Góð ráð við Kaju: Skal eg spara ella rinda skuld niður? Her eru svarini
Lívsstílur
Góð ráð við Kaju: Skal eg spara ella rinda skuld niður? Her eru svarini
Kennist tað stundum trupult at vita, hvat vendir upp og niður í tínum fíggjarviðurskiftum? Vit hava savnað nakrar av teimum spurningunum, sum Kaja oftast fær, og biðið hana geva síni bestu ráð.
Eftir: Kvinnu 13.02.2026

Pengar fylla nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum - og kortini so tosa vit lítið um pengar. Skal eg prioritera uppsparing fram um skuld? Er tað í veruleikanum betri at eiga enn at leiga? Og hvussu fái eg eitt gott fíggjarligt yvirlit? Seinasta góða hálva árið hevur Kaja, ráðgevi í Betri Banka, givið lesarum á Kvinna.fo ítøkilig og brúkaravinalig ráð um alt frá pengavanum til bústað og uppsparing. Her svarar hon nøkrum av teimum spurningunum, sum hon ofta fær í sínum dagliga starvi sum ráðgevi.

 

Skal eg spara upp ella rinda skuld niður?
Tað besta er at gera bæði. Eg mæli fyrst og fremst til at hava ein buffara – eina uppsparing, sum tú kanst taka av, tá okkurt óvæntað hendir. Tá tú eigur pengar á konto, ert tú minni sárbar, tá tú fært eina stóra rokning, okkurt í heiminum skal umvælast ella lívið brádliga broytist.

Tað gevur eisini eina kenslu av tryggleika í gerandisdegnum at vita, at tú hevur nakað at standa ímóti við. Alt ger mun, tá vit tosa um uppsparing, og minst til, at sjálvt smáar upphæddir kunnu vaksa seg stórar yvir tíð

Men stendur valið ímillum uppsparing og skuld, eigur tú altíð at hyggja at rentuni. Er talan um lán við høgari rentu, loysir tað seg ofta at raðfesta at rinda tey niður. Ynskir tú at rinda skuld niður, er best at byrja við teimum dýrastu lánunum fyrst. Tá minkar tú skjótari um tínar rentuútreiðslur. Hjá fleiri er tað eisini ein góð loysn at gera bæði samstundis – at leggja eina fasta upphædd til síðis hvønn mánað og samstundis arbeiða miðvíst við at minka um skuldina.

 

Er tað betri at eiga ella at leiga?
Føroyingar vilja sum útgangsstøði nógv heldur eiga enn at leiga, hóast summi ynskja at búgva til leigu ávís tíðarskeið í lívinum – og onnur alt lívið.

Her heima verða vit eisini ofta búgvandi í egnum húsum stóran part av lívinum, og tí fær heimið ofta ein heilt serligan týdning. Hjá mongum kennist tað eisini sum ein langtíðaríløga at eiga sítt egna.

Men hóast tað kann vera lokkandi at eiga, er tað ikki altíð rætta loysnin hjá øllum. Tað veldst nógv um lívsstøðu, fíggjarstøðu og framtíðarætlanir.

Øll hava heldur ikki møguleika at eiga bústað og verða tí leigarar alt lívið. Tí er umráðandi, at góðir bústaðarmøguleikar eru til taks, so fólk kunnu kenna seg trygg í sínum leigumáli.

At eiga krevur fíggjarligt rásarúm og eitt ávíst støðufesti, meðan tað at leiga kann geva meira frælsi og færri skyldur. Tí er umráðandi at hugsa um, hvat riggar best í tínum lívi – bæði nú og nøkur ár fram.

 

Eg betali 12.000 krónur í leigu hvønn mánað– hevði tað verið betri at keypt?
Møguliga. Men tað er umráðandi at minnast til, at fíggjarligu krøvini ofta broytast, tá tú fert frá at leiga til at eiga.

Tað snýr seg ikki bara um at kunna rinda lánið. Eisini skulu pengar vera til viðlíkahald, rakstur, tryggingar og óvæntaðar útreiðslur. Samstundis skal rásarúm vera í fíggjarætlanini til vanligar gerandisútreiðslur sum mat, klæðir, tannlækna, gávur, frisør, dekk og limagjøld. Og jú størri húsarhaldið er, tess meira krevur tað hvønn mánað.

Onkuntíð verða leiguútreiðslur samanbornar við mánaðarliga lánsgjaldið, men tað gevur ikki altíð eina fullfíggjaða mynd. Krøvini til fíggjarligt rásarúm eru ofta hægri, tá tú eigur bústað, og tú skalt eisini kunna tola broytingar – eitt nú um rentan hækkar.

Tí kann tað vera skilagott at fáa gjørt eina útrokning, sum lýsir støðuna at eiga samanborið við at leiga. Ein góður máti er at royna at liva eftir teimum karmunum frammanundan og kenna eftir, um tað riggar í gerandisdegnum – bæði nú og í longdini.

 

Loysir tað seg at velja grøna hitaskipan? Tað er so dýrt!
Íløgan kann kennast stór her og nú, og tí er tað natúrligt at steðga á og umhugsa avgerðina væl. Húsini kunnu gerast bíligari í rakstri, men tað veldst nógv um, hvørja hitaskipan tú hevur frammanundan, og hvussu væl húsini eru bjálvað.

Tí er umráðandi at hyggja at støðuni sum heild. Hvussu stór er nýtslan í dag? Hvørjar verða útreiðslurnar framyvir? Og hvussu sær húsið út orkumessiga?

Eg mæli til at fáa eina útrokning, sum tekur hædd fyri júst tínum bústaði og tínum tørvi. Tá verður lættari at meta um, hvat riggar best fíggjarliga – bæði nú og frameftir.

 

Hvussu nógvar kontur skal eg hava?
Tað veldst nógv um, hvør tú ert, og hvat riggar í tínum gerandisdegi. Nógv hava gagn av einari einfaldari skipan, har pengarnir verða býttir upp, so tað er lætt at síggja, hvat er til dagligt brúk, fastar útreiðslur og uppsparing. Tá pengarnir eru býttir upp og settir á ymiskar kontur, verður tað ofta lættari at halda yvirlit og sleppa undan óvæntaðum útreiðslum.

Samstundis er umráðandi, at skipanin ikki gerst ov fløkt. Um pengar javnan verða fluttir aftur og fram ímillum kontur, kann tað vera eitt tekin um, at skipanin eigur at gerast einfaldari.

Ein uppsparingskonta gevur best meining, tá pengarnir sleppa at standa. Verða teir tiknir út aftur beinanvegin til vanligt forbrúk, tænir kontan ikki sínum endamáli – og tá kann ein einfaldari loysn ofta verða betri.

Mítt ráð er tí at velja eina skipan, sum kennist greið og er løtt at umsita, og sum gevur tær eitt gott yvirlit í gerandisdegnum.

 

Eitt hálvt ár við góðum ráðum við Kaju

Við røðini Góð ráð við Kaju hava Kvinna og Betri Banki seinasta góða hálva árið sett fokus á pengar á ein jarðbundnan og atkomuligan hátt. Evnini hava fevnt breitt – frá uppsparing og bústaði til impulskeyp og pengavanar – alt spurningar, sum fylla í gerandisdegnum hjá mongum okkara.

Endamálið hevur verið at gera tað lættari at tosa um pengar og tryggari at taka tær fíggjarligu avgerðirnar, sum fylgja okkum gjøgnum lívið. Tí hóast lívsstøðan er ymisk, er tørvurin á yvirliti og góðum ráðum ofta tann sami.

Vónandi hevur røðin givið íblástur og kanska fingið teg at steðga á eina løtu og hugsa um tínar egnu pengavanar.




Viðkomandi greinar