Guðrið Hansdóttir hevur spælt á G! óteljandi ferðir, men summi festivalminni sita fastari í minninum enn onnur. Serliga minnist hon konsertina hjá Byrtu í 2013, tá Spæliplássið var á tremur, og bólkurin fekk eina móttøku, sum hon ongantíð hevur gloymt. Í ár hevði hon sjálv konsert hóskvøldið, og hóast hon var eitt sindur nervøs undan framførsluni, er hon væl nøgd við kvøldið
Hvat hevur hugtikið teg á G! í ár?
Hóskvøldið vóru vit á Spæliplássinum og lurtaðu eftir amerikanska funkbólkinum Printz Board, The Butter Funk Family. Tað var ræðuliga gott. Tað var feitt at hoyra slíkan tónleik í Føroyum, tí tað ger man ikki so ofta. Fríggjakvøldið hoyrdi eg eisini Fantastic Negrito, og tað var sjúktliga gott. Í dag gleði eg meg til Ásgeir - eg eri ein stórur fjeppari av honum.
Hvussu kendist konsertin hjá tær á G! í ár?
Eg var eitt sindur nervøs, tí eg skuldi spæla hóskvøld, og onkuntíð hevur ikki verið so nógv fólk á festivalinum hósdag. Soleiðis var tað als ikki í ár. Tað var fult av fólki, øll sungu við, og eg eri so glað fyri, at eg varð so væl móttikin.
Hvat gert tú sum oftast teir síðstu tíggju minuttirnar undan einari konsert?
Eg eri ofta eitt sindur fyri meg sjálva. Eg andi djúpt inn eina løtu og hugsi konsertina ígjøgnum. Eg havi tørv á at vera einsamøll og ikki hava so nógv fólk rundan um meg beint undan, at eg skal á pall.
Hvat er altíð í taskuni hjá tær á festivali?
Feittstift, ein sprittdunkur, pennur og pappír. Tað er altíð við, um eg fái brúk fyri at skriva okkurt niður.
Hvørjar ætlanir hevur tú annars fyri síðsta dagin á G!?
Eg eri gestasangari hjá Sakaris í kvøld, og tað gleði eg meg nógv til. Eg var eisini við á palli saman við Marius DC og saman við Teiti í gjár. Tað var stuttligt, tí mær dámar ógvuliga væl at syngja í kóri eisini og ikki altíð vera solistur, tá ið eg eri á palli.
Hvat er títt besta G!-minni?
Eitt, sum stendur ógvuliga sterkt í minninum, er, tá Byrta spældi á G! í 2013. Plátan var júst komin út, og vit høvdu ongar væntanir um, hvussu fólk fóru at taka ímóti okkum. Men vit vórðu blást um koll tað árið. Vit spældu á Spæliplássinum klokkan eitt um náttina, og Spæliplássið kókaði. Tað gloymi eg ongantíð. Vit vunnu eisini eina tónleikakapping um tað mundið og sluppu síðani at spæla á Iceland Airwaves. Tað var ein sera stór uppliving fyri meg tá.
Eg havi síðan spælt óteljandi konsertir á G!, men G! í ár er eisini ordiliga serligt. Veðrið hevur verið fantastiskt, og vit búgva í tjaldi á familjutjaldingarøkinum. Tað er so hugnaligt og ordiliga idylliskt.