Hvussu brúkar tú best ein sólskinsdag í summar?
Sólskinsdagar eri eg altíð úti. Í havanum, í veltuni ella úti og gangi ein túr. Mær dámar eisini væl at sita í veltuni ella at vera úti og ganga túr. Mær dámar eisini væl at sita í sólini við einari góðari bók.
Hvussu sær tín mentanarkalendari út um summarið?
Eg eri stórur brúkari av mentan alt árið. Eg gangi nógv í biograf, á framsýningar og tónleikatiltøk. Annars er summarið fyri meg mest frítíð og útilív, og mentanarupplivingar fylla meira restina av árinum; serliga myrku tíðina.
Hvat er ein góð ólavsøka hjá tær?
Eg elski ólavsøkuna og eri altíð í landinum tá. Tað er hæddarpunktið á árinum. Serliga um veðrið er hampiliga gott. Familjan savnast eisini ólavsøkuaftan hjá beiggja mínum til ein góðan bita. Og so er tað setanin, Listasavnið, ofta fólkafund á Háskúlanum, kappróður og so heima hjá ymiskum til nátturða. Eg elski eisini hátíðarligu løtuna á Vaglinum ólavsøkudag við skrúðgongu og kórsangi og eri somuleiðis altíð á Doktaragund tað kvøldið. Tað eru tó fleiri ár síðan, eg havi verið til midnáttarsangin, tí tá hava vit okkara egnu stóru veitslu hjá systkinabarninum, har dúgliga verður sungið. Umframt alt hetta er tað besta at ganga úti og vála og práta við fólk.
Hvørjar tríggjar bøkur heldur tú, øll áttu at lisið?
Tað er sera torført at velja tríggjar burturúr! Karitas-bøkurnar hjá Kristín Marju Baldursdóttir eru einastandandi góðar. Hetta er eisini galdandi fyri bókina Knud, den store hjá Hanne-Vibeke Holst. Bókin Et lille liv eftir Hanya Yanagihara er eisini ein óvanliga sterk bók, sum gjørdi eitt djúpt inntrykk, tá eg las hana. Eden hjá Auði Ava Ólafsdóttir er eisini millum mínar nýggjaru yndisbøkur.
Hvørjar bøkur fert tú at lesa í summar?
Eg lesi næstan bara fagrar bókmentir. Mest norðurlendskar. Í løtuni lurti eg eftir Skynd dig at elske eftir Alex Schulman. Eg havi lisið flestu av hansara bókum, og mær dámar tær allar sera væl. Eg havi eisini júst lisið Armelo eftir Thordis Helgadóttir, sum er innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina. Á borðinum liggur Circe eftir Madeleine Miller og bíðar.
Hvussu koblar tú úr, tá tú hevur summarfrí?
Vit ferðast ikki langt ella til heit lond um summarið. Mær dámar ikki hita. Hvørt summar eru vit tó eina góða viku í okkara summarhúsi á Møn, har vit eisini síggja danska partin av familjuni. Tað er altíð deiligt og avslappandi. Annars dámar mær best at vera í Føroyum um summarið. Ofta í haganum, tá veðrið er gott. Eg seti mær nøkur mál hvørt ár um ávís fjøll ella túrar, ið skulu gangast. Herumframt brúki eg nógva tíð í havanum og á trøðni, har vit royna at velta grønmeti. Tað er eitt so avslappandi og hugnaligt ítriv. Serliga tá tað viðhvørt eydnast.
Hvør sendirøð lokkar teg til skíggjan?
Norska serian Pørni er lívsjáttandi og herlig. Mær dámar eisini væl norðurlendskar og enskar krimiseriur. Eitt nú havi eg júst sæð Afdeling Q við Carl Mørck, sum var heilt góð.
Greinin varð prentað í summarkvinnu 2025