atgongumerki, sum løn